GRUNDSJÓNARMIÐ


MÍNI GRUNDSJÓNARMIÐ
Byggja á javnaðarhugsjónina um samhaldsfesti, javnstøðu og javnrættindi.

Eg leggi dent á fylgjandi:






JAVNSETA SÁLARHEILSU VIÐ KROPSLIGA Sum forkvinna í ADHD-felagnum arbeiði eg fyri at broyta lívið hjá teimum við ADHD. Við røttu viðgerðini ber til, at ADHD verður ein góður fylgisveinur, sum er við til at ríka lívið hjá tí einstaka og okkara samfelag.  

VIÐGERÐARTRYGD  Øll hava rætt til viðgerð, eisini sálarliga viðgerð.

SJÁLVSTØÐUG VINNUREKANDI SKULA FÁA TILBOÐ UM SJÁLVBOÐNA SKJÚKRATRYGGIN so sum einstaklingafyritøkur kunna í dag. Eisini haldi eg, at fyritøkur ikki skula rinda kringvarpsgjald. 

TRIVNA Í DAGSTOVNAR OG SKÚLAR Øll okkara børn eru líka verd og skula hava javnbjóðis møguleikar at mennast og trívast. Serøkið skal raðfestast so øll kunnu fáa ein góðan og tryggan barndóm.

VIRÐING FYRI NÁTTÚRUNI við tað, at vit troyta tilfeingi og náttúru við skili. At vit stuðla undir øllum átøkum, har vit gagnnýta okkara tilfeingi. At vit eggja til grøna íverksetan og endurnýtslu, og at vit vera meira umhvørvistilvitaði. 
 
TRYGT LAND har vit hjálpa hvørjum øðrum. Har vit lyfta í felag. Har rúm er fyri ymiskleika, og fleiri fakligar og heitar hendur eru um okkara børn og gomlu, og teimum, ið tørva.

FØROYSK VINNA FREMST hetta krevur, at land og kommunur samtykkja ein innkeypspolitikk, sum í størstan mun stuðlar lokalum vinnum. Hetta skapar íverksemi, vinnu og stoltleika yvir egna framleiðslu, og tað skapar eitt fjølbroyttari, grønari og ríkari vinnulív.










1 comment: