Eg eiti Bjørg Dam, og eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin. Av okkum fimm, sum her luttaka í tiltakinum hjá Demokratia á Speakers Corner í dag, eri eg tann einasta nýggja innan landspolitikk. Her komi eg, sjómanskona við einum smábarni í barnavogni, einum 7 ára gomlum dreingi og einari 8 ára gamlari gentu. Eg og aðrar smábarnamammur eru so at siga ikki umboðaðar í føroyskum politikki. Vit velja av onkrari orsøk at halda okkum frá politikki, og tí verða okkara sjónarmið ikki umboðað, har okkara dagligu karmar verða avgjørdir. Tað er meir enn sera óheppið, tí vit eru ein stórur bólkur, sum spennir heilt frá undir tjúgu árum til nøkur og fjøruti. Hetta er somuleiðis tann bólkurin av kvinnum, sum hevur ringast við at støðast í Føroyum. Av tí, at vit eru so illa umboðaðar á tingi, verður samfelagið eisini myndað hareftir. Tí eru tað trý ting vit skulu! Vit skulu hava meira av kvinnuligum politikki, fleiri kvinnur í politikk o...