Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Ymiskt

Bjørg'sa jólaligi valsangur!

    🎁🎶 GÓÐU VELJARAR 🧑🏽‍🎄🎅🎶  Fyri at stytta tíðina til valið, havi eg gjørt ein jólaligan valsang.     🎶 Gerið so væl, og syngið endiliga við  🎶  Leinkja til sangin:  Løgtingsvaliði hevur tað til felags við jólini, at vit ynskja okkum alt millum himmal og jørð, men vit vita eisini, at tað ber ikki til at fáa alt! Tí snýr tað seg um, at velja ein politikara, sum ikki einans lovar tað tú ynskir tær, men eisini hevur víst, at hon dugur at fáa vallyftini framd. -Tað krevur nógva orku🔥 , áhaldni og slagkraft av politikaranum, um hon skal fáa vallyftini í framd! -So góði veljari, hettar er 9'indu ferð eg stilli upp, eg havi nógva orku og víst í verki, at eg gjøgnumføri tað eg seti mær fyri! Nú er mítt stórsta ynski, at koma inn á løgting, so eg kann fáa míni hjartamál framd.    💙 Børn og vaksin við serligum tørvi 💙 Ein hurð til alla hjálp – og burtur við bíðirøðum 💚 Skjótt og klókt orkuskifti 💚 Endurnýtsla, 🇫🇴 stuttflu...

Hitaætlan, vitan og royndarverkætlanir skula tryggja orkuskiftið í Tórshavnar kommunu

Vegna høga oljuprísin og størri umhvørvistilvit er nú rættilig ferð komin á orkuskiftið. Bert í ár hevur Tórshavnar kommuna fingið 201 umsóknir um jarðhita, hetta í mun til 128 í 2021, 108 í 2020 og 84 í 2019. Stóra íløgan í Fjarhitaskipanina hevur ongantíð givið størri meining enn júst í dag. Tí í dag verður latið upp fyri høvuðsleiðingini á Svínaryggi og Vesturbýurin verður knýttur í. Frá í dag av spara vit meir enn 350.000L av olju. Upp ímóti 1700 brúkarar eru í fjarhitanetinum í dag, men vit arbeiða við at kunna knýta fleiri uppí samhaldsføstu skipanina. Ætlanin er at býlingar kunnu taka seg saman og í felag fara uppí fjarhitaskipanina. Men fleiri faktorar spæla inn, tá ein skal meta um, hvør orkukelda er best fyri teg. Tað veldst um staðseting, slag av húsum, bjálving, grannalag, osv. Jarðhitin er vorðin rættiliga populerur, men har sum tætt er millum húsini, kann tað forða fyri, at fleiri í grannalagnum kunnu fáa sær jarðhitahol, tí ov stutt má ikki vera ímillum tey. Í tætt bygdu...

Loksins koma serflokkar í Eysturskúlanum og Skúlanum á Fløtum!

Á býráðsfundi í kvøld samtykti eitt samt býráð at lata pening til umbygging av hølum í Eysturskúlanum og í Skúlanum á Fløtum, soleiðis at báðir skúlarnir fáa hølir til serflokkar. Umframt, at 1-3 tilboðið í Hoydølum heldur áfram.   Hettar er ein gleðisdagur, tí eingin veit betri enn eg, hvussu týdningarmikið rætta skúlatilboðið kann bjarga trivnaðinum og skúlagongdini hjá einum barni - og ikki minst møguleikarnar at mennast og búnast í síni egnu ferð.   Sum forkvinna í ADHD felagnum møti eg nógvum knústum familjum, hvørs børn trívast illa í tí skúlatilboðnum sum er! Eisini hoyri eg vaksin seindiagnosterað minnast aftur á skúlatíðina, sum ta ringastu tíðina í lívinum. Ein svensk kanning av seindiagnosteraðum seniorum +60 ár vísir, at heili 65% nevna skúlatíðina sum hava verið ótolandi!   Hettar nýtist ikki at verða so, tí vit hava bæði vitan og møguleikar at bjóða nøktandi skúlatilboð til øll.   At skaffa hølir er ábyrgdin hjá kommununi, og hóast serflokkar hava í nóg...

Setunarrøða til umhvørvisvikuna 2022


    Setunarrøða til umhvørvisvikuna 2022
 Politiskar hugleiðingar um starvsfólkaviðurkenning, endurfeingi, móðurmáli, sjálvbjargni og frælsi. Góðu tit, sum eru komin her saman við mær í dag! Í góðveðrinum 19.apríl 2019, helt eg eina røðu á einum av veðurlagsverkføllunum, beint her á Speakers Corner, sum vit nú aftur standa! Og til at seta eina Umhvørvisviku er væl lov at endurnýta! Eg segði í tí røðuni nøkur orð um eitt sera høgt sett mál, sum eg droymdi um tá. Nú, er málið ikki so fjart, og alt byrjar við at seta sær eitt mál, tí vil eg deila hesi orð við tykkum aftur.  Orðini ljóða soleiðis:  “Kommunala brennistøðin hoknar undan og brennir meir enn 97% av sínum kapasiteti og brennir næstan hvønn dag og hvørja nátt. Loysnin, ið arbeitt verður við, er at byggja brennistøð, sum kann brenna enn meir, tí vøksturin á okkara burturkasti gongur liniert beint upp, eini 2,5% hvørt ár. Hví ikki heldur politiskt taka støðu til, at vit minka burturkasti við eini 20% ella kanska...

Børn bíða í 18 mdr og vaksin í 15 mánaðar!

  Hetta lesa vit í svarunum, sum Jóhannis Joensen løtingsmaður hevur fingið, eftir at hava sett Kaj Leo Holm Johannesen, spurningar um bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum. Hann spyr m.a. um “Er bíðitíðin á psykiatriska deplinum longri enn ½ ár?” og “Hvør ítøkilig loysn er í umbúna fyri at minka um bíðilistarnar?” Svarini til fyrsta spurning er: “ Spyrjarin spyr um bíðitíðin á Psykiatriska Deplinum er longri enn hálvt ár. Sambært viðmerkingunum, hevur spyrjarin sjóneykuna á bíðitíðina til Barna-og ungdómspsykiatriina,sum skipanarliga nú liggur undir Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum. -Stóra avbjóðingin er, at nógv børn afturat eru komin á bíðilista tey seinastu árini og tað hevur við sær, at tey, ið verða ávíst í dag, skulu vænta at bíða í upp til 18 mánaðir við verandi manning í Barna-og ungdómspsykiatriini. 217 børn vóru á bíðilista í barna-og ungdómspsykiatriini í januar 2022. Hyggja vit eftir teimum, sum vóru til fyrstu viðtalu í 2021, so bíð...

Bjørg Dam heldur fram, sum forkvinna í ADHD felagnum.

Stórur áhugi er at koma í nevndina í ADHD felagnum. Á aðalfundinum 20.mars varð avgjørt at styrkja nevndina við at økja nevndarlimatalið úr 6 upp í 7, og tiltakslimatalið úr 3 upp í 5. Eisini limaskarin er vaksin við fleir enn 200 limum seinastu 2 árini.  “Lang er eftir á mál og vit hava brúk fyri øllum hondum í felagnum” segði Bjørg Dam, sum varð afturvald á aðalfundinum eftir at hava verið forkvinna seinastu 2 árini. - Stóra framgongdin í felagnum avspeglar tørvin og frustratiónirnar hjá familjum, sum eru raktar.  Vit skilja, at tað er politiskur vilji til staðar, men vit merkja hann ikki. Bíðitíðin til útgreining er longd nógv seinasta árið, og alt ov fá fáa hjálp og viðgerð. Psykiatriin er yvirrend av vaksnum og børnum, sum vilja hava hjálp. Vit hoyra dagliga um rúsevnismisnýtslu, óarbeiðsføri, mistrivna í skúlanum, angist, tunglyndi og økt tal av barnaverndarsakum. Nógv, kanska helvtin av hesum, høvdu als ikki verið, um tey fingu røttu hjálpina fyrr. Nýggj tøl vísa, at he...

Løtan er her og nú, Jørgen!

  Mánadagin fara børn við avbjóðingum at standa uttan námsfrøðiligar stuðlar í skúlunum, tí Pedagogfelagið rættir eina bróðurhond til systirfelagið. - Børnini í serflokkum og børn við stuðlum, eru ein útsettur bólkur, sum tolir illa broytingar í gerandisdegnum. -Vit skula tí ikki koma hartil mánadagin.   Løtan er her og nú, at javnseta løn, útbúgving og kyn.  

🔥🌎Vit skula brenna 50% minni! 🌱🔥

Ja, tað ber væl til um viljin er tilstaðar. - Treytir eru: -At tað er skjótt og stutt til endurnýtslustøðir, sum vera settar upp ymsastaðir í kommununi.   -At handilsvinnan fær fíggjarligan fyrimun við at lata skilt rusk inn, líkasum IRF hevur gjørt í fleiri ár. -At avtala verður gjørd við biogassverkið Førka, um at taka ímóti lívrunnum húsarhaldsburturkasti. -At kommunan ger eina endurnýtslumóttøku við upphøggi og sølu av eitt nú byggitilfari og eykalutum til bilar o.líkn. Í dag verður alt urtagarðstilfar tyrvt! - Eg vil, at allur urtagarðsvøkstur skal komposterast til mold, flisast, trø og greinar turkast, so borgarin kann keypa tað bíligt aftur. Umhvørviságóðin er stórur , men eisini sosialur vinningur er, tí kommunan saman við Dugna ella líknandi stovni, skapar nógv góð og meingingsfull størv. Búskaparligi vinningur skal ikki undirmetast, tá vit leingja um livitíðina á lutum og minka innflutningin! Kommunur aðrastaðir hava í nógv ár tikið hesa ábyrgd, nú er tað okkara tørn. ...

Eg ynski eina ADHD/ADD/autismu ábyrdarfulla kommunu!

Tá illgruni er um diagnosu, skal serligt fakfólk beinanvegin á banan og hond skal takast um familjuna. -Soleiðis geva vit børnunum bestu fortreytir at mennast og læra í einum umhvørvi, ið møtir teimum. Eisini lætta vit um hjá foreldrum, avvarandi og starvsfólkunum á stovnum og skúla. Umleið 5% av børnum hava ADHD/ADD og 1% hava autismu, tí er manglandi ella alt ov sein útgreinan, nakað flest øll starvsfólk innan barnaøkið kenna. Tað eru námsfrøðingar í starvi hjá kommununi, sum hava stóru uppgávuna at siga frá, tá børn ikki mennast aldurssvarandi, og tá tey tiltøkini teir seta ígongd ikki hjálpa barninum nóg mikið. Námsfrøðingarnir senda fyrst boð til Barna & ungdómsdeildina (B&U). B&U kemur við sínum sernámsfrøðiligu amboðum og møguliga verða nakrir eyka tímar settir inn. Hevur barnið ADHD/ADD ella autismu, so vil hettar átakið ikki hjálpa. Tí talan er um menningarólag, sum krevja útgreinan á psykiatriini. Ein diagnosa ger, at børnini fáa viðgerð frá heilsuverkinum og/ell...

Bjørg Dam stillar upp til umboðsráðið í Betri trygging

  🌱 Vel eitt nýtt grønt samhaldsfast andlit í umboðsráðið hjá Betri! 🌱  Míni hjartamál eru :  💚GRØNARI ganga fremst í orkuumskiftinum 💚SAMHALDSFAST og betri, øll hava ráð til 💚SAMFELAGSSINNI stuðla m.a. ADHD og sálarheilsu 💚FJØLTÁTTARI tryggja trivna og fjølbroytni 💚ÁBYRGDARFULT gera íløgur í føroyska samfelagið. 💚TÆNASTUSINNI minimera avgjøld, rakstur og meirkostnað. 💚DREYMAR til veruleika hjá húsakeypara, íverkseta og fiskimanni. 💚TRYGGJARI í ferðslu og á sjógvi 💚BETRI fyri viðskiftafólk og starvsfólk.   Stutt um meg: Eri 44 ára gomul av Argjum, og búgvi nú í Birnugøtu á Ternuryggi við manni og trimum børnum. Eri sjálvstøðug vinnurekandi, útbúgvin eksportteknikari og bachelorur í føroyskum. Eri forkvinna í ADHD felagnum, aktiv politiskt og brenni fyri umhvørvinum. 👋 Eg ynski at gera mína ávirkan galdandi í umboðsráðnum, umboðandi teg, sum tryggingartakara í Betri trygging. 🌱 Øll fáa valkort sendandi við postinum. Til ber at velja talgilt ella...

Vit hava krav at vita, hví Bogi og Annika søgdu nei til tunnilsgrótið!

Hví eru vit nú í hesari støðuni, har borgarin í Tórshavnar kommunu, stendur sum stóri taparin í málinum um tunnilsgrótið. Ístaðin fyri eitt     flott inntøkugevandi vinnuøkið við streymasjógvi á Gomlurætt, fáa vit ístaðin 30.000 fultlessaðar lastbilar í gjøgnum Havnina, náttúran á Velbastað verður ongantíð tann sama og vit standa við dálkingini og rokningini. Sami Bogi Andreasen, sum varð frammi undan summarfrítíðina í fjør og segði, at einans 1,5-2 milliónir skiltu Tórshavnar kommunu og Tunnilsfelagið frá einari semju, um at nýta grótið til vinnuøki, stóð í gjár og kærdi sína neyð. Nú fær hann einki gjørt, avleiðingarnar eru blivnar so ógvusligar, og standa als ikki í mát við tær 1,5-2 mlliónirnar, sum varð í millum partarnir tá. Hettar gruggar málið, og eri eg als ikki trygg við, at býráðið tekur skilagóðar avgerðir! Tí haldi eg, at borgararnir Tórhavnar kommunu og vit, sum sótu í býráðnum og stríddust fyri at fáa vinnuøki, hava krav at vita, hví ein semja ikki kundi fá...

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at ...