UM MEG



Eg eri fødd í 1975 og eri gift við Høgna Egilstrøð Hansen. Saman eiga vit Gunnrið 2006, Nikael 2008 og Sofíu 2014.
Vit búgva við gomlu kolonihavahúsini á Ternuryggi í Havn, og her trívast vit væl.

Í arbeiðshøpi eri eg saman við manni mínum sjálvstøðug vinnurekandi við fyritøkuni sp/f Flis, ið byrjaði sum ein lítil spennandi grøn verkætlan, har endamálið var at gagnnýta urtagarðburturkast, heldur enn at tyrva tað. Flis.fo er vaksið nógv og nú fáast vit eisini við m.a. grevstur og lastbilakoyring. Av útbúgving eri eg eksportteknikari og bachelorur í føroyskum. Eisini arbeiði  eg í familjufyritøkuni Thomas Dam á Hálsi. 

Í politiskum høpi havi eg verið virkin í fleiri ár, nú sum fastur býráðslimur og eisini sum varumboð í býráðnum og í Løgtinginum. Eg havi eisini verið í floksarbeiði, har eg havi sitið í nevnd í fleiri ár - eitt tíðarbil, sum forkvinna í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.

Eg taki í álvara við teimum uppgávum, sum veljarin og Javnaðarflokkurin geva mær. Hetta síggi eg sum mína evstu ábyrgd.

POLITISKT ARBEIÐI

2018/11 - sæti í Tórshavnar býráð fyri Heðin Mortensen
2018 mars-apríl sæti á tingi fyri Bjarna Hammer
2018 november - apríl : sæti í Tórshavnar Býráð fyri Helenu Dam á Neystabø
2016-2020 1.varalimur í Tórshavnar Býráð
2012 -2016 2. varalimur í Tórshavnar Býráð 

NEVNDARARBEIÐI
2019 - Forkvinna í ADHD-felagnum
2012 - Forkvinna og limur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
2012 - Barnabókmentaheiðursløn Tórshavnar Býráðs
2012 - 2016 Musikskúlanevnd Tórshavnar Býráðs
2012- 2016 Forkvinna í foreldraráðnum í frítíðarskúlanum í Hoyvík
2007 - Foreldraráðið í býlingshúsinum á Flat
1999-2003 - MFS m.a. annað eisini sum virkandi forkvinna

Bjørg Dam plakatmynd løgtingsval 2019
Løgtingsval 2019

Bjørg Dam liggjandi plakat mynd løgtingsval 2019
Løgtingsval 2019



Býráðssval Bjørg Dam 2016 javnaðarflokkurin
Býráðsvalið 2016





Fólkatingsval Bjørg Dam 2015
Fólkatingsvalið 2015
Býráðssval Bjørg Dam 2012  javnaðarflokkurin
Býráðsvalið 2012
Býráðssval Bjørg Dam 2015 javnaðarflokkurin
Løgtingsvalið 2015