Nevndin í ADHD felagnum hevur skipað seg av nýggjum. Nú eru 16 fólk í nevndini, 7 nevndarlimir og heili 9 tiltakslimir!!
Vit eru nú yvir 350 limir í felagnum, so tað er fantastiskt at hava so nógv í nevndini, ið vilja gera ein mun innan ADHD í Føroyum Og vit mugu ásanna, at her er úr at gera! Vit hava longu nátt nógv, men enn eru nógv mál á skrá, m.a. bíðilistarnir til útgreining, hjálp og stuðul í gerandisdegnum, skúlar, stovnar, arbeiðslív osv. Og vit fara at skipa fyri enn fleiri sjálvhjálparbólkum, tí tað hevur víst seg gera stóran mun hjá fólki Og sum nakað nýtt skipaðu vit fyri fyrstu limakaféini í gjár, sum eydnaðist so væl Ætlanin er at hava limakafé hvønn mánaða Nevndin skipaði seg soleiðis: Forkvinna: Bjørg Dam bleiv afturvald Næstforkvinna: Poula Patursson Kassameistari: Anne Sophie Nordendal Skrivari: Anna Nolsøe Joensen Samskipari: Maiken á Mýrini Nevndarlimir: Pætur Nattestad Petersen og Durita Brekku Dam. Tiltakslimir: Edmund Djurhuus, Rutt Ragnarsdóttir Hjaltalin, Eyð-Britt Tjaldrastein, Karolina Láberg, B...