Skip to main content

Posts

Showing posts with the label serligan tørv

 Serflokkar til Fuglafjarðar, Eystur kommunu, Giljanes, Løgmannabreyt og Nonnuskúlan. 

Allir skúlar við fleiri enn umleið 200 næmingar eiga at hava serflokkar, men enn eru fleiri skúlar sum mangla. Nevnast kunnu Fuglafjarðarskúli   282 næmingar, Eysturkommunu 244 næmingar, Skúlin á Giljanesi 244 næmingar,  Skúlin á Løgmannabreyt 387 næmingar,  Sankta Frants 333   næmingar, Skúlin á Argjahamri 386 næmingar (eru áveg) Nevnast kann, at fleiri skúlar við færri næmingum enn 200 hava fingið serflokkar t.d. Vestmanna skúli og Sørvágsskúli, ið hava 168 næmingar hvør.  Hetta tí man hevur mett tað neyðugt, men hví so ikki geva øllum stórum skúlum serflokkar, eru børn við serligum tørvi ikki har???? Okkara kassahugsan ger, at eini 96% av okkara børnum fáa sama standard skúlatilboðið, ímeðan gott 3% fáa eitt serflokkatilboð og minni enn   1% ganga í Skúlanum á Trøðni.   Allir skúlar hava førleikastovur, har næmingar fáa eyka undirvísing, men serdidaktisku-, sernámsfrøðiligu- og orðblindnaførleikarnar eru alt ov   veikir, og skula styrkjast muna...

-UMSORGANARSVIKT OG SPARA EFTIR REYV!!

-UMSORGANARSVIKT OG SPARA EFTIR REYV!! Fosturforeldraskipanin hevur veitt ov lítið av hjálp og avlasting í nógv ár, tó batar eru nú ADHD heimaráðgevingini og TGT eru komnar. Søgan er tann sama, sum í allari okkara skipan, at manglandi fyribyrging og tíðligahjálp ger, at prísurin fleirfaldast, tá man missur á stokkinum - Menniskjaligi prísurin kann tó ikki gerast upp í pengum! Tíverri er hettar ikki fyrstu ferð fosturforeldur geva skarvin yvir, og gera vit einki beinanvegin, so verður hettar heldur ikki seinastu ferð! Øssur, túsund takk fyri at tit valdu at stíga fram og seta orð á og helst verða talirør fyri so nógv onnur fosturforeldur! - Avlasting og góð hjálp til fosturforeldur er líka so neyðug, sum at seta bukkar undir bátin, tá hann stendur á landi. Óansæð um eg verið vald ella ikki, so fari eg at arbeiða fyri børnum við serligum tørvi og (fostur)familjur teirra, men løgtingssessurin er sum at skifta árabátin út við eitt skjóttgangandi supplyskip, eg hevði komið fram við hjálpin...

Jenis, hvør skal nú veita børnunum undir skúlaaldri sernámsfrøðiligan stuðul?

  -Nú Sernám greitt meldar út í brævið til dagstovnar, at tey ikki veita sernámsfrøðiliga ráðgeving longur, vil eg stilla landsstýrismanninum í mentamálum Jenis av Rana, sum eigur børnini spurningin:   - hvør skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving til børn undir skúlaaldur og familjum teirra?   Vit eru sera nógv, sum í fleiri ár hava rópt um at Sernám ikki hevur røkt sínar skyldur - orsøkina síggja vit í veiktorðaðu lógini, ið bert hálvlunkað leggur nakað av ábyrgd av serøkinum á Sernám, og annað beinleiðis til landsstýrismannin!    -Landsstýrismaðurin fer helst siga, at hann hevur givið Sernámi uppgávuna at røkja, ímeðan Sernám sigur, at vit hava ikki fingið pening til at røkja uppgavuna!.    - Vit kunnu bara staðfesta, at børn detta ímillum og verða koyrd rund í skipanini í fleiri ár, og nú má greiða fáast á!   -Í fólkaskúlalógini §4 stendur, “Sernám veitir skúlum, foreldrum og øðrum, ið varða av næmingum í fólkaskúlanum, sernámsfrøðiliga og s...

Loksins koma serflokkar í Eysturskúlanum og Skúlanum á Fløtum!

Á býráðsfundi í kvøld samtykti eitt samt býráð at lata pening til umbygging av hølum í Eysturskúlanum og í Skúlanum á Fløtum, soleiðis at báðir skúlarnir fáa hølir til serflokkar. Umframt, at 1-3 tilboðið í Hoydølum heldur áfram.   Hettar er ein gleðisdagur, tí eingin veit betri enn eg, hvussu týdningarmikið rætta skúlatilboðið kann bjarga trivnaðinum og skúlagongdini hjá einum barni - og ikki minst møguleikarnar at mennast og búnast í síni egnu ferð.   Sum forkvinna í ADHD felagnum møti eg nógvum knústum familjum, hvørs børn trívast illa í tí skúlatilboðnum sum er! Eisini hoyri eg vaksin seindiagnosterað minnast aftur á skúlatíðina, sum ta ringastu tíðina í lívinum. Ein svensk kanning av seindiagnosteraðum seniorum +60 ár vísir, at heili 65% nevna skúlatíðina sum hava verið ótolandi!   Hettar nýtist ikki at verða so, tí vit hava bæði vitan og møguleikar at bjóða nøktandi skúlatilboð til øll.   At skaffa hølir er ábyrgdin hjá kommununi, og hóast serflokkar hava í nóg...

Nevndin í ADHD felagnum hevur skipað seg av nýggjum. Nú eru 16 fólk í nevndini, 7 nevndarlimir og heili 9 tiltakslimir!!

  Vit eru nú yvir 350 limir í felagnum, so tað er fantastiskt at hava so nógv í nevndini, ið vilja gera ein mun innan ADHD í Føroyum Og vit mugu ásanna, at her er úr at gera! Vit hava longu nátt nógv, men enn eru nógv mál á skrá, m.a. bíðilistarnir til útgreining, hjálp og stuðul í gerandisdegnum, skúlar, stovnar, arbeiðslív osv. Og vit fara at skipa fyri enn fleiri sjálvhjálparbólkum, tí tað hevur víst seg gera stóran mun hjá fólki Og sum nakað nýtt skipaðu vit fyri fyrstu limakaféini í gjár, sum eydnaðist so væl  Ætlanin er at hava limakafé hvønn mánaða                   Nevndin skipaði seg soleiðis: Forkvinna: Bjørg Dam bleiv afturvald Næstforkvinna: Poula Patursson Kassameistari: Anne Sophie Nordendal Skrivari: Anna Nolsøe Joensen Samskipari: Maiken á Mýrini Nevndarlimir: Pætur Nattestad Petersen og Durita Brekku Dam. Tiltakslimir: Edmund Djurhuus, Rutt Ragnarsdóttir Hjaltalin, Eyð-Britt Tjaldrastein, Karolina Láberg, B...

Børn bíða í 18 mdr og vaksin í 15 mánaðar!

  Hetta lesa vit í svarunum, sum Jóhannis Joensen løtingsmaður hevur fingið, eftir at hava sett Kaj Leo Holm Johannesen, spurningar um bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum. Hann spyr m.a. um “Er bíðitíðin á psykiatriska deplinum longri enn ½ ár?” og “Hvør ítøkilig loysn er í umbúna fyri at minka um bíðilistarnar?” Svarini til fyrsta spurning er: “ Spyrjarin spyr um bíðitíðin á Psykiatriska Deplinum er longri enn hálvt ár. Sambært viðmerkingunum, hevur spyrjarin sjóneykuna á bíðitíðina til Barna-og ungdómspsykiatriina,sum skipanarliga nú liggur undir Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum. -Stóra avbjóðingin er, at nógv børn afturat eru komin á bíðilista tey seinastu árini og tað hevur við sær, at tey, ið verða ávíst í dag, skulu vænta at bíða í upp til 18 mánaðir við verandi manning í Barna-og ungdómspsykiatriini. 217 børn vóru á bíðilista í barna-og ungdómspsykiatriini í januar 2022. Hyggja vit eftir teimum, sum vóru til fyrstu viðtalu í 2021, so bíð...

ADHD viðgerð fyribyrgir rúsevnismisnýtslu!

Tað hevur sera stóran týdning, at okkara ungu fáa røttu viðgerðina og hjálpina, so tey m.a. læra at megna at standa ímóti náðileysa rúsinum og gramma seljaranum. Norðurlendsk hagtøl vísa, at umleið 3. hvør rúsevnismisnýtari og 5. hvør rúsdrekkamisnýtari hevur ADHD! Tað er dýrabar vitan í stríðnum at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu, og fyri at fáa eina fullfíggjaða og væleydnaða rúsevnisviðgerð, tá skaðin er hendur. Alt bendir uppá, at tíðliga útgreinan og hjálp er besta fyribyrgingin ímóti at børn og ung byrja eitt misbrúk ella fara í kriminalitet. ADHD’ið ger, at tey eru í nógv størri vanda at fella fyri freistingunum, tí fysiologiskt viðførur ADHD ein mangul uppá dopamin í heilanum. Rúsevni frígeva stórar nøgdir av dopamini, og tað ger, at umframt rúsin, so føla fólk við ADHD gagn av rúsevninum, tí tey fáa minni órógv, tankamyldur og kensluna av, at vera øðrvísi og ikki passa inn. Veikleikin er eisini, at ADHD’arar eru sera impulsstýrdir, teir handla uttan at hugsa. Í kognitivari viðger...

Løtan er her og nú, Jørgen!

  Mánadagin fara børn við avbjóðingum at standa uttan námsfrøðiligar stuðlar í skúlunum, tí Pedagogfelagið rættir eina bróðurhond til systirfelagið. - Børnini í serflokkum og børn við stuðlum, eru ein útsettur bólkur, sum tolir illa broytingar í gerandisdegnum. -Vit skula tí ikki koma hartil mánadagin.   Løtan er her og nú, at javnseta løn, útbúgving og kyn.  

Ókeypis sálarhjálp til øll børn yngri enn 15 ár eisini.

Í heyst samtykti eitt einmælt løgting at veita ókeypis sálarfrøði til øll millum 15 og 35 ár, sum hava angist og tunglyndi.  Tað tykist løgið, at bjóða 20 árgangum hetta tilboð, men so ikki taka yngru børnini við. Tí ofta byrja avbjóðingarnar nógv fyrr.  Eg gangi nógv meira inn fyri, at vit arbeiða fyribyrgjandi og seta inn tíðliga. Alt bendir á, at tíðliga innsatsur gevur bestu úrslit. Tí fari eg at arbeiða fyri, at kommunan tekur um endan og bjóðar ókeypis sálarhjálp til yngru børnini eisini.    Bjørg Dam  Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu  

Øll børnini gingu ikki gleðisgongu niðan á Fløtir.

Næstan øll børnini í Skúlanum á Fløtum gingu gleðisgongu niðan í nýggja flotta skúlan. - Tey, sum ikki vóru við í gleðisgonguni eru serskúlabørnini, sum dagliga ganga í Gula Skúla. Hesi fara ístaðin at ganga gleðisgongu úr Gula Skúla og út í gamla Argjaskúla, har tey í næstum fáa fantastiskar læru- og menningarumstøður við svimjihyli, fimleikahøll, fótbóltsbana, náttúruperluni Sandágerð o.a.beint við. Hettar er avgjørt og stórt rós til býráðið fyri tað. Við hesum hevur Tórshavnar kommuna fingið ein sera góðan virðiligan serskúla á Argjum, sum ger eitt megnar arbeiði fyri børn, sum tørva sernámsfrøði og karmar uttanfyri fólkaskúlan MEN, tá tað so er sagt, so byrjar arbeiði nú at fáa serflokkar inn í Skúlan á Fløtum og allar hinar stóru skúlarnar í kommununi. Serflokkar eru fíggjaðir av landinum, men tað eru kommunurnar, ið skula útvega skúlastovurnar. - Hví skula børn í Tórshavnar kommunu ikki fáa sama tilboð sum børn kring alt landið fáa?? Býráðið hevur sovið í tímanum, og tí lat skúli...

Eg ynski eina ADHD/ADD/autismu ábyrdarfulla kommunu!

Tá illgruni er um diagnosu, skal serligt fakfólk beinanvegin á banan og hond skal takast um familjuna. -Soleiðis geva vit børnunum bestu fortreytir at mennast og læra í einum umhvørvi, ið møtir teimum. Eisini lætta vit um hjá foreldrum, avvarandi og starvsfólkunum á stovnum og skúla. Umleið 5% av børnum hava ADHD/ADD og 1% hava autismu, tí er manglandi ella alt ov sein útgreinan, nakað flest øll starvsfólk innan barnaøkið kenna. Tað eru námsfrøðingar í starvi hjá kommununi, sum hava stóru uppgávuna at siga frá, tá børn ikki mennast aldurssvarandi, og tá tey tiltøkini teir seta ígongd ikki hjálpa barninum nóg mikið. Námsfrøðingarnir senda fyrst boð til Barna & ungdómsdeildina (B&U). B&U kemur við sínum sernámsfrøðiligu amboðum og møguliga verða nakrir eyka tímar settir inn. Hevur barnið ADHD/ADD ella autismu, so vil hettar átakið ikki hjálpa. Tí talan er um menningarólag, sum krevja útgreinan á psykiatriini. Ein diagnosa ger, at børnini fáa viðgerð frá heilsuverkinum og/ell...

Skúlin á Fløtum letur upp fyrsta dagin, uttan serflokkar!

Leinkja til serflokkar   Í juni var eg vil at senda innarliga áheitan til Tórshavnar kommunu um at finna pláss til serflokkar inni í nýggja skúlanum á Fløtum. Tí gjørdi eg saman við ADHD felagnum býráðið og kommununa varuga við hetta. Hetta fyri, at tey høvdu ein møguleika at arbeiða skjótt og finna pláss til serflokkar, áðrenn skúlin skuldi lata upp. Men tað er tíverri eingin vilji til tess, og nú letur skúlin upp uttan at serflokkar eru inni í skúlanum! Hóast, -Nýggi skúlin á Oyrarbakka, sum júst er upplatin hevur serflokkar. -Nýggi skúlin sum lat upp fyrr í ár í Klaksvík eisini hevur serflokkar. -Skúlin í Vestmanna í ár fyri fyrstuferð hevur 2 serflokkar. -Skúlin í Sørvági í fjør tók niður gomlu serflokkastovurnar fyri at byggja upp nýggjar og betri innrættaðar, soleiðis at børnini skuldi fáa bestu læruumstøðurnar. -Lærarafelagið og pedagogfelagið vórðu spurd til tiltakið Megnartak í fjør, og tóku bæði undir við skipanini um serflokkar. Kunngerðin um serflokkar varð lýst í fjør,...

Fleiri tillagaði størv í kommununi.

Kommunan skal bjóða hóskandi tal í av tillagaðum størvum og útbúgvingarmøguleikar til fólk við skerdum førleikum, ella sum av onkrari orsøk hava tørv á hjálp við at koma á arbeiðsmarknaðin. Nú sitandi meiriluti í løgtinginum er í gongd við at gera umstøðurnar verri hjá fólkum í tillagaðum starvi, er tað enn týdningarmiklari at kommunan betrar um tilboðið, og orðar ein starvspolitik um tillagaði størv og starvsvenjing.  Hetta kann gerast við at seta krav um at eitt hóskandi tal av fólkum skula verða í tillagaðum starvi í kommununi. Vit gerast ein betri og ríkari kommuna, um vit syrgja fyri, at borgarar kunna hava eitt virðiligt, trygt og so langt arbeiðslív sum gjørligt. Tað hevur ikki einans sera stóran týdning fyri lívsgóðskuna hjá tí einstaka, men eisini hjá restina av familjuni. Eg fari at tryggja fleiri tillagaði størv í kommununi, fái eg sæti í býráðnum. BjørgDam.fo Valevni á lista C

Børn við serligum tørvi ongan góðan í Tórshavnar býráð.

Nú skúlarnir byrja aftur, eri eg sera glað at frætta, at Vestmanna skúli hevur fingið serflokkar. Nú fáa børnini við avbjóðingum so sum ADHD og autismu í Vestmanna eitt gott og nøktandi skúlatilboð inni í skúlanum, saman við vinum og tí kenda.    Í heyst stendur føroya størsti fólkaskúli, Skúin á Fløtum liðugur.  Men tíverri hevur Tórshavnar býráð ikki sæð tað neyðugt at gera karmar ella pláss fyri serflokkum inni í stóru glasborgini á Fløtum, hóast har fara at ganga yvir 700 næmingar!  Tað er hugstoytt at hugsa, hvussu nógv børn ikki fáa nøktandi skúlatilboð í Tórshavnar kommunu! Tað er ein skandala av teimum ringastu, og tað undirstrikar, hvussu lítið innlit í serøkið og, hvussu lítla raðfesting børn við avbjóðingum hava í Tórshavnar býráð.   Tað eru 6 skúlar í Tórshavnar kommunu við fleiri enn 200 næmingum og bert ein hevur serflokkar inni í skúlanum, tað er Hoyvíkar skúli. Í restina av Føroyum eru 11 fólkaskúlar við uml. 200 næmingum og uppeftir, harav hava ...

Serflokkar: Tíverri ikki pláss fyri tær!

Ídag fara tey flestu skúlabørnini aftur í skúla. Tey flestu eru spent, vónrík og glað. Men ikki øll.   - Tíverri eru nøkur við avbjóðingum ella serligum tørvi, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð.   Tosaði við eina mammu, sum við grátandi rødd fortaldi um sonin,

Megnartak fyri børn við serligum avbjóðingum

Børn við ADHD, autismu og øðrum avbjóðingum  Øll, sum hava børn, sum tørva okkurt eyka, vita, hvussu strævið systemið er at fáast við. Nógv foreldur geva upp, ímeðan summi orka at berjast soleiðis at børnini fáa onkra hjálp.  At tað bara eru tey sterku, sum fáa hjálp, er ein demokratiskur trupulleiki, og tað skal ikki verða soleiðis í framtíðini. Hevur eitt barn avbjóðingar ella trupulleikar, so skal familjan fáa familjuráðgeving og ein toghaldara, sum kennir skipanirnar, og sum kann hjálpa teimum. Hetta er við til at geva øllum børnum somu møguleikar í lívinum. 

Summi fáa væl betri vælferðartænastur enn onnur!

- Her eru mínar royndir og drúgva stríðið fyri at sonurin fekk ADHD staðfest. Longu sum 2 ára gamal gjørdi námsfrøðingur vart við, at alt var ikki sum tað átti. Barna- & ungdómsdeildin hjá kommununi kom at lurta, og søgdu seg bara hoyra um ein praktfullan, lívligan og glaðan drong. -Hettar var hann eisini, so tað kundi eg bara játta.

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár. Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan

Bjørg Dam stillar upp til fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið.

Seinasta val varð Bjørg vald sum annar varalimur og hevur haft sæti á løgtingi. Í løtuni situr hon í býráðssessinum hjá Heðin Mortensen í Tórshavnar býráð. Nýliga er hon vald sum forkvinna í ADHD felagnum, og ætlar hon at broyta lívið við ADHD í Føroyum - Við røttu viðgerðini ber til, at ADHD verður ein góður fylgisveinur, sum er við til at ríka lívið hjá tí einstaka og okkara samfelag.  Tí fólk við ADHD hava serstakar eginleikar, sum gera at tey kasta í samfelagi við nýskapandi hugsanum. Tey síggja ofta øðrvísi loysnir og hava ofta dirvi og drívmegi sum fáur. Bjørg er 43 ár uppvaksin á Argjum og býr saman við manni og 5, 11 og 12 ára gomlu børnunum á Ternuryggi í Havn. Hon er sjálvstøðug vinnurekandi og heldur, at smápartafeløg skula eisini kunna tekna sjálvboðna sjúkratrygging so sum einstaklingafyritøkur kunna í dag. Eisini heldur hon, at fyritøkur ikki skula rinda kringvarpsgjald. Øll árini hevur Bjørg arbeitt fyri umhvørvinum, og gleðist yvir, at flestu politikarar nú ...

Øll børn við serligum tørvi í "Ta góðu tilgongdina"

 "Tann góða tilgongdin" snýr seg um at skipa eina góða tilgongd fyri børn við autismu og familjur teirra. Hetta serliga í mun til samstarv við almennu myndugleikar soleiðis, at tænastan er greið og samskipað.   Tíverri er tilboðið ikki galdandi fyri børn við øðrum avbjóðingum sum eitt nú ADHD. Tað er sera óheppið at landið ger so stóran mismun millum børn.