8.30.2019

Skilja burturkast: Eg brenni fyri at brenna minni.


40% av burturkastinum skal endurnýtast ár 2030 er okkara vallyfti.  Hvussu koma vit higar, spyrja nógv? Tað er spurningur um at vilja tað, skipa seg, og gera tað.
Eg brenni nógv fyri, at vit brenna nógv minni og endurnýta so nógv sum gjørligt. Eg vil tað!
Endamálið við hesari greinini er, at lýsa avbjóðingina og vísa á, at vallyftið er ikki ógjørligt.
Beinleiðis endurnýtsla er best - Um eg ikki kann brúka tað, kanska kanst tú.
Borgarin, vinnan og felagsskapir eru lykilin til beinleiðis endurnýtslu, sum vit kenna tað við

8.28.2019

Smávinna: frá at grulva til at renna!


Eg vil arbeiða fyri betri umstøður til smá vinnurekandi, eitt nú við at tað skal kunna lata seg gera, at tekna sjálvbodna sjúkratrygging, so sum einstaklingavirkir kunna. 
Sera nógv hevur verið gjørt, fyri at lætta um íverkseting av alskyns spennandi slag seinastu árini og nattúrliga gongdin er, at vaksa úr einum ívf, einstaklingavirki ella øðrum til eitt sp/f. 

8.26.2019

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

8.25.2019

Fáa serligu familjurnar heimaftur




Hevur tú fingið eitt barn við serligum tørvi, so verða Føroyar ofta valdar frá, tí hjálpin er betri aðrastaðni. 

Okkara vallyfti hjá Javnaðarflokkinum er “Heimsins besta barnaland”. Hettar er sjálvsagt galdandi fyri øll børn. 

8.21.2019

Heimafriður ein rættur, sum ikki er vunnin enn.

Okkara stórsta inntøkukelda er ótolandi fyri nøkur teirra, ið búgva nærhendis ljóð- og roykdálkandi skipum.

- Felagið heimafriður hevur gjørt vart við hettar í longri tíð, og enn er einki gjørt, uttan at summi reiðaríir hava víst atlit, sýnt

8.19.2019

Serflokkar: Tíverri ikki pláss fyri tær!

Ídag fara tey flestu skúlabørnini aftur í skúla. Tey flestu eru spent, vónrík og glað. Men ikki øll.  
- Tíverri eru nøkur við avbjóðingum ella serligum tørvi, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð.
 
Tosaði við eina mammu, sum við grátandi rødd fortaldi um sonin,

8.13.2019

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin.
Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til

8.06.2019

Megnartak fyri børn við serligum avbjóðingum

Børn við ADHD, autismu og øðrum avbjóðingum 
Øll, sum hava børn, sum tørva okkurt eyka, vita, hvussu strævið systemið er at fáast við. Nógv foreldur geva upp, ímeðan summi orka at berjast soleiðis at børnini fáa onkra hjálp. 

At tað bara eru tey sterku, sum fáa hjálp, er ein demokratiskur trupulleiki, og tað skal ikki verða soleiðis í framtíðini. Hevur eitt barn avbjóðingar ella trupulleikar, so skal familjan fáa familjuráðgeving og ein toghaldara, sum kennir skipanirnar, og sum kann hjálpa teimum. Hetta er við til at geva øllum børnum somu møguleikar í lívinum. 

8.05.2019

Láturgasstrupuleikin er eisini í Føroyum.

Í fjør byrjaðu vit, hjá Thomas Dam á Hálsi, at leggja til merkis, at fleiri ung komu inn at keypa hesar patrónur, ið eru ætlaðar til rómasproytur (sifong).
Økta sølan og ungu keyparnir tyktist løgið, og vit høvdu illgruna til, alt her ruggaði ikki rætt!

8.04.2019

Ræðandi góðar tíðir, krevja skynsemi

Seinasti býráðsfundur hesumegin løgtingsvalið og stóri spurningurin er, um trumfanir og stikkarnir sita á somu hondum eftir løgtingsvalið, so mær unnist framhaldandi at manna varasessin fyri Heðin Mortensen í Tórshavnar Býráð? 


- Tað vóni eg veruliga, tí tað eru nógv stór tøk eftir at taka so sum vælferðarlógin, ið einans er

8.02.2019

Summi fáa væl betri vælferðartænastur enn onnur!


- Her eru mínar royndir og drúgva stríðið fyri at sonurin fekk ADHD staðfest.

Longu sum 2 ára gamal gjørdi námsfrøðingur vart við, at alt var ikki sum tað átti.

Barna- & ungdómsdeildin hjá kommununi kom at lurta, og søgdu seg bara hoyra um ein praktfullan, lívligan og glaðan drong.
-Hettar var hann eisini, so tað kundi eg bara játta.

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár.
Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan

Bongijump, fløskuinnsavnan og glitrandi armband, ið ikki varð gull.

Bongijump, fløskuinnsavnan og glitrandi armband, ið ikki varð gull. 
- Ólavsøkan var ein tann besta, men kundi hon verið betri? 

Ja! - Eg hevði vilja broytt 3 ting, øll ting kommunan varðir av. 

1: TIVOLI umfata av armbandi hevði 8 aktivitetir, ið royndi at spenna seg til børn í øllum aldrum - og í realitetinum vóru tað bert eini 4 ting fyri tey smáu og eini 4 til tey stóru. Bert tey mitt ímillum uml. 7-10 ár høvdu stødd og aldur

7.27.2019

Bjørg Dam stillar upp til fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið.

Seinasta val varð Bjørg vald sum annar varalimur og hevur haft sæti á løgtingi. Í løtuni situr hon í býráðssessinum hjá Heðin Mortensen í Tórshavnar býráð.

Nýliga er hon vald sum forkvinna í ADHD felagnum, og ætlar hon at broyta lívið við ADHD í Føroyum - Við røttu viðgerðini ber til, at ADHD verður ein góður fylgisveinur, sum er við til at ríka lívið hjá tí einstaka og okkara samfelag.  Tí fólk við ADHD hava serstakar eginleikar, sum gera at tey kasta í samfelagi við nýskapandi hugsanum. Tey síggja ofta øðrvísi loysnir og hava ofta dirvi og drívmegi sum fáur.

Bjørg er 43 ár uppvaksin á Argjum og býr saman við manni og 5, 11 og 12 ára gomlu børnunum á Ternuryggi í Havn. Hon er sjálvstøðug vinnurekandi og heldur, at smápartafeløg skula eisini kunna tekna sjálvboðna sjúkratrygging so sum einstaklingafyritøkur kunna í dag. Eisini heldur hon, at fyritøkur ikki skula rinda kringvarpsgjald.

Øll árini hevur Bjørg arbeitt fyri umhvørvinum, og gleðist yvir, at flestu politikarar nú byrja at síggja álvaran í at Føroyar eisini tekur ábyrgd, og fær m.a. eina nógv betri pantiskipan, har øll pantiíløt kunna latast inn á einum stað.

Betri trivna á dagstovnum og skúlum, sálarheilsa, viðgerðartrygd og vetrarferðia er onnur átroðkandi mál, sum skula loysast.
- Eg ynski, at verða partur av einum løgtingi, ið byggir á gott samstarv, álit og virðing millum flokkar og millum samgongu og andstøðu. Eg haldi, at tíðin er komin, at vit skula arbeiða fyri breiðum semjum og langtíðarloysnum.

7.22.2019

Øll børn við serligum tørvi í "Ta góðu tilgongdina"


 "Tann góða tilgongdin" snýr seg um at skipa eina góða tilgongd fyri børn við autismu og familjur teirra. Hetta serliga í mun til samstarv við almennu myndugleikar soleiðis, at tænastan er greið og samskipað. 

Tíverri er tilboðið ikki galdandi fyri børn við øðrum avbjóðingum sum eitt nú ADHD. Tað er sera óheppið at landið ger so stóran mismun millum børn.

6.25.2019

Svar um bussleiðina













Á býráðsfundinum hóskvøldið setti eg 5 spurningar um bussleiðina til Jákup Dam, formann í teknisku nevnd. Spurningarnir vóru í stuttum hesir: hvørjar broytingar og nær tær vera, hvussu nógvar áheitanir komu inn og hví bussskýlini vóru tikin niður, áðrenn endurskoðanin hevði verið. Eisini spurdi eg, hvussu nógv umleggingin kostar.

Til ber at hoyra alt svarið frá Jákupi Dam her: http://broadcast.avc.dk/thk/vod.html - Vel mál nummar 163/19 í breddanum til høgru

6.15.2019

Bussleiðin býtir býlingar óheppið, steðgar ov tíðliga á kvøldið og vandamiklir gonguteigar.


Ikki var tað aprílsøga, at bussleiðin broyttist sjálvan 1.apríl! 
Tíbetur, tí bussleiðina eiga vit at vera góð við, menna, betra og styrkja alla tíðina.

Sera gott er, at bussurin nú koyrir í vikuskiftinum. Men tíverri gevst bussurin alt ov tíðliga á summum leiðum. Kaldbaksfólk mugu heim longu kl. 21.26 á kvøldið, og kunna sostatt eitt nú ikki ganga á kvøldskúla longur. Tey arbeiddu hart fyri í 1980’unum at fáa bussin at koyra til eftir kl.22 á kvøldið, tí so nógvir aktivitetir eru til á - og nú hava tey mist tað, hóast tey hava boða frá hesum staðiliga.

5.14.2019

Bleiv bussleiðin betri?


Tað sum harmar meg ordiliga nógv við broyttu bussleiðini, eru allar søgurnar eg hoyri um eldri fólk, sum ikki fara út longur, tí bussurin er broyttur. Tað harmar, at hoyra um fólk við menningartarni, sum sjálvi plagdu at taka bussin, men nú skula tey skifta buss, kanska

4.25.2019

Bilar fyrst børn næst!

Busssteðgistaðið uttanfyri Hoyvíkar skúla flutt???
- NEI, soleiðis hugsar okkara kommuna ikki. BILARNIR skula hava bestu leið. Tí flyta vit busssteðgistaðið 100m longur frá skúlanum. Eg arbeiði fyri, at sera trygg og góð gonguteigaøki skulu gerast uttanfyri skúlar og stovnar har nógv fólk gongur. Tí tað skal verða gott, skjótt og trygt at ganga í Tórshavnar kommunu. Í hesum førinum ger man tað drúgvari og ótryggari at velja bussin. Klók bussplanlegging hevði gjørt, at bussurin koyrdi hin vegin runt Hoyvíkina, soleiðis at hann steðgaðii á "røttu" síðu á Vegnum Langa í mun til skúlan og barnagarðin longri niðrið.
- Bilarnir fyrst og fólkini síðst - Soleiðis handlar okkara kommuna tíverri. SJÁLVANDI skal ein gonguteigur verða beint uttanfyri skúlan, soleiðis at børn og vaksin til gongu hava bestu leið.

4.23.2019

Røða: 5 loysnir 5 umhvørvismál

Umhvørvið er stórsta politiska avbjóðingin anno 2019.
Í hesari røðuni, havi eg sett 5 sera týðandi mál upp, sum komandi løgting verður noytt at fyrihalda seg, viðgera og taka avgerð um.

Málini eru:
1: Heimsmál nr. 12, sum er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðsla. 
2: Bussleiðin,  koyra saman sparir umhvørvið.
3: Fótgangarateigar, at ganga er umhvørvisbest, men má verða trygt.
4: Burðardygg orka og oljutangar
5: Plast og órudd í náttúruni, og hvussu vit kunnu koma hesum til lívs

Í røðuni, ið eg helt á veðurlagsverkfallinum herfyri, kasti eg í kjakið við mínum loysum, sum vónandi seta ferð á umhvørvisleiðina. Góðan lesihug. 

4.09.2019

Tjóðleikhúsið má ikki steðga upp

Endiliga er glotti at hóma hjá Tjóðleikhúsinum, sum øll hava bíðað eftir í áravís, nú samgongan júst hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, um at fáa heimild at leita eftir fígging til tjóðleikhúsið.

Býráðið tók annars eina avgerð, og peikaði á, at tað skal liggja á Skálatrøð.  Nú tjóðleikhúsið nærkast sigur formaðurin í

4.02.2019

Áheitan um nýggjar betri gonguteigar

Sir Poul á vælmerkta gonguteiginum á Abbey Road
Eingin gonguteigur við Norðurlandahúsið til bussfólkið

Havi sent soljóðandi skriv til mynduleikarnir, ið varða av okkara ferðslu og gonguteigum.

Góðu býráðslimir, embætisfólk, SMR og RFF.
Eg vil við krøktu pdf fílu GONGUTEIGAR_27mars2019 og krøktu myndum heita á land, kommunu