Setunarrøða til umhvørvisvikuna 2022
Politiskar hugleiðingar um starvsfólkaviðurkenning, endurfeingi, móðurmáli, sjálvbjargni og frælsi. Góðu tit, sum eru komin her saman við mær í dag! Í góðveðrinum 19.apríl 2019, helt eg eina røðu á einum av veðurlagsverkføllunum, beint her á Speakers Corner, sum vit nú aftur standa! Og til at seta eina Umhvørvisviku er væl lov at endurnýta! Eg segði í tí røðuni nøkur orð um eitt sera høgt sett mál, sum eg droymdi um tá. Nú, er málið ikki so fjart, og alt byrjar við at seta sær eitt mál, tí vil eg deila hesi orð við tykkum aftur. Orðini ljóða soleiðis: “Kommunala brennistøðin hoknar undan og brennir meir enn 97% av sínum kapasiteti og brennir næstan hvønn dag og hvørja nátt. Loysnin, ið arbeitt verður við, er at byggja brennistøð, sum kann brenna enn meir, tí vøksturin á okkara burturkasti gongur liniert beint upp, eini 2,5% hvørt ár. Hví ikki heldur politiskt taka støðu til, at vit minka burturkasti við eini 20% ella kanska...