Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Røður

Jólatræið í Hoyvík tendrað

  Rørandi løta í kirkjuni Í ár var eg so heppin, at tendra jólatræið í Hoyvík. Vegna veður flutti tiltakið inn í vøkru heitu kirkjuna, sum veruliga setti rætta karmin um røðuna, har kirkjan og kæri abbi mín vórðu umrødd.   Her er røðan eg helt:   Hjartaliga vælkomin øll somul til hesa hugnaligu løtu, har vit fara at tendra jólatræið í Hoyvík. Eg eri serliga errin og glað fyri, at verða boðin at tendra jólatræið í Hoyvík, tí hóast eg búði úti við Støðna á Argjum og gekk í Nonnuskúlanum, so havi eg slitið mangar barnaskógvar her í Hoyvík. Hettar varð tíðin áðrenn frítíðarskúlar. Hettar var tíðin, tá nógvar mammur vórðu farnar á arbeiðsmarknaðin, eisini mín. Tí tók eg, so at siga hvønn dag 3’aran úr Steinatúni niðan á Hvítanesvegin, har omma og abbi búðu. Fara vit 2-300 ár aftur í tíðina, so var Hoyvík lítið annað enn Hoyvíksgarður. Í 1810 búðu 10 fólk á garðinum og 6 hjá uppisitaranum.Flyta vit fram fyrst í sjeytiárini, búðu um 70 fólk í Hoyvík. Barnatalið var so...

Setunarrøða til umhvørvisvikuna 2022


    Setunarrøða til umhvørvisvikuna 2022
 Politiskar hugleiðingar um starvsfólkaviðurkenning, endurfeingi, móðurmáli, sjálvbjargni og frælsi. Góðu tit, sum eru komin her saman við mær í dag! Í góðveðrinum 19.apríl 2019, helt eg eina røðu á einum av veðurlagsverkføllunum, beint her á Speakers Corner, sum vit nú aftur standa! Og til at seta eina Umhvørvisviku er væl lov at endurnýta! Eg segði í tí røðuni nøkur orð um eitt sera høgt sett mál, sum eg droymdi um tá. Nú, er málið ikki so fjart, og alt byrjar við at seta sær eitt mál, tí vil eg deila hesi orð við tykkum aftur.  Orðini ljóða soleiðis:  “Kommunala brennistøðin hoknar undan og brennir meir enn 97% av sínum kapasiteti og brennir næstan hvønn dag og hvørja nátt. Loysnin, ið arbeitt verður við, er at byggja brennistøð, sum kann brenna enn meir, tí vøksturin á okkara burturkasti gongur liniert beint upp, eini 2,5% hvørt ár. Hví ikki heldur politiskt taka støðu til, at vit minka burturkasti við eini 20% ella kanska...

Røða: 5 loysnir 5 umhvørvismál

Umhvørvið er stórsta politiska avbjóðingin anno 2019. Í hesari røðuni, havi eg sett 5 sera týðandi mál upp, sum komandi løgting verður noytt at fyrihalda seg, viðgera og taka avgerð um. Málini eru: 1: Heimsmál nr. 12, sum er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðsla.  2: Bussleiðin,  koyra saman sparir umhvørvið. 3: Fótgangarateigar, at ganga er umhvørvisbest, men má verða trygt. 4: Burðardygg orka og oljutangar 5: Plast og órudd í náttúruni, og hvussu vit kunnu koma hesum til lívs Í røðuni, ið eg helt á veðurlagsverkfallinum herfyri, kasti eg í kjakið við mínum loysum, sum vónandi seta ferð á umhvørvisleiðina. Góðan lesihug.