Heildarætlan skal gerast fyri breiðkanina av Argjavegnum úti við Støðna. Minnisvarðin má í tí sambandinum flytast. Hevði tað verið eitt uppskot, at gjørt eina minnislund nakrar fáar metur longri uppi, har gamli kirkjugarðurin hjá spedalskhospilatinum lá? - so kundi man reist eitt minnistekin fyri ta næstan gloymdu tíðina.
- Eg haldi tað er synd, at søgan fer. Heldur skal hugnin, gomlu neystini og minnisvarðin varðveitast sum mest. Men vegurin og Støðnin skal sjálvandi dagførast og gerast meira dragandi fyri tey, sum dáma væl at sigla, fiska, svimja, fanga krabbar o.líkn. Tað er spell, at eingin fjørða er eftir, har vit fyrr kundu vassa, fanga krabbar og lyfta ein stein, bara fyri at hyggja, hvat lá undir. Vit fiska við hvørt við soninum úti við oljutangan við tráðu. Havi ofta hugsa, at tað hevði verið stutligari hjá størri børnum og vaksnum at fingið eitt ordligt seiðaberg, um man gjørdi ein lítlan pier sunnanfyri grótkastið. Eitt annað er, at dekk leggjast á smala vegastykkið m...