Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Javnstøða

Løtan er her og nú, Jørgen!

  Mánadagin fara børn við avbjóðingum at standa uttan námsfrøðiligar stuðlar í skúlunum, tí Pedagogfelagið rættir eina bróðurhond til systirfelagið. - Børnini í serflokkum og børn við stuðlum, eru ein útsettur bólkur, sum tolir illa broytingar í gerandisdegnum. -Vit skula tí ikki koma hartil mánadagin.   Løtan er her og nú, at javnseta løn, útbúgving og kyn.  

Serflokkar: Tíverri ikki pláss fyri tær!

Ídag fara tey flestu skúlabørnini aftur í skúla. Tey flestu eru spent, vónrík og glað. Men ikki øll.   - Tíverri eru nøkur við avbjóðingum ella serligum tørvi, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð.   Tosaði við eina mammu, sum við grátandi rødd fortaldi um sonin,

10/28 til 50/50 týsdagin

Einans 28% av uppstillaðu valevnunum eru kvinnur. Eg eri annars ikki fyri, at velja eina kvinnu, bara fyri at velja eina kvinnu! Av okkum 48, ið stilla upp, eru so nógvar skilagóðar, rættvísar og dugnaligar kvinnur, tí kundu vit saktans mannað alt løgtingið, um tað skuldi verið.  Hugsið tykkum, hvat hevði hent, um kynsbýtið bleiv øvugt av tí, tað hevur verið hettar valskeiðið tvs. mikudagin 2.september sótu 10 mans og 23 kvinnur á tingi. Ja, ímynda tær, hvørja fiskivinnunýskipan høvdu vit valt?  Hvussu loystu vit sjúkrahúsknútin? Høvdu vit sloppið av við lønarmunin millum kynini? Ja, ímynda tær alt vit høvdu fingið av skafti, rudda upp í, sortera burtur og fingið skil í. Ja, ímynda tær tað ramaskríggj frá monnunum. 10 av 28 er okkara veruleiki í dag! Kvinna, vit skula broyta  10/28 til 50/50 týsdagin.  Bjørg Dam, kvinna fyri C

Vígslubræv til øll

12. desember 2007 fóru eg, sum var í 9.mdr, komandi maðurin,1 ára gamla dótturin og tvey vitni á ráðhúsið á Vaglinum. Borgmeistarin segði nøkur vøkur orð, um at halda saman alt lívið og vit skrivaðu undir eitt vígslubræv. Hettar vígslubrævið er serstakt, tað er yvir øllum øðrum dokumentum, tí tað er ein sáttmáli millum tvey, sum ynskja at gerast ein eind, og sostatt tryggja hvønn annan við t.d. v.v arvi. Einki annað dokument sameinir tvey fólk á sama h átt. Við einum barni og einum á veg, vildu vit hava tryggleika fyri hvørjum øðrum fíggjaliga. Tankar sum, bara tí vit ikki hava fingið tingini uppá pláss, fer at gera, at okkurt ringt hendir. Vit vildu hava stórt brúðleyp, men ikki við stórum búki. Tí valdu vit at giftast borgarliga, og bíða við prestsins vælsignilsi. Eg ynski fyri øll míni medmenniskju, at tey kunna tryggja hvønn annan fíggjarliga og sleppa undan bangilsinum fyri at missa makan, og enda í einari vónleysari figgjarstøðu. Tí skula øll pør hava rætt til eitt v...

Smábarnamamma og sjómanskona, eg fari at broyta Føroyar.

Løgtingsvalið 2015 Politikkur hevur altíð verið partur av mínum lívið. Eg sá mammu mína arbeiða fyri familjur, ið misti húsini í 90'unum, eisini stillaði hon upp fleiri ferðir. Eg havi ynskt at fara somu kós og í 2012 leyp eg í tað, við at stilla upp til býráðsvalið. Órættvísi og ójavni politikkurin, sum vit hava sæð seinnu árini, gjørdu tað lætt at taka avgerðina. Við mínum sterka broytingarvilja, dirvi og ágrýtni kennist tað sjálvsagt, at næsta stigi í míni lívsleið skal vera at gerast limur av Føroya Løgtingi. Eg brenni fyri at skapa eitt sterkt føroyskt samfelag, har vit, kvinnur, menn og børn, og vinnan hava tað gott. Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið. Serliga er tað familjupolitikkur, vinnupolitikkur og mentanarpolitikkur, sum eg fari at seta á dagsskrá. Føroyskt til føroyingar. Tað er føroyska mentanin og málið, sum fyrst og fremst bindir okkum føroyingar saman. Høvdu vit í túsundatalið staðið og sungið á Vaglinum, um vit sungu á donskum...

C tryggjar barsil í 1 ár

Eingir av hinum stóru flokkunum hava barsil í teirra valskrá, sum sæst á teirra heimasíðum. Eg síggi tó, summi valevni hava 1 ára barsil uppi á tungu, men neyvan er undirtøka í flokkinum fyri tí. Tí er ein atkvøða fyri Javnaðarflokkinum tryggast, um tú vilt hava barsilsfarloyvið í 1 ár. Í valskránni okkara stendur greitt, at barsilsgjaldið skal upp í 52 vikur, og at eftirlønargjald skal omaná, tvs. at útgjaldið verður hækkað við 15 % komandi árini. At leingja barsil, er mítt hjartabarn, og tað fylgi eg á mál. Set x við Javnaðarflokkin  Bjørg Dam  fleiri greinar á :  http://bjorgdam.blogspot.com

Dagføring av djóraverndarlógini

Fekk fyrispurning um Javnaðarflokkurin ætlar at dagføra djóraverndarlógina. Í grein 4 í okkara málsetningum er dagføring av djóraverndarlógini staðfest. So ja, sjálvandi skula djór verjast við einari tíðarhóskandi lóg. Tað hoyrir ikki heima í einum framkomnum landið, at myndulleikar lítið og einki fáa gjørt, tá djór vera mishandlaði, skemmaði ella vanrøktaði.

Sjómanskonur hava tað so lætt!

Vit eru fleiri túsund sjómanskonur í Føroyum. Men eru, so at siga ikki umboðaðar í føroyskum politikki. Tí verða okkara sjónarmið ikki umboðað, har okkara dagligu karmar verða avgjørdir.   Men tað ger einki, vit hava tað so lætt, okkum nýtist onga rødd á tingi.   Er tað veruliga so? Eg síggi tað, at hava sjómann, sum ein stóran møguleika at luttaka aktivt í kjaki og politikki. Um kvøldarnar tá børnini eru løgst, er góður møguleiki at lesa og skriva og seta meg inn í viðurskifti. Tá maðurin er heima, liggur jú væl fyri at luttaka og skipa fyri. Eg eri vís í, at um fleiri kvinnur bjóðaðu seg fram og sótu við róðurið hevði samfelagið verið betri.  Eg eri vís í, at eitt minstamark av tímum var sett av til okkara børn á ansingarstovnum, at lønin hjá kvinnum, var líka sum hjá monnum, at børn okkara gingu í einum fólkaskúla, har ætlan um happing er, at fiskivinnan var rættvísari og at barsil var minst eitt ár. Komið góðu kvinnur, veljið broytingar og veljið sterkar kvin...

Barnabeinin: 1000 krónuseðil pr. barn

Grein skrivað til løgtingsvalið 2015 Barnafamiljur fara at fáa eitt serligt smábarnaískoyti, nevnt Barnabeinin. Tað er eitt ískoyti á 1000 kr um mánaðin pr. barn til tey við inntøku undir 700.000 kr.  Tað eru í dag 4500 færri føroyingar undir 40 ár enn fyri fáum árum síðani. Tí skulu vit seta átøk í verk beinanvegin, sum gera tað lættari at vera barnafamilja í Føroyum. Soleiðis tekkjast vit eisini útisetafamiljuni. Skeiva aldursbýtið er størsta hóttanin fyri búskapin, vælferðarsamfelagið og tær Føroyar, vit kenna í dag. Men ikki nokk við tí.  Tá vit koma til valdið, verður skattalætti til lág og miðalinntøkur.  Hesi átøk verða við at gera gerandisdagin lættari hjá barnafamiljum.  Góði veljari, tað er tú, sum kann broyta Føroyar 1. september.  Bjørg Dam.  Valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið Les meir á  http://bjorgdam.blogspot.com

Slow ferðavinna: Fleiri inntøkur betri umhvørvi

Slow-ferðavinna, er altjóða heiti, har ferðafólkið tekur sær stundir at kenna ferðamálið og mentanina gjølla. Les meir um slow travelling Í Føroyum skula vit leggja okkum meir eftir hesum ferðafólkunum, tí tað eigur ikki verða talið á ferðafólkum, sum er málið, men støddin av valuta tey leggja eftir sær, og minimeringin av neiligu sporunum eftir ferðafólkunum í umhvørvinum. Atlit skula takast til bygdafólkið, og skula tey órógvast í minsta mun.  Fyri at røkka slow-ferðafólkum má tænasta og góðska verða í hásæti.  - Kommunan skal stuðla uppundir privatum initiativum - skapa røttu karmarnar fyri, einari skilagóðari og burðardyggari  ferðavinnu, sum gevur avkast, eisini úti um landið.  Hetta vil eg arbeiða fyri á Vaglinum.  Bjørg Dam  Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.  Grottokonsert

Revsingin í grindalógini strikast umgangandi.

Tað er ikki smávegis negativar ringvirkningar grindalógin gevur. Harða revsingin í regluni um fráboðanarskildu hevur skapt yvirskriftir um allan heim. Nú gongur hon eisini út yvir okkara ferðavinnu, sum missir túsundatals viðskiftafólk. Tekniskt hevur reglan bert súmbolskan týdning, tí hon kann illa praktiserast. Dømi um hetta var herfyri, tá ein meldaði seg sjálvan fyri ikki at fráboða grind. Tí ynskir Javnaðarflokkurin at strika revsingina í regluni um fráboðanarskildu umgangandi. Bjørg Dam Valevni Javnaðarfloksins

Barsilsfarloyvi verður eitt ár.

Farna samgonga longdi barsilsfarloyvi til 37 vikur herfyri. Javnaðarflokkurin ynskir barsilsfarloyvi við løn upp í eitt ár eftir barnsburð. Hetta fari eg persónliga at fylgja á mál, um mær unnist á ting. Øll londini rundanum okkum hava fyri langari tíð síðani hækkað barsilsfarloyvið. Tað er ein sjálvfylgja, at okkara børn eisini skula kunna verða heima fyrsta árið í lívinum. 

Kynsligur ágangur móti børnum.

Tað var heitt á meg, um at koma við útmelding um, hvat eg hevði gjørt við málið, um eg varð vald á ting. Hettar er svarið eg skrivaði: Hey aftur. Havi nú borað inn í evnið, og tað er ikki tespiligur lesnaður, og havi sitið við tárum í eygunum yvir syrgiligu lívssøgunum hjá teimum misbrúktu, og sitið við stiknið og klíggjan, yvir at lesa um pedofili, typir av pedofilum, orsøkir, organisasjónir o.a. Á http://www.faktalink.dk/titelliste/fili/ er nógv upplýsandi tilfar um pedofili. Tað, sum eg beit mest merki til var, at í DK frá 1985-2004 var eitt felag ”Pædofiligruppen”, sum arbeiddi fyri áhugamálum teirra. Hettar er so sjúkt í sær sjálvum, men á hinari síðuni, so gevur tað eina vitan um pedofili, sum kann nýtast fyri at niðurberja tað. Undir evninum : Hvad var Pædofilgruppens argumenter for pædofili? eru uppramsaði virkuliga grotesk argument, harav eitt er: Pædofili er ikke en sygdom men bør anerkendes som en seksuel orientering i lighed med homoseksualitet, transvetisme og sadom...

DEMOKRATIA - Røða á Speakers Corner

Eg eiti Bjørg Dam, og eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin.  Av okkum fimm, sum her luttaka í tiltakinum hjá Demokratia á Speakers Corner í dag, eri eg tann einasta nýggja innan landspolitikk.  Her komi eg, sjómanskona við einum smábarni í barnavogni, einum 7 ára gomlum dreingi og einari 8 ára gamlari gentu.  Eg og aðrar smábarnamammur eru so at siga ikki umboðaðar í føroyskum politikki. Vit velja av onkrari orsøk at halda okkum frá politikki, og tí verða okkara sjónarmið ikki umboðað, har okkara dagligu karmar verða avgjørdir.  Tað er meir enn sera óheppið, tí vit eru ein stórur bólkur, sum spennir heilt frá undir tjúgu árum til nøkur og fjøruti. Hetta er somuleiðis tann bólkurin av kvinnum, sum hevur ringast við at støðast í Føroyum.  Av tí, at vit eru so illa umboðaðar á tingi, verður samfelagið eisini myndað hareftir.   Tí eru tað trý ting vit skulu!  Vit skulu hava meira av kvinnuligum politikki, fleiri kvinnur í politikk o...

frá 36 til 52 í einum

Síðani 2002 hava danir haft 52 vikur barsilsfarloyvi. Vit hava enn bert 36 vikur + 4 vikur áðrenn barsil, og má hettar koma uppá sama støði sum grannalondini, sum skjótast.  Hendan greinin vísir hvussu gongdin hevur verið í Danmark síðan fyrst í 1900 tá kvinnurnar sluppu at verða heima í 4 vikur við nýfødda barninum. Í 90'inum varð barsilsfarloyvið komin upp á 26 vikur, og gjørdi so eitt stórt lop, í einum, upp í 52 vikur í 2002.   Tí er einki til hindurs fyri, at leingja okkara barsilsfarloyvið úr 38 vikum upp í 52 vikur beinanvegin, í einum!  http://forside.kvinfo.dk/…/barsel-o…/barselorlovens-historie