Skip to main content

Posts

- Undrast tú eisini um hví, so nógv hava ADHD, og hví talið er eksploderað nú??

 - Einki týðir uppá at ADHD diagnosan er eksploderað! Tvs tað er ikki fleiri, ið hava ADHD nú enn fyrr! Fyrr fingu tey ikki diagnosu, tað er púra rætt, men tað ber ikki til at siga, at líka nógv ikki høvdu symtomini. ADHD er 80% arvaligt. Lít rundanum teg og vita, um tú sært onkran í familjuni við symptomum og sum stríðist? Gransking av eldri seindiagnoseraðum vísur, at tey hava onga hjálp fingið, og tí hava livað eitt sera merkt lív, ið slítur somikið, at livialdurin er heili 13 ár styttri! - Tey hava ikki megnað at fáa útbúgving og fáa tí lægri lívsinntøku og lívskor enn syskini, ið eru fødd inn í sama umhvørvi og sosialklassa! - Eisini hava 85% havt tunglyndi og ella angist. - Nógv hava missnýtt alkohol, rúsevnir og/ella spæl. - Fleiri eru sjálvskaðandi, hava etingarólag og gera sjálvmorð - Tey hava verið útfyri ólukkum og í kriminaliti meir enn onnur. - Tey hava kent seg útihýst av samfelagnum, og hava ikki fingið lut í útbúgvingarskipanum og arbeiðsmarknaðinum javnsett

Heili 55% er matleivdir, vísir kanning av húsarhaldsruski í Tórshavnar Kommunu.'

Bólkurin matleivdir er ein stór avbjóðing, sum skal loysast við samstarvi, fyribyrging, gransking og alternativum endurvinningi. Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu hevur fingið gjørt eina kanning av húsarhaldsruski, sum liður í arbeiðinum at skilja, endurnýta og endurvinna meir.  Kanningin varð gjørd í november 2022, har 5% av vikuliga húsarhaldsburturkastinum bleiv greinað og býtt í 8 bólkar, sum yvirlitið niðanfyri vísir og annars eftir forskriftunum, fyri at skula verða umboðandi fyri alla kommununa.  Tað sum er serliga áhugavert er, at úrslitini frá skiljingini vísa, at býtið millum bólkarnir er nakað øðvísi enn tað, ið væntað varð at síggja út frá dátum úr øðrum londum. Samanborið við Danmark og Tromsø, er minni glas og metal í burturkastinum í Havn, samstundis sum nøgdin av papp og pappír eisini er nakað lægri enn í Tromsø. 28 kg av papp og pappíri er tó í meira lagi, tá ið hugsað verður um, at hetta hevur verið skilt frá vanliga húsarhaldsruskinum í skjótt 20 ár.      Langt t

 Serflokkar til Fuglafjarðar, Eystur kommunu, Giljanes, Løgmannabreyt og Nonnuskúlan. 

Allir skúlar við fleiri enn umleið 200 næmingar eiga at hava serflokkar, men enn eru fleiri skúlar sum mangla. Nevnast kunnu Fuglafjarðarskúli   282 næmingar, Eysturkommunu 244 næmingar, Skúlin á Giljanesi 244 næmingar,  Skúlin á Løgmannabreyt 387 næmingar,  Sankta Frants 333   næmingar, Skúlin á Argjahamri 386 næmingar (eru áveg) Nevnast kann, at fleiri skúlar við færri næmingum enn 200 hava fingið serflokkar t.d. Vestmanna skúli og Sørvágsskúli, ið hava 168 næmingar hvør.  Hetta tí man hevur mett tað neyðugt, men hví so ikki geva øllum stórum skúlum serflokkar, eru børn við serligum tørvi ikki har???? Okkara kassahugsan ger, at eini 96% av okkara børnum fáa sama standard skúlatilboðið, ímeðan gott 3% fáa eitt serflokkatilboð og minni enn   1% ganga í Skúlanum á Trøðni.   Allir skúlar hava førleikastovur, har næmingar fáa eyka undirvísing, men serdidaktisku-, sernámsfrøðiligu- og orðblindnaførleikarnar eru alt ov   veikir, og skula styrkjast munandi!! Nógvir batar verða nevndir nú val

 Betri kor til smáar og nýggjar fyritøkur

  avnaðarflokkurin vil lækka partafelagsskattin, so at smáar fyritøkur rinda nakað minni enn stórar. Tað kundi verið 10% av vinningi upp til 1-2 mio! Tí eitt fjølbroytt vinnulív tryggjar eitt fjølbroytt samfelag. Men við verandi vinnupolitikki gerast nakrar fáar fyritøkur so sterkar, at tær kunnu keypa annað vinnulív upp. Smáu fyritøkurnar skula kunna tekna eina sjúkratrygging, soleiðis at fyritøkan við t.d. stjóra og nøkrum fáum starvsfólkum ikki hóknar undan, um ein av starvsfólkunum gerst langtíðar sjúkur! Einstaklingafyritøkur hava haft hendan møguleikan í nógv ár. Vit hava so nógv góð kreativ handalig fólk við genialum hugskotum, dirvi og virkisfýsni, sum vilja framleiða stuttflutt og burðardygt kjøt og grønmeti, føroyskt snið, størri loysnir til fiskiflotan og framleiðslu, nýggjar kt-loysnir við alheimspotentiali og kanska liggur onkur føroyingur inni við enn einari slóbrótanti orkusparandi loysn. Eisini eru nógvar vinnur sprotnar úr ferðavinnuni, og eru tær ein týð

Framleiða vetni innan trý ár!

  Árið 2021 toppaðu føroyingar oljunýtsluna og nú gongur rætta vegin, men vit skula hava eina langtíðarætlan, gott samstarv, framskygni og grønar politikarar fyri at røkka á mál.    Vit hava brotið linjuna, funnið melodiin og skula halda áfram við at seta vindmyllur upp, sum geva okkum nóg mikið av orku til at framleiða el. Samstundis fara vit at hava nóg mikið av avlopsorku til at framleiða vetni, ammoniak og annað biobrensil, sum er framtíðar orka til tunga ferðslu, vinnu og skip.    Tað er boðskapurin frá Kára Mortensen á hugaverdari framløgu fyri náttúru og umhvørvisnevndini í dag. Hann vísti á eina granskingarverkætlan, um at byggja eitt elektrolysuannlegg í Tórshavnar kommunu, sum kann framleiða vetni, oxygen og eini 30GWh av hita, ið kann koyrast inn á fjarhitanetið.    Vit loysa avbjóðingina við at tung ferðsla kann koyra grønt. Síðuvinningurin er, at laksavinnan er stórforbrúkari av oxygeni, umframt at fjarhitanetið verður framtíðartryggja orku. Hettar er ein sera framskygd o

Jólatræið í Hoyvík tendrað

  Rørandi løta í kirkjuni Í ár var eg so heppin, at tendra jólatræið í Hoyvík. Vegna veður flutti tiltakið inn í vøkru heitu kirkjuna, sum veruliga setti rætta karmin um røðuna, har kirkjan og kæri abbi mín vórðu umrødd.   Her er røðan eg helt:   Hjartaliga vælkomin øll somul til hesa hugnaligu løtu, har vit fara at tendra jólatræið í Hoyvík. Eg eri serliga errin og glað fyri, at verða boðin at tendra jólatræið í Hoyvík, tí hóast eg búði úti við Støðna á Argjum og gekk í Nonnuskúlanum, so havi eg slitið mangar barnaskógvar her í Hoyvík. Hettar varð tíðin áðrenn frítíðarskúlar. Hettar var tíðin, tá nógvar mammur vórðu farnar á arbeiðsmarknaðin, eisini mín. Tí tók eg, so at siga hvønn dag 3’aran úr Steinatúni niðan á Hvítanesvegin, har omma og abbi búðu. Fara vit 2-300 ár aftur í tíðina, so var Hoyvík lítið annað enn Hoyvíksgarður. Í 1810 búðu 10 fólk á garðinum og 6 hjá uppisitaranum.Flyta vit fram fyrst í sjeytiárini, búðu um 70 fólk í Hoyvík. Barnatalið var so lítið, at tey

Bjørg'sa jólaligi valsangur!

    🎁🎶 GÓÐU VELJARAR 🧑🏽‍🎄🎅🎶  Fyri at stytta tíðina til valið, havi eg gjørt ein jólaligan valsang.     🎶 Gerið so væl, og syngið endiliga við  🎶  Leinkja til sangin:  Løgtingsvaliði hevur tað til felags við jólini, at vit ynskja okkum alt millum himmal og jørð, men vit vita eisini, at tað ber ikki til at fáa alt! Tí snýr tað seg um, at velja ein politikara, sum ikki einans lovar tað tú ynskir tær, men eisini hevur víst, at hon dugur at fáa vallyftini framd. -Tað krevur nógva orku🔥 , áhaldni og slagkraft av politikaranum, um hon skal fáa vallyftini í framd! -So góði veljari, hettar er 9'indu ferð eg stilli upp, eg havi nógva orku og víst í verki, at eg gjøgnumføri tað eg seti mær fyri! Nú er mítt stórsta ynski, at koma inn á løgting, so eg kann fáa míni hjartamál framd.    💙 Børn og vaksin við serligum tørvi 💙 Ein hurð til alla hjálp – og burtur við bíðirøðum 💚 Skjótt og klókt orkuskifti 💚 Endurnýtsla, 🇫🇴 stuttflutt 🇫🇴 og reint umhvørvi 🇫🇴 Okkara dýrabæra m