Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Umhvørvi

2 mio. av orkupolitikkinum til fleiri busstímar

Í kvøld, 24.4. 2024 hevur býráðið einmælt samtykt at flyta 2.mio. av orkupolitikkinum til fleiri busstímar. - Er bussurin álítandi, koyrir hann nóg ofta, steðgar hann nóg nær og er komfortin í lagi, so vilja NÓGV NÓGV fleiri brúka buss! - Eg ynski at búgva í einari kommunu, har vit raðfesta kollektiva ferðslu. - tí hann gevur møguleikar til tey, ið ikki hava ráð til bil - tí hann gevur fríheit, til børn, eldri og tey uttan koyrikoyrt - tí hann leysgevur foreldrunum nógva koyritíð og ger børnini sjálvbjargin og rørslu - tí hann gevur møguleika at velja bilin frá - tí tað er sosialt at koyra buss - ja, tú veist ongantíð, hvørjum tú hittir - tí tað er sosialt og stuttligt at koyra buss - ja, tú veist ongantíð, hvørjum tú hittir. - ja, tað ber eisini til at hyggja í telefon ímeðan tú koyrir buss!!! Fyrimunirnir eru helst fleir … Í grøna politikkinum í kommununi er ein av súlunum at fáa fleiri at brúka bussin. Tí mælir umsitingin til, at koyritímarnir skula raðfestir eftir "flest...

Orkuráðstevnan Ósvart 2022

Ein málrættað og vælfyriskipað ráðstevna kann verða ein gamechanger, ið setur veruliga dik á framstig og menning í samfelagnum. Tí havi eg tikið stig til eina árliga stóravorkuráðstevnu, ið hevur fingið heitið Ósvart. Tað er neyðugt at “be the change you want to see.” Kommunan ger júst tað við verkætlanini um heita vatnið í Kollafirði, sum verður gagnnýtt til at hita fleiri almennar bygningar, sjóvarorku frá Boðanesheiminum til Lágargarð og Tórsbyrgi og ikki minst við at gera fjarhita tøkan fyri stóran part av kommununi. Ósvart 2022 Varð hildið 3. og 4. november. Ráðstevnan vendir sær til øll, sum hava hús at hita. Endamálið er at bera fólki so nógva og holla vitan sum gjørligt, so tey fáa valt bestu, minst dálkandi og ódýrastu loysnir til síni hús. Hvussu hita vit okkara egnu hús best? Og – hvussu gera vit grønar hitaloysnir, sum eru best fyri býlingin, bygdina, framtíðina? Orkuráðstevnan “Ósvart” verður høvi hjá øllum at fáa sær nyttuga vitan til síni egnu orkuval, og ...

Hitaætlan, vitan og royndarverkætlanir skula tryggja orkuskiftið í Tórshavnar kommunu

Vegna høga oljuprísin og størri umhvørvistilvit er nú rættilig ferð komin á orkuskiftið. Bert í ár hevur Tórshavnar kommuna fingið 201 umsóknir um jarðhita, hetta í mun til 128 í 2021, 108 í 2020 og 84 í 2019. Stóra íløgan í Fjarhitaskipanina hevur ongantíð givið størri meining enn júst í dag. Tí í dag verður latið upp fyri høvuðsleiðingini á Svínaryggi og Vesturbýurin verður knýttur í. Frá í dag av spara vit meir enn 350.000L av olju. Upp ímóti 1700 brúkarar eru í fjarhitanetinum í dag, men vit arbeiða við at kunna knýta fleiri uppí samhaldsføstu skipanina. Ætlanin er at býlingar kunnu taka seg saman og í felag fara uppí fjarhitaskipanina. Men fleiri faktorar spæla inn, tá ein skal meta um, hvør orkukelda er best fyri teg. Tað veldst um staðseting, slag av húsum, bjálving, grannalag, osv. Jarðhitin er vorðin rættiliga populerur, men har sum tætt er millum húsini, kann tað forða fyri, at fleiri í grannalagnum kunnu fáa sær jarðhitahol, tí ov stutt má ikki vera ímillum tey. Í tætt bygdu...

Viðmerkingar og áheitan til teknisku nevnd um bussleiðina

Í fjør skrivaði eg sum býráðslimur, hesa áheitan til teknisku nevnd, út frá viðmerkinum eg fekk frá borgarum. Tað fyrsta punktið er broytt eftir tilmælinum, men hini eru enn ikki. Eg fari framhaldandi at arbeiða fyri einari nógv betri bussleið. 1: -  Við at koyra hinvegin runt um Ovaru Hoyvíkina (niðan eftir Løgmannabreyt og runt klingruna norðeftir) høvdu busssteðgistøðini verði á somu síðu, sum flest allir stovnar, og tí høvdu brúkarnir sloppi undan at ganga yvirum vegin.  Viðmerkingar: Tad er vid bivandi hjarta, at eg sendi mín son avstad vid bussinum nú, tey skulu yvirum VeginLanga við Hoyvíkar Skúla. Og eg tori ikki at hugsa um tá myrku vetrarmorgnarnar vid regni og ringum sýni 😟 -Bussurin steðgar mótsattu síðu Hoyvíkar skúla og børnini skula gang a yvirum vegin. Nú er busssteðgistaðið flutt, soleiðis at børnini skula ganga longri. 2: Skúlarnir  á Velbastað og Kaldbak áttu at haft møguleika at tilkalla kommunala koyring í hóskandi akfari til undirvísingartímar sum i...

🔥🌎Vit skula brenna 50% minni! 🌱🔥

Ja, tað ber væl til um viljin er tilstaðar. - Treytir eru: -At tað er skjótt og stutt til endurnýtslustøðir, sum vera settar upp ymsastaðir í kommununi.   -At handilsvinnan fær fíggjarligan fyrimun við at lata skilt rusk inn, líkasum IRF hevur gjørt í fleiri ár. -At avtala verður gjørd við biogassverkið Førka, um at taka ímóti lívrunnum húsarhaldsburturkasti. -At kommunan ger eina endurnýtslumóttøku við upphøggi og sølu av eitt nú byggitilfari og eykalutum til bilar o.líkn. Í dag verður alt urtagarðstilfar tyrvt! - Eg vil, at allur urtagarðsvøkstur skal komposterast til mold, flisast, trø og greinar turkast, so borgarin kann keypa tað bíligt aftur. Umhvørviságóðin er stórur , men eisini sosialur vinningur er, tí kommunan saman við Dugna ella líknandi stovni, skapar nógv góð og meingingsfull størv. Búskaparligi vinningur skal ikki undirmetast, tá vit leingja um livitíðina á lutum og minka innflutningin! Kommunur aðrastaðir hava í nógv ár tikið hesa ábyrgd, nú er tað okkara tørn. ...

🌱🏠 Lutaíbúðir skula byggjast beinanvegin! 🏠🌱

-Eitt av stórmálunum hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið eru lutaíbúðir. - Eg vil skoyta uppí, at hesar skula eftir mínum tykki verða grønar íbúðir bygdar eftir nul-orkunýtslu prinsippi og við felags skilji- og endurnýtslu støð. 🌱 Lutaíbúðir eru ein uppløgd fíggingarskipan eitt nú til eldraíbúðir, sum hevði skapt eitt tiltrongt bústaðarrensl, har eldri flyta í minni og barnafamiljur kundu flutt í størri. Eg kann seta eitt dømi upp: -Um eldri borgarin fær 3 mil fyri at selja síni hús og skal rinda 1.000.000 kr í innskoti til eina lutaíbúð + eitt fast mánaðargjald á kr. 8.000kr. -So hevur hann 2 milliónir í reiðum peningi og situr sostatt í einari nýggjari hóskandi íbúð, sum ikki krevur størvegis ábøtur restina av lívinum. Og sum kostar minimalt í orkuútreiðslum. 2 mil. røkka til meir enn 20 ár í mánaðargjaldi. Fleiri hús á marknaðinum eigur at fáa prísin niður, soleiðis at ungar barnafamiljur fáa ráð at keypa hóskandi hús. 💕 Bjørg Dam 🌹 Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í ...

Tórshavnar kommuna skal brenna 50 % minni

Brennistøðin á Sandvíkarhjalla brennir í dag nærum 100% av brennikapasitetinum! Í staðin fyri eina nýggja brennistøð fyri meir enn eina hálva milliard, so skula vit taka ábyrgd fyri umhvørvinum og brenna minni og endurnýta meir! Tað er at taka umhvørvisatlit og virða náttúruna! KOMMUNUVAL 2020 Eg brenni fyri, at vit brenna minni. Eitt høgt, men ikki ógjørligt boð er, at vit skulu brenna 50 % minni áðrenn 2030!    Hvussu koma vit higar, kanst tú spyrja?   Fyrst mást tú velja meg, eina eldsál, í býráðið 10. november!    Endamálið við hesari greinini er at lýsa avbjóðingina og vísa á, at vallyftið er ikki ógjørligt.    Beinleiðis endurnýtsla  er góð! Um eg ikki kann brúka tað, so kann helst onkur annar! Borgarin, vinnan og felagsskapir eru lykilin til beinleiðis endurnýtslu, sum vit kenna tað við Dugna, Blákross, Reyðakross og Iktys, hesir gera eitt fantastiskt arbeiði í dag.    Uttanlands kenna vit býtistøðir ...

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til

Bongijump, fløskuinnsavnan og glitrandi armband, ið ikki varð gull.

Bongijump, fløskuinnsavnan og glitrandi armband, ið ikki varð gull.   - Ólavsøkan var ein tann besta, men kundi hon verið betri?   Ja! - Eg hevði vilja broytt 3 ting, øll ting kommunan varðir av.   1: TIVOLI umfata av armbandi hevði 8 aktivitetir, ið royndi at spenna seg til børn í øllum aldrum - og í realitetinum vóru tað bert eini 4 ting fyri tey smáu og eini 4 til tey stóru. Bert tey mitt ímillum uml. 7-10 ár høvdu stødd og aldur

Bjørg Dam stillar upp til fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið.

Seinasta val varð Bjørg vald sum annar varalimur og hevur haft sæti á løgtingi. Í løtuni situr hon í býráðssessinum hjá Heðin Mortensen í Tórshavnar býráð. Nýliga er hon vald sum forkvinna í ADHD felagnum, og ætlar hon at broyta lívið við ADHD í Føroyum - Við røttu viðgerðini ber til, at ADHD verður ein góður fylgisveinur, sum er við til at ríka lívið hjá tí einstaka og okkara samfelag.  Tí fólk við ADHD hava serstakar eginleikar, sum gera at tey kasta í samfelagi við nýskapandi hugsanum. Tey síggja ofta øðrvísi loysnir og hava ofta dirvi og drívmegi sum fáur. Bjørg er 43 ár uppvaksin á Argjum og býr saman við manni og 5, 11 og 12 ára gomlu børnunum á Ternuryggi í Havn. Hon er sjálvstøðug vinnurekandi og heldur, at smápartafeløg skula eisini kunna tekna sjálvboðna sjúkratrygging so sum einstaklingafyritøkur kunna í dag. Eisini heldur hon, at fyritøkur ikki skula rinda kringvarpsgjald. Øll árini hevur Bjørg arbeitt fyri umhvørvinum, og gleðist yvir, at flestu politikarar nú ...

Bussleiðin býtir býlingar óheppið, steðgar ov tíðliga á kvøldið og vandamiklir gonguteigar.

Ikki var tað aprílsøga, at bussleiðin broyttist sjálvan 1.apríl!  Tíbetur, tí bussleiðina eiga vit at vera góð við, menna, betra og styrkja alla tíðina. Sera gott er, at bussurin nú koyrir í vikuskiftinum. Men tíverri gevst bussurin alt ov tíðliga á summum leiðum. Kaldbaksfólk mugu heim longu kl. 21.26 á kvøldið, og kunna sostatt eitt nú ikki ganga á kvøldskúla longur. Tey arbeiddu hart fyri í 1980’unum at fáa bussin at koyra til eftir kl.22 á kvøldið, tí so nógvir aktivitetir eru til á - og nú hava tey mist tað, hóast tey hava boða frá hesum staðiliga.

Bleiv bussleiðin betri?

Tað sum harmar meg ordiliga nógv við broyttu bussleiðini, eru allar søgurnar eg hoyri um eldri fólk, sum ikki fara út longur, tí bussurin er broyttur. Tað harmar, at hoyra um fólk við menningartarni, sum sjálvi plagdu at taka bussin, men nú skula tey skifta buss, kanska

Bilar fyrst børn næst!

Busssteðgistaðið uttanfyri Hoyvíkar skúla flutt??? - NEI, soleiðis hugsar okkara kommuna ikki. BILARNIR skula hava bestu leið. Tí flyta vit busssteðgistaðið 100m longur frá skúlanum. Eg arbeiði fyri, at sera trygg og góð gonguteigaøki skulu gerast uttanfyri skúlar og stovnar har nógv fólk gongur. Tí tað skal verða gott, skjótt og trygt at ganga í Tórshavnar kommunu. Í hesum førinum ger man tað drúgvari og ótryggari at velja bussin. Klók bussplanlegging hevði gjørt, at bussurin koyrdi hin vegin runt Hoyvíkina, soleiðis at hann steðgaðii á "røttu" síðu á Vegnum Langa í mun til skúlan og barnagarðin longri niðrið. - Bilarnir fyrst og fólkini síðst - Soleiðis handlar okkara kommuna tíverri. SJÁLVANDI skal ein gonguteigur verða beint uttanfyri skúlan, soleiðis at børn og vaksin til gongu hava bestu leið.

Røða: 5 loysnir 5 umhvørvismál

Umhvørvið er stórsta politiska avbjóðingin anno 2019. Í hesari røðuni, havi eg sett 5 sera týðandi mál upp, sum komandi løgting verður noytt at fyrihalda seg, viðgera og taka avgerð um. Málini eru: 1: Heimsmál nr. 12, sum er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðsla.  2: Bussleiðin,  koyra saman sparir umhvørvið. 3: Fótgangarateigar, at ganga er umhvørvisbest, men má verða trygt. 4: Burðardygg orka og oljutangar 5: Plast og órudd í náttúruni, og hvussu vit kunnu koma hesum til lívs Í røðuni, ið eg helt á veðurlagsverkfallinum herfyri, kasti eg í kjakið við mínum loysum, sum vónandi seta ferð á umhvørvisleiðina. Góðan lesihug. 

Umhvørvispolitikkur: Taka avgjaldi av einnýtisbúnaði úr plantistívilsi

Við einum pennastrokið hevði fleiri valt plast frá, tí dýrara alternativið hevði blivið minst 6,5% bíligari, enn tað er í dag.  Nú verður nógv gjørt fyri at skifta einnýtisbúnað úr plasti út við onnur umhvørvisbetri tilfar, sum eitt nú plantistívilsi. Hettar eru gløs, bestikk, lok o.a. ið vanliga hevur verið framleitt úr plasti. PLA

Nýggja bussleiðin

Býtir býlingar upp, steðgar ov tíðliga á kvøldið og vandamiklir gonguteigar. Ikki var tað aprílsøga, at bussleiðin broyttist sjálvan 1.apríl! Tíbetur, tí bussleiðina eiga vit at vera góð við, menna, betra og styrkja alla tíðina. Sera gott er, at bussurin nú koyrir í vikuskiftinum. Men tíverri gevst bussurin alt ov tíðliga á summum leiðum. Kaldbaksfólk mugu heim longu kl. 21.26 á kvøldið, og kunna sostatt eitt nú ikki ganga á kvøldskúla longur. Tey arbeiddu hart fyri í 1980’unum at fáa bussin at koyra til eftir kl.22 á kvøldið,

Havspæliland á Bakka í summar!

Myndir og innsløg frá pallborðsfundinum um endurnýtslu og tilfeingi:

Fitt av fólki varð komið saman at varpa ljós á endurnýtslu og tilfeingi í skúlanum við Løgmannabreyt Sunnudagin 30.okt. 2016 varð pallborðsfundur. Evnið var: endurnýtsla, ístaðin fyri at brenna, hvussu leingja vit liviringrásina av okkara tilfeingi. Hettar er ein grein við vælkomutaluni og svørunum uppá tveir settar purningar panelið, ið varð mannað av øllum flokkum, fekk undan funin. Umhvørvistiltakið, sum var í skúlanum við Løgmannabreyt, meti eg, varð sera væl eydnað. Familja, vinir og fólk innan renovatión, umhvørvisáhugaði ellars og fleiri valevni møttu. Vælhugsandi er, at tann, ið kemur at manna umhvørvisnevndarsessin í býráðnum varð til staðar hendan sunnueftirmiddag, og hevur fingið væl í viðføri við kunning, ráðum, ynskjum og upplýsing m.a. frá Aslaug Gisladóttir, um ringbúskap og Martini á Fløghamri, um umhvørvisarbeiði. Mín vón er, at hetta tiltakið er við til eina nýggja umhvørvis- og endurnýtslukós fyri kommununa. Tiltakið byrjaði kl 4 við at fyriskiparin b...

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

Har fór bussurin....

Higartil í dag, 26.okt. nú klokkan er 16.00, hava gott 4500 fólk koyrt í okkara bussum. Saman koyra vit grønari, tí er tað sera gleðiligt, at fleiri og fleiri taka bussin. MEN eg stúri. Tí fleiri av hinum flokkunum leypa nú í valstríðinum á okkara bussleið. - Ístaðin fyri at útbyggja okkara bussleið, vilja teir niðurlaga hana. - Hettar eru fólk, sum ikki sjálvi koyra buss. Tí duga tey ikki at síggja stóra virði og tørvin á einari bussleið. Vælsignaðu menn og kvinnur, komið heldur við í bussin. Latið bilin standa og kom við... Tess fleiri vit eru sum koyra, tess betri grundarlag fyri einari betri bussleið. - Mítt mál er ein betri og grønari bussleið tí fari eg at verja hana alt eg eri ment. Hon skal koyra so bilurin kann standa, tí saman koyra vit grønari. Kom við til 2020 Bjørg Dam Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu. Les meir á  bjorgdam.blogspot.com