Skip to main content

Posts

Showing posts with the label umhvørvispolitikkur umhvørvi grønt

Framleiða vetni í Føroyum?

  Árið 2021 toppaðu føroyingar oljunýtsluna og nú gongur rætta vegin, men vit skula hava eina langtíðarætlan, gott samstarv, framskygni og grønar politikarar fyri at røkka á mál.    Vit hava brotið linjuna, funnið melodiin og skula halda áfram við at seta vindmyllur upp, sum geva okkum nóg mikið av orku til at framleiða el. Samstundis fara vit at hava nóg mikið av avlopsorku til at framleiða vetni, ammoniak og annað biobrensil, sum er framtíðar orka til tunga ferðslu, vinnu og skip.    Tað er boðskapurin frá Kára Mortensen á hugaverdari framløgu fyri náttúru og umhvørvisnevndini í dag. Hann vísti á eina granskingarverkætlan, um at byggja eitt elektrolysuannlegg í Tórshavnar kommunu, sum kann framleiða vetni, oxygen og eini 30GWh av hita, ið kann koyrast inn á fjarhitanetið.    Vit loysa avbjóðingina við at tung ferðsla kann koyra grønt. Síðuvinningurin er, at laksavinnan er stórforbrúkari av oxygeni, umframt at fjarhitanetið verður framtíðartryggja or...

Hitaætlan, vitan og royndarverkætlanir skula tryggja orkuskiftið í Tórshavnar kommunu

Vegna høga oljuprísin og størri umhvørvistilvit er nú rættilig ferð komin á orkuskiftið. Bert í ár hevur Tórshavnar kommuna fingið 201 umsóknir um jarðhita, hetta í mun til 128 í 2021, 108 í 2020 og 84 í 2019. Stóra íløgan í Fjarhitaskipanina hevur ongantíð givið størri meining enn júst í dag. Tí í dag verður latið upp fyri høvuðsleiðingini á Svínaryggi og Vesturbýurin verður knýttur í. Frá í dag av spara vit meir enn 350.000L av olju. Upp ímóti 1700 brúkarar eru í fjarhitanetinum í dag, men vit arbeiða við at kunna knýta fleiri uppí samhaldsføstu skipanina. Ætlanin er at býlingar kunnu taka seg saman og í felag fara uppí fjarhitaskipanina. Men fleiri faktorar spæla inn, tá ein skal meta um, hvør orkukelda er best fyri teg. Tað veldst um staðseting, slag av húsum, bjálving, grannalag, osv. Jarðhitin er vorðin rættiliga populerur, men har sum tætt er millum húsini, kann tað forða fyri, at fleiri í grannalagnum kunnu fáa sær jarðhitahol, tí ov stutt má ikki vera ímillum tey. Í tætt bygdu...

30 milliónir til átøk í orkupolitikkinum!

Nú fíggjarætlanin fyri Tórshavnar býráð varð samtykt í gjár við 12 atkvøðum fyri og einari í móti frá Elsu Berg, eri eg errin av, at tey fýra økini vit øll í meirilutanum lovaðu til valið ávikavíst umhvørvi, børnini, eldru og bústaðir eru uppraðfest.   Heilar 30 milliónir eru settar av til átøk á umhvørvispolitikkinum “Grøna leiðin” frá 2015 og orkupolitikkinum frá 2019.    Sum forkvinna í Náttúru og Umhvørvisnevndini, fari eg at hugleiða eitt sindur um raðfestingarnar, fyri at vísa hvørjir tankar liggja aftanfyri.    Tær 30 milliónirnar verða býttar soleiðis:   7 mil. fara til eina skiljihøll, ið skal lyfta skiljing og endurnýtslu í Tórshavnar kommunu á eitt heilt nýskapandi, betri og spennandi støði. Ífylgi ST stendur útvinningur og framleiðsla av náttúrutilfeingi fyri 50% av heimsins CO2 og fyri yvir 90% av øllum missi av globala lívmargfeldinum. Um øll í heiminum skula forbrúka sum vit, so krevur tað 4 Jørðir! - Tí muga vit halda náttúrutilfeingi í rin...

Nýggjar sjónligar gonguteigar!

Nógv tora illa at ganga úti í ferðsluni, tí farleiðin er ov ótrygg. Nógv foreldur tora illa ella als ikki, at lata børnini ganga sjálvi og koyra heldur børnini í skúla, til ítriv o.a. Koyristólsbrúkarar og illa gongd kunna ikki ferðast í pørtum av kommununi, vegna manglandi gonguteigar og ov høgar kantsteinar. Bilarnir fylla nógv og tá Eysturoyartunnilin letur upp verður uppaftur verri! Tí eg ynski nýggjar, betri merktar og upplýstar gonguteigar. Eisini skula serligir gonguteigar verða við gongufólkaknútapunkt, so sum busssteðgistøð, skúlar, dagstovnar, ítróttaanlegg við meira.  Vit eiga at hyggja út í heim eftir, hvussu onnur lond uppmerkja sínar gonguteigar, tí sjálv visuella effektin við uppmálingini er ein partur av loysnini at skapa størri ans og virðing fyri sjálvum gonguteigum og gongufólki. Tað skal verða trygt og gott at ganga hjá øllum! Tú kanst hjálpa við at seta sjóneykuna á gonguteigar, hetta við at taka myndir av gonguteigum, ið onkusvegna eru merkisverdir. Tað kann v...

Vit hava krav at vita, hví Bogi og Annika søgdu nei til tunnilsgrótið!

Hví eru vit nú í hesari støðuni, har borgarin í Tórshavnar kommunu, stendur sum stóri taparin í málinum um tunnilsgrótið. Ístaðin fyri eitt     flott inntøkugevandi vinnuøkið við streymasjógvi á Gomlurætt, fáa vit ístaðin 30.000 fultlessaðar lastbilar í gjøgnum Havnina, náttúran á Velbastað verður ongantíð tann sama og vit standa við dálkingini og rokningini. Sami Bogi Andreasen, sum varð frammi undan summarfrítíðina í fjør og segði, at einans 1,5-2 milliónir skiltu Tórshavnar kommunu og Tunnilsfelagið frá einari semju, um at nýta grótið til vinnuøki, stóð í gjár og kærdi sína neyð. Nú fær hann einki gjørt, avleiðingarnar eru blivnar so ógvusligar, og standa als ikki í mát við tær 1,5-2 mlliónirnar, sum varð í millum partarnir tá. Hettar gruggar málið, og eri eg als ikki trygg við, at býráðið tekur skilagóðar avgerðir! Tí haldi eg, at borgararnir Tórhavnar kommunu og vit, sum sótu í býráðnum og stríddust fyri at fáa vinnuøki, hava krav at vita, hví ein semja ikki kundi fá...

Ræðandi góðar tíðir, krevja skynsemi

Seinasti býráðsfundur hesumegin løgtingsvalið og stóri spurningurin er, um trumfanir og stikkarnir sita á somu hondum eftir løgtingsvalið, so mær unnist framhaldandi at manna varasessin fyri Heðin Mortensen í Tórshavnar Býráð?  - Tað vóni eg veruliga, tí tað eru nógv stór tøk eftir at taka so sum vælferðarlógin, ið einans er