Bólkurin matleivdir er ein stór avbjóðing, sum skal loysast við samstarvi, fyribyrging, gransking og alternativum endurvinningi. Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu hevur fingið gjørt eina kanning av húsarhaldsruski, sum liður í arbeiðinum at skilja, endurnýta og endurvinna meir. Kanningin varð gjørd í november 2022, har 5% av vikuliga húsarhaldsburturkastinum bleiv greinað og býtt í 8 bólkar, sum yvirlitið niðanfyri vísir og annars eftir forskriftunum, fyri at skula verða umboðandi fyri alla kommununa. Tað sum er serliga áhugavert er, at úrslitini frá skiljingini vísa, at býtið millum bólkarnir er nakað øðvísi enn tað, ið væntað varð at síggja út frá dátum úr øðrum londum. Samanborið við Danmark og Tromsø, er minni glas og metal í burturkastinum í Havn, samstundis sum nøgdin av papp og pappír eisini er nakað lægri enn í Tromsø. 28 kg av papp og pappíri er tó í meira lagi, tá ið hugsað verður um, at hetta hevur verið skilt frá vanliga húsarhal...