Skip to main content

2 mio. av orkupolitikkinum til fleiri busstímar


Í kvøld, 24.4. 2024 hevur býráðið einmælt samtykt at flyta 2.mio. av orkupolitikkinum til fleiri busstímar.

- Er bussurin álítandi, koyrir hann nóg ofta, steðgar hann nóg nær og er komfortin í lagi, so vilja NÓGV NÓGV fleiri brúka buss! - Eg ynski at búgva í einari kommunu, har vit raðfesta kollektiva ferðslu.

- tí hann gevur møguleikar til tey, ið ikki hava ráð til bil
- tí hann gevur fríheit, til børn, eldri og tey uttan koyrikoyrt
- tí hann leysgevur foreldrunum nógva koyritíð og ger børnini sjálvbjargin og rørslu
- tí hann gevur møguleika at velja bilin frá
- tí tað er sosialt at koyra buss - ja, tú veist ongantíð, hvørjum tú hittir
- tí tað er sosialt og stuttligt at koyra buss - ja, tú veist ongantíð, hvørjum tú hittir.
- ja, tað ber eisini til at hyggja í telefon ímeðan tú koyrir buss!!!

Fyrimunirnir eru helst fleir …

Í grøna politikkinum í kommununi er ein av súlunum at fáa fleiri at brúka bussin. Tí mælir umsitingin til, at koyritímarnir skula raðfestir eftir "flest gagna mest" soleiðis, at teir verða koyrdir innnat betra um tær leiðirnar,  ið hava flest brúkarar og mesta grundarlag.

Eg hevði ynskt, at allir borgarar í kommununi, kundu fingið beinleiðis gagn av meirtímunum.  Tað fari eg áhaldandi at arbeiða fyri at betra um bussleiðina.

Fleiri tímar á høvuðsleiðirnar fara at gera, at fleiri fara at kunna brúka bussin, sum sítt primera flutningsfar

Vænti at handilsvinnan, og tey sum starvast í býnum fara serliga at merkja, at túrarnir verða longur út á eftirmiddagin, út á kvøldið, fleiri túrar leygardag og sunnudag, hetta á høvuðsleiðunum.

Eg vóni at samt býráð tekur undir við uppskotinum.

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til