Skip to main content

Tónleikari - Ivast tú hvar atkvøðan skal?


BÝRÁÐSVALIÐ 2012

4 ár í TUTL hava givið mær sera gott innlit í tónleikavinnu, plátufelagsvinnu og tónleik sum list.
Eg meini, at hava víst í verki, at eg kann verða við at skapa karmar fyri tónleikavinnuna í Føroyum.

Við tónleikinum ætli eg, at Reinsaríið skal verða eitt kraftsentur har tónleikavinnan og tónlistin
sameinast og samstarvar fyri at røkka útheiminum og ferðavinnuni.
Mínar ætlanir skula skapa:
  • Lív í miðbýin
  • Meirsølu av fløgum og merchendise
  • Meirvirði til ferðavinnuna
  • Eitt tónlistasavn - Musikkmusée (les grein á http://bjorgdam.blogspot.dk/)
  • Music Inform Centre = tónleikaútflutningsskrivstovu
  • Ein "Whats on" portal
  • Booking
Politikarar skula skapa karmar so tónleikarar skula spæla tónleik.
Vit skula lurta við báðum oyrum og finna felags stev við serkunnleikan.

Eg veit hvat skal til fyri at selja og skapa grundarlag fyri tónleik sum vinnuveg.

Les fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.com/
Bjørg Dam

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til