Skip to main content

Barsilsskipanin straffar tøtt børn.

 Tosaði við eina mammu í gjár, sum nýtir sín rætt, at hava barnið heima í eitt ár, hóast hon bert fær útgjald í 36 vikur frá Barsilsskipanini. 
Hon kemur tí onga inntøku at hava í uml. 3 mánaðar. Maðurin og hon ynskja at fáa nr. 2 barn skjótt. 
Trupulleikin er, at um hon eigur eitt barn áðrenn august næsta ár tvs. áðrenn hon hevur rindað inn til barsil í fullar 12 mánaðar, so kemur hennara barsilsútgjald at verða lægri við øðrum barninum. Tí barsil verður útroknað eftir miðal inntøku seinastu 12 mánaðarnar - Tað er sera vanligt at eiga tvey tøtt børn, og ein kann spyrja, um hettar er rímiligt, at hava rætt til 12 mdr. barsil og allíkavæl skula missa pengar bæði við tí fyrsta og tí næsta barninum?
Vit sum samfelag eru treytaði av høgum burðartalið, men skipanin, sum er til fyri at búskaparliga tryggja familjurnar við barnsburð virkar ikki nóg væl í summum førum.
Tað er mítt ynski, at foreldur skula sleppa at verða heima hjá barninum til tað er eitt ár, og at barsilsskipanin tekur hædd fyri óhepnum støðum, sum dømi omanfyri vísir.

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til