Skip to main content

10/28 til 50/50 týsdagin

Einans 28% av uppstillaðu valevnunum eru kvinnur.
Eg eri annars ikki fyri, at velja eina kvinnu, bara fyri at velja eina kvinnu!

Av okkum 48, ið stilla upp, eru so nógvar skilagóðar, rættvísar og dugnaligar kvinnur, tí kundu vit saktans mannað alt løgtingið, um tað skuldi verið.

 Hugsið tykkum, hvat hevði hent, um kynsbýtið bleiv øvugt av tí, tað hevur verið hettar valskeiðið tvs. mikudagin 2.september sótu 10 mans og 23 kvinnur á tingi.

Ja, ímynda tær, hvørja fiskivinnunýskipan høvdu vit valt?  Hvussu loystu vit sjúkrahúsknútin? Høvdu vit sloppið av við lønarmunin millum kynini?

Ja, ímynda tær alt vit høvdu fingið av skafti, rudda upp í, sortera burtur og fingið skil í.

Ja, ímynda tær tað ramaskríggj frá monnunum.

10 av 28 er okkara veruleiki í dag!

Kvinna, vit skula broyta 
10/28 til 50/50 týsdagin. 

Bjørg Dam, kvinna fyri C

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til