Skip to main content

Við endan á ælaboganum er ein gullpottur, sigst.


- Í morgun varð sjón fyri søgn. Hoydalar er ein dýrgripur og hann skula vit í mestan mun varðveita, Ein náttúruperla við nógvari felags søgu, bæði gleðiligari og sorgarbundnari, tá tuberklasjúklingar lógu á Sanatoriunum. Eg fekk mítt HF prógv her, gullverdan lærdóm og lívslong vinarløg. Tó bestu minnini eru saman við Abba mínum Nikael, ið var pedellur eitt mannaminni har niðri. Hann røktaði bygningar og havan sera væl. Enn standa rhododendronir so flottar, og hvørja ferð tær síggjast á pisumyndum, minnir tað meg um abba. Áðrenn mína tíð, búðu omma og abbi á Sanatoriunum. Mamma mín og mostrarnar slitu sínar barnaskógvar har. Nú verður barnalátur aftur at hoyra í dalinum, tí kommunan fer at leig leysu skúlalonurnar til dagstovn frá landinum, men bert til og við 2020. Dalurin er sera væl egnaður til ein úti- og náttúrudagstovn, her kann okkara gull spæla, mennast og trívast í tí best hugsandi umhvørvinum vit kunnu bjóða. Tí eigur kommunan at arbeiða við at fáa eina varandi loysn ílag.
Við hendan ælabogan er ein gullpottur.


Bjørg Dam 
Býráðslimur í Tórshavnar býráð. 

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til