Skip to main content

Bleiv bussleiðin betri?


Tað sum harmar meg ordiliga nógv við broyttu bussleiðini, eru allar søgurnar eg hoyri um eldri fólk, sum ikki fara út longur, tí bussurin er broyttur. Tað harmar, at hoyra um fólk við menningartarni, sum sjálvi plagdu at taka bussin, men nú skula tey skifta buss, kanska
tvær ferðir, og tað megna tey ikki. Nógv foreldur tora ikki at lata børnini taka bussin, tí tey skula ganga yvir um hátrafikeraðan veg. Nú ein dagin varð ein drongur árendur uttanfyri Hoyvíkar skúla. - Á Vegnum Langa steðgar bussurin skeivu megin skúla, dagstovn, kirkju og komandi læknaviðtalu! - Einlig mamma, sum hevur valt dagstovn eftir bussleiðini, fær ikki morgunarnar at ganga upp longur, tí bussleiðin er broytt. Vanar og mynstur, sum fólk hava fingið sær við tíðini eru farin. Tað er lætt hjá nógvum at umstilla seg og lætt hjá okkum, sum hava bil at dúva uppá í túninum. Men hjá eldru damuni, ið tvær ferð um vikuna sjálv megnaði at fara oman í býin, er tað ikki ógjørligt! Tað er ikki lætt hjá teimum, har bussurin er einasta álitið. 
Kommunan hevur brúkt yvir 700.000kr til danska fyritøku, sum  er komin við hesum broytingum. Einki er perfekt, tað veit eg. Men í hesari bussleiðini eru tað týðiligir feilir og manglar. Størsti feilurin er, at tað er ikki tikið hædd fyri brúkarunum, sum bussleiðin longu hevði! Tey flestu hildu at bussleiðin var fín, men tey ynsktu sær buss í vikuskiftinum og longur út á kvøldið. Vit fingu nakað heilt annað! 

Skal bussleiðin rullast aftur? - Tann spurningin hava eg og nógv onnur sett sær - eisini spyrja vit, hví ólukkan blivu bussskýlinini tikin niður? - Hettar virkar so virðingsleyst! -  Nú viðgera tey í  kommununi eftirmetingarnar brúkarin hevur haft møguleika at lata inn, og eg vóni innarliga, at tit hesaferð taka tykkum tíð til bussleiðina, og brúka fólk sum eitt nú kenna Havnina, sum vita hvørju megin skúlar liggja og hvussu býlingar hanga saman. 

Popular posts from this blog

Eik stuðlar Stella Polaris komandi 4 árini

Óskar Eiriksson, Bjørg Dam, Ólavur Jensen, leiðari á Marknaðardeildini hjá Eik, Malan Thomsen og Uni Árting. Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs undirskrivaði hósdagin 6. oktober 2016 eina 4 ára høvuðsstuðulsavtalu við Eik um tónleikakappingina Stella Polaris. Avtalan er framhald av stuðulsavtaluni, sum Eik og Musikkskúlanevndin hava havt, síðan Stella Polaris byrjaði. Endamál Stella Polaris er kapping, sum vendir sær til børn og ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping. Kappingin Stella Polaris varð á fyrsta sinni hildin í februar 2014 og á øðrum sinni í februar 2015. Kappingin hevði bæði árini stóra undirtøku millum tónleikarar, og hetta vísir okkum, at tørvur er á slíkari kapping í Føroyum. Arbeiða við at betra konseptið.  Vit í Musikkskúlavevndini eru tí sera fegin um framhaldandi stuðulsavtaluna við Eik. Hetta ber í sær, at Stella Polaris nú er komin í eina fasta legu og er framtíðartryggjað tey næstu 4 árini. Vit arbeiða áhaldandi við at betr

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár. Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til