Skip to main content

Svar um bussleiðina













Á býráðsfundinum hóskvøldið setti eg 5 spurningar um bussleiðina til Jákup Dam, formann í teknisku nevnd. Spurningarnir vóru í stuttum hesir: hvørjar broytingar og nær tær vera, hvussu nógvar áheitanir komu inn og hví bussskýlini vóru tikin niður, áðrenn endurskoðanin hevði verið. Eisini spurdi eg, hvussu nógv umleggingin kostar.

Til ber at hoyra alt svarið frá Jákupi Dam her: http://broadcast.avc.dk/thk/vod.html - Vel mál nummar 163/19 í breddanum til høgru


Í stuttum ber til at siga, at broytingarnar verða settar inn um uml. 3 vikur og stórsta broytingin verður, at bussurin fer aftur at koyra niðan eftir Løgmannabreyt. Tað merkir, at bussskýlir skula setast uppaftur, tí hini vóru tikin niður dekan ov tíðliga - so tað verður ein eykarokning til skattaborgaran, sum longu hevur rindað yvir 700.000kr til eina danska fyritøku, umframt nógvar tímar í umsitingini, umframt allir tímarnar at taka niður skýlir, flyta skeltir, upp og niðurtøku av timatalvum osf. Einki veruligt svar yvir kostnaðin var at fáa, so hetta kunna vit bara gita um.
- Yvir 160 áheitanir vóru komnar frá privatum og stovnum, sum tey nú royna at putla saman. Stórt ynski hevur m.a. verið, at fáa 2'aran eisini at hoyra eftir Vegnum langa, so hvítanesfólk og hoyvíksingar aftur fáa bussamband til skúlar og alt virksemið í ovaru Hoydølum.
- Í heyst verður ein brúkarakanning og endurmeting, sum vit í andstøðuni eru boðin til at verða við til. Vit takka stórligani fyri, at vit nú fáa møguleikan at verða við! - Tó kann eg ikki lata verða við at harmast, tí eg haldi, at her er skeift farið fram frá fyrstani tíð. - Ynski varð at fáa buss í vikuskiftinum og eina skúlaleið út á Glasir - Og fyri at spara pening, varð øll bussleiðin løgd um, so nú er stóri spurningurin, um vit hava spart nakað við at brúka so nógvar pengar?

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til