Skip to main content

Øll børn við serligum tørvi í "Ta góðu tilgongdina"


 "Tann góða tilgongdin" snýr seg um at skipa eina góða tilgongd fyri børn við autismu og familjur teirra. Hetta serliga í mun til samstarv við almennu myndugleikar soleiðis, at tænastan er greið og samskipað. 

Tíverri er tilboðið ikki galdandi fyri børn við øðrum avbjóðingum sum eitt nú ADHD. Tað er sera óheppið at landið ger so stóran mismun millum børn.

Almannaverkið metir, at víðkanin fer at merkja at umleið 400 børn, meginparturin børn við ADHD, koma afturat teimum 180, ið longu eru í skipanini, og at kostnaðurin er umleið 7 milliónir, einans!.

Tað skuldi fyri langari tíð síðan verið loyst, tí í mun til tær 400 persónlagnurnar, sum stríðast dagliga við avbjóðingar, so kanni tann "Tann góða tilgongdin" verða við til at tryggja okkara børnum eitt gott lív.

Barnaárini eru stutt og nógv børn við ADHD læra at kompensera fyri menningarórógvi við røttu viðgerðini, og fáa eitt líka gott lív, sum onnur tá mált verður í heilsu og inntøku. Tí er tað alumráðandi at seta inn í barnárunum. Samfelagsliga kostar tað ein brøkpart at seta inn tíðliga.

Eg fari at arbeiða fyri, at øll børn við serligum tørvi fáa bjóðað "Ta góðu tilgongdina".
Bjørg Dam

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til