Skip to main content

Bjørg Dam stillar upp til umboðsráðið í Betri trygging

 


🌱 Vel eitt nýtt grønt samhaldsfast andlit í umboðsráðið hjá Betri! 🌱 

Míni hjartamál eru : 

💚GRØNARI ganga fremst í orkuumskiftinum
💚SAMHALDSFAST og betri, øll hava ráð til
💚SAMFELAGSSINNI stuðla m.a. ADHD og sálarheilsu
💚FJØLTÁTTARI tryggja trivna og fjølbroytni
💚ÁBYRGDARFULT gera íløgur í føroyska samfelagið.
💚TÆNASTUSINNI minimera avgjøld, rakstur og meirkostnað.
💚DREYMAR til veruleika hjá húsakeypara, íverkseta og fiskimanni.
💚TRYGGJARI í ferðslu og á sjógvi
💚BETRI fyri viðskiftafólk og starvsfólk. 

 Stutt um meg: Eri 44 ára gomul av Argjum, og búgvi nú í Birnugøtu á Ternuryggi við manni og trimum børnum. Eri sjálvstøðug vinnurekandi, útbúgvin eksportteknikari og bachelorur í føroyskum. Eri forkvinna í ADHD felagnum, aktiv politiskt og brenni fyri umhvørvinum.

👋 Eg ynski at gera mína ávirkan galdandi í umboðsráðnum, umboðandi teg, sum tryggingartakara í Betri trygging.

🌱 Øll fáa valkort sendandi við postinum. Til ber at velja talgilt ella við brævi frá 14.-28.sept.

-Um mær unnist at gerast ein av teimum 35 umboðnum komandi 4 árini, so síggjast úrslit.

Spyr um spurningar eru!

Vinarliga Bjørg Dam
📱211428 


 #bjørgdam #umhvørvið #umboðsráðsval #betri

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til