Skip to main content

Argir skal dagførast: Buss og gøtur skula binda Argir saman.



 

Seinast í 1980’unum droymdi eg um, at kunna taka bussin frá Støðni, har eg vaks upp, og niðan á AB vøllin at sparka. Nú eru so Hamarin, Kongavarði og Klingurstjørn komnar afturat.

-Ongantíð hevur tað verið týdningarmiklari at hugsa at samanbinda bussambandið, so Argir kann verða ein samanhangandi eind, og børnini kunna fara í skúla og á vøllin við bussi.

Tað eigur sjálvsagt at verða eitt grundprinsipp við bussinum, at børn í býlinginum kunna taka bussin aftur og fram í skúla og til stóru ítróttarøkini.

Eisini skula gøtur skula ganga oman, niðan og yvir, so tað er trygt at ferðast til gongu og á súkklu úr enda í annan. Gongur gøtan yvir ein veg, skal ein góður gonguteigur hjálpa gongufólkinum yvirum trygt.

Lítið er broytt niðrið á Argjum og hetta til valið, fari eg at skriva um mínar hugsanir um dagføringar. Tað verið seg um heildarætlan av vegabreiðkan, seiðaberg í Støðni, minnisvarðin o.a.. Situr tú inni við einhvørjum vil eg fegin hoyra. Ring ella skriva á tlf 211428 / bjorg@dam.fo

Set x við
Bjørg Dam

Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til