Skip to main content

35.000 m2 stórt vinnuøkið gjøgnum Havnina!

Eitt 35.000m2 stórt vinnustykkið átti at staðið liðugt á Gomlu rætt í næstum.
Ístaðin slær veruleikin okkum á kjaftin nú 30.000 tungt lessaðir lastbilar bókstaviligt fara at koyra vinnustykkið forbí Havnina áveg til Runavíkar.

Tú skalt minnast til, at Tórshavnar kommuna var í realitetssamráðingum við Tunnilsfelagið um, at grótið skuldi brúkast til eitt 35.000 m2 stórt vinnuøkið, sum skuldi liggja í framhaldi av Gomlurætt norðeftir. Tað vórðu bert 1,5 mil. ímillum Tunnilsfelagið og Tórshavnar kommunu, tá Tórshavnar kommuna bakkaði út. Við hesum, mistu vit eitt stórt og nógv eftirspurt vinnuøkið, umframt allan skaðan, uppfyllingin í Velbastað hevur gjørt og nú, lastbilarnir fara at elva.

Ístaðin flyta vinnur úr Havnini, tí eingi nýgg vinnustykkir eru gjørd!
Ein stór fyritøka, sum eg havi samband við leitaði í kommununi í nógv ár, nú hevur hon fingið gott vinnustykkið á Sandoynni. Hettar ber ikki til! -

Kanst tú ikki veita vinnuni karmar og góðar treytir at virka undir, so flytir hon.
Undirsjóvartunlarnir geva okkum longu stóra kapping um inntøkuskapandi vinnurnar, so nú má leggjast á annan bógvin.

Eg havi ikki fantasi at rokna út, hvussu nógvar 100 tals milliónir vit hava mist í virði og inntøkum, umframt at vit standa sum klovnar og skula rinda slit av vegnum av øllum teimum 30.000 lastbilunum.

Hettar var tann dýrasta avgerðin nakrantíð tikin, og eg vóni veruliga at veljarar minnast til týsdagin.

Les meir:
https://bjorgdam.blogspot.com/2020/06/torshavnar-byra-lorka-millionavirir.html

Vel eina sterka vinnukvinnu í býráðið

Bjørg Dam
Valevnið til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.


Vinarliga

Bjørg
Tlf 211428
bjorgdam@gmail.com





Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til