Skip to main content

Bjørg Dam heldur fram, sum forkvinna í ADHD felagnum.


Stórur áhugi er at koma í nevndina í ADHD felagnum. Á aðalfundinum 20.mars varð avgjørt at styrkja nevndina við at økja nevndarlimatalið úr 6 upp í 7, og tiltakslimatalið úr 3 upp í 5. Eisini limaskarin er vaksin við fleir enn 200 limum seinastu 2 árini. 


“Lang er eftir á mál og vit hava brúk fyri øllum hondum í felagnum” segði Bjørg Dam, sum varð afturvald á aðalfundinum eftir at hava verið forkvinna seinastu 2 árini. - Stóra framgongdin í felagnum avspeglar tørvin og frustratiónirnar hjá familjum, sum eru raktar. 


Vit skilja, at tað er politiskur vilji til staðar, men vit merkja hann ikki. Bíðitíðin til útgreining er longd nógv seinasta árið, og alt ov fá fáa hjálp og viðgerð.
Psykiatriin er yvirrend av vaksnum og børnum, sum vilja hava hjálp.
Vit hoyra dagliga um rúsevnismisnýtslu, óarbeiðsføri, mistrivna í skúlanum, angist, tunglyndi og økt tal av barnaverndarsakum.
Nógv, kanska helvtin av hesum, høvdu als ikki verið, um tey fingu røttu hjálpina fyrr.
Nýggj tøl vísa, at helvtin av teimum við rúsevnismisnýtslu og ein triðingur við rúsdrekkanisnýtslu  hava eitt ADHD/ADD at stríðast við. Hettar er nógv hægri enn áður hildið.
Óviðgjørt ADHD kostar danska samfelagnum 2,8.mia. um árið, sambært Rockwool fondinum. 
Vit vita ikki, hvussu nógv tað kostar Føroyum. Men tað sigur okkum, at samlaðu útreiðslurnar til almannaverk, heilsuverk, langtíðar arbeiðsleys, forsorg, fyritíðarpensión o.a. hevði verið nógv minni, um ein partur varð nýttur til diagonosering, viðgerð og fyribyrging.
Kom nú! - Raðfest rætt, so ferð kann koma á ADHD útgreinan og viðgerð.

Vit eru í einum paradigmuskifti í Føroyum. 
Tað er komin viðgerð til øll tey 5% av teimum, sum hagfrøðiliga hava ADHD ella ADD. Nú skal uppraðfestast bæði á psykiatriini, innan sernámsfrøði og serdidatik og tey, sum eru dottin niðurímillum skula fáa hjálp at fóta sær aftur.  


Tíbetri er viðgerðin so góð, at við tíðliga hjálp fáa nógv børn eitt heilt normalt lív. Ung og vaksin kunnu hjálpast somikið, at tey kunnu fáa eitt gott og langt arbeiðslív, júst sum øll onnur. 


Enn er bert tey fækkstu við ADHD útgreinaði, tí er tað ein sjálvfylgja at psykiatriin er yvirrend. Tí øll tey við óviðgjørdum ADHD nú endiliga fáa eina vón til bata. 

Eitt tílíkt paradigmuskifti er sætt fyrr í Føroyum við CTD. Tá segði man politiskt, at nú skal eingin doyggja av CTD, og tí varð sett inn at finna og viðgera øll við CTD.
 

Tað ber eisini til við ADHD, men viljin má verða til staðar.  
 

Felagið arbeiðir við nógvum málum, ovaliga er fígging av felagnum, tí tørvur er á fleiri sjálvhjálparbólkum, ADHD ráðgeva, førleikamennarum innan ADHD v.m.
 

Nógv tiltøk eru á skrá. Fyrst er ein ungdómskafé í Perluni og næst verður ADHD Rundferðin loksins upppafturtikin. Hetta verður 20.mai í Klaksvík. Les meir á adhd.fo.
 

Nevndin hevur skipað seg við Bjørg Dam sum forkvinnu, Asger Eið Karinarson næstformaður, Maiken á Mýruni skrivari Anne Sophie Nordendal peningarøkil,  Anna Nolsøe Joensen, Poula Patursson og Pætur Nattestad Petersen. Tiltakslimir eru Edmund M. Djurhuus, Karolina Láberg, Óli Nolsøe Olsen, Bjørga Sivertsen og Laura Apol.


Popular posts from this blog

Eik stuðlar Stella Polaris komandi 4 árini

Óskar Eiriksson, Bjørg Dam, Ólavur Jensen, leiðari á Marknaðardeildini hjá Eik, Malan Thomsen og Uni Árting. Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs undirskrivaði hósdagin 6. oktober 2016 eina 4 ára høvuðsstuðulsavtalu við Eik um tónleikakappingina Stella Polaris. Avtalan er framhald av stuðulsavtaluni, sum Eik og Musikkskúlanevndin hava havt, síðan Stella Polaris byrjaði. Endamál Stella Polaris er kapping, sum vendir sær til børn og ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping. Kappingin Stella Polaris varð á fyrsta sinni hildin í februar 2014 og á øðrum sinni í februar 2015. Kappingin hevði bæði árini stóra undirtøku millum tónleikarar, og hetta vísir okkum, at tørvur er á slíkari kapping í Føroyum. Arbeiða við at betra konseptið.  Vit í Musikkskúlavevndini eru tí sera fegin um framhaldandi stuðulsavtaluna við Eik. Hetta ber í sær, at Stella Polaris nú er komin í eina fasta legu og er framtíðartryggjað tey næstu 4 árini. Vit arbeiða áhaldandi við at betr

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár. Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til