Skip to main content

Bjørg Dam stillar upp til fólkatingsvalið


Vel eina eldál, sum arbeiðir fyri psykiatri og sálarheilsu. 
Øll skula hava ein góðan dag!

Um meg
Eg eri fødd í 1975 og eri gift við Høgna Egilstrøð Hansen. Saman eiga vit Gunnrið 2006, Nikael 2008 og Sofíu 2014. Vit búgva við gomlu kolonihavahúsini á Ternuryggi í Havn, og her trívast vit sera væl. Eg eri útbúgving eksportteknikari og bachelorur í føroyskum.
 
Í arbeiðshøpi
-eri eg saman við manni mínum sjálvstøðug vinnurekandi við fyritøkuni sp/f Flis, ið byrjaði í 2015, sum ein lítil spennandi grøn verkætlan, har endamálið var at gagnnýta trø og runnar, heldur enn at tyrva tað. Í dag arbeiði eg eisini í familjufyritøkuni Thomas Dam á Hálsi.
 
Síðani 2019 havi eg verið forkvinna í ADHD felagnum, sum hesi árini er vaksið til eitt stórt felag við fleiri enn 400 limum. Í fjør varð eg vald í starvsnevndini í MEGD.
 
Politiskt havi eg tilvitað lagt eina fasta grund, at byggja mítt politiska yrki á. Hettar er 8. valið eg stilli upp og 2. fólkatingsval.  Í 2019 varð eg vald í býráðið í Tórshavnar kommunu. Áðrenn tað, havi eg verið varumboð í býráðnum og í Løgtinginum.
Í fleiri ár havi eg sitið í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og í MFS, har eg havi haft ymsar sessir, umframt at verða forkvinna.

Mítt endamál
- við at stilla upp til fólkatingsvalið er, at arbeiða fyri míni hjartamál, sum er at tryggja javnbjóðis atgongd til viðgerð, endurvenjing, arbeiði og til útbúgving, til fólk við psykiatriskum og fysiskum avbjóðingum/sjúkum í Føroyum og í Danmark - eingin skal detta í millum skipanirnar!   

Td. skal ein ADHD diagnosa ikki kunna brúkast sum orsøk at nokta atgongd til politiskúla ella herin, sum tað kann verða í dag. Hettar hevur man broytt í Svøríki og Íslandi, har tað ikki er loyvi at diskriminera vegna ADHD! Men tað er ikki broytt í Danmark enn!

Í Føroyum hava vit 529 fólk, sum standa á bíðilista til psykiatri, t.e. til útgreining fyri ADHD, autismu, tunglyndi, angist v.m. Sera nógv fara niður til Danmarkar at fáa sær hjálp!
Hesi, muga ikki einans rinda fyri eina primera heilsutænastu okkara egna heilsuverk átti at klárað,  men tá tey koma heimaftur við einari diagnosu, detta tey heilt ella partvíst uttanfyri okkara heilsuskipan! Hettar er ikki einans galdandi fyri ADHD og autismu, men eisini fyri aðrar diagnosur og sjúkur
Hettar skal loysast!

Tað er ikki bert í Føroyum vit stríðast við sálarheilsu, men tað gera tey eisini í Danmark og Grønland. Tí er samstarv um vitanardeiling, netverkan og gransking uppløgd, tí loysnirnar eru helst tær somu.


Eg vil á fólkating
- at skapa úrslit, ið betra um lívið, møguleikar og skapa trygd og framburð hjá føroyingum.
Javnaðarflokkurin hevur víst í verki, at fólkatingssessurin kann við røttu hugsjónini, arbeiðssemi, dirvi og hepnari politiskari hond, vera sera gevandi fyri allar føroyingar, lesandi, sjúklingar, fyritøkur, feløg umframt kommunur og løgting!
Ríkisfelagsskapurin er tvívegis gevandi, tó ikki uttan lýti, tey taka vit upp og finna pragmatiskar loysnir, tí vit samstarva við øll!

Ríkisfelagsskapurin gevur føroyingum ríkar møguleikar at lesa í Danmark og í øllum Europa, eisini fáa vit atgongd til grunnar, størv og granskingarverkætlanir. Javnaðarflokkurin er garantur fyri, at hesi rættindi verða varðveitt.

Les greinar og CV á http://bjorgdam.blogspot.com/

Vit at seta krossin við C og Bjørg, so fært tú eina eldsál, sum skapar úrslit!

Bjørg Dam
Valevni til fólkatingsvalið fyri Javnaðarflokkin.


Popular posts from this blog

Eik stuðlar Stella Polaris komandi 4 árini

Óskar Eiriksson, Bjørg Dam, Ólavur Jensen, leiðari á Marknaðardeildini hjá Eik, Malan Thomsen og Uni Árting. Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs undirskrivaði hósdagin 6. oktober 2016 eina 4 ára høvuðsstuðulsavtalu við Eik um tónleikakappingina Stella Polaris. Avtalan er framhald av stuðulsavtaluni, sum Eik og Musikkskúlanevndin hava havt, síðan Stella Polaris byrjaði. Endamál Stella Polaris er kapping, sum vendir sær til børn og ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping. Kappingin Stella Polaris varð á fyrsta sinni hildin í februar 2014 og á øðrum sinni í februar 2015. Kappingin hevði bæði árini stóra undirtøku millum tónleikarar, og hetta vísir okkum, at tørvur er á slíkari kapping í Føroyum. Arbeiða við at betra konseptið.  Vit í Musikkskúlavevndini eru tí sera fegin um framhaldandi stuðulsavtaluna við Eik. Hetta ber í sær, at Stella Polaris nú er komin í eina fasta legu og er framtíðartryggjað tey næstu 4 árini. Vit arbeiða áhaldandi við at betr

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár. Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til