Skip to main content

Orkuráðstevnan Ósvart 2022

Ein málrættað og vælfyriskipað ráðstevna kann verða ein gamechanger, ið setur veruliga dik á framstig og menning í samfelagnum. Tí havi eg tikið stig til eina árliga stóravorkuráðstevnu, ið hevur fingið heitið Ósvart.

Tað er neyðugt at “be the change you want to see.” Kommunan ger júst tað við verkætlanini um heita vatnið í Kollafirði, sum verður gagnnýtt til at hita fleiri almennar bygningar, sjóvarorku frá Boðanesheiminum til Lágargarð og Tórsbyrgi og ikki minst við at gera fjarhita tøkan fyri stóran part av kommununi.

Ósvart 2022
Varð hildið 3. og 4. november. Ráðstevnan vendir sær til øll, sum hava hús at hita. Endamálið er at bera fólki so nógva og holla vitan sum gjørligt, so tey fáa valt bestu, minst dálkandi og ódýrastu loysnir til síni hús.

Hvussu hita vit okkara egnu hús best? Og – hvussu gera vit grønar hitaloysnir, sum eru best fyri býlingin, bygdina, framtíðina? Orkuráðstevnan “Ósvart” verður høvi hjá øllum at fáa sær nyttuga vitan til síni egnu orkuval, og samstundis at hoyra nýggj boð uppá, hvussu vit skipa samfelagið so grønt, so ósvart sum gjørligt.

Tórshavnar kommuna skipar fyri ráðstevnu um orkuskifti og grøna upphiting í framtíðini 3. og 4. november. Ráðstevnan vendir sær til øll, sum hava hús at hita. Endamálið er at bera fólki so nógva og holla vitan sum gjørligt um upphiting, so tey fáa valt bestu, minst dálkandi og ódýrastu loysnir til síni hús.

Avgerðirnar, sum liggja fyri framman um hita og orku, eru tó ikki bert upp til einstøku húskini. Fjarhiti, vindorka, heitar keldur eru alt evni, sum krevja samfelagsligt kjak og planlegging. Tí verður ráðstevnan Ósvart eisini staðið, har størri ætlanir verða settar á dagsskrá.

Tórshavnar kommuna er í ferð við at gera eitt hita-atlas, har til ber at síggja, hvat slag av upphiting egnar seg til ymsu støðini og býlingarnar í Tórshavnar kommunu. Fyrsta stigið av hesum atlassinum verður lagt fram á Ósvart hósdagin 3. november.

Ætlanin er at fólk, sum vitja ráðstevnuna, skulu hava møguleika at hitta veitarar, ráðgevar og serfrøðingar, og yvirhøvur at fáa ítøkiliga vitan við sær frá ráðstevnuni.

Við á Ósvart verða føroyskir og danskir serfrøðingar. Millum fyrilestrarhaldararnar verða Steffen Nielsen, PhD í orkuverkfrøði, sum hevur verið við til at gera hitaætlan fyri Danmark, Bogi Bech, professari og stjóri hjá donsku orkufyritøkuni Ørsted, Terji Nielsen, menningarstjóri og Helma Maria Tróndheim, PhD í elverkfrøði, sum menna og granska í orkuskiftinum hjá SEV, Jesper Koch, sum er greiningarstjóri hjá Dansk Fjernvarme, og mong onnur.

 Ætlanin er, at Ósvart 2023 skal verða um flutning í breiðu merkingini, t.e. bilar, bussar, súkklur, ganga osf. 




 

 

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til