Skip to main content

Posts

🌱🏠 Lutaíbúðir skula byggjast beinanvegin! 🏠🌱

-Eitt av stórmálunum hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið eru lutaíbúðir. - Eg vil skoyta uppí, at hesar skula eftir mínum tykki verða grønar íbúðir bygdar eftir nul-orkunýtslu prinsippi og við felags skilji- og endurnýtslu støð. 🌱 Lutaíbúðir eru ein uppløgd fíggingarskipan eitt nú til eldraíbúðir, sum hevði skapt eitt tiltrongt bústaðarrensl, har eldri flyta í minni og barnafamiljur kundu flutt í størri. Eg kann seta eitt dømi upp: -Um eldri borgarin fær 3 mil fyri at selja síni hús og skal rinda 1.000.000 kr í innskoti til eina lutaíbúð + eitt fast mánaðargjald á kr. 8.000kr. -So hevur hann 2 milliónir í reiðum peningi og situr sostatt í einari nýggjari hóskandi íbúð, sum ikki krevur størvegis ábøtur restina av lívinum. Og sum kostar minimalt í orkuútreiðslum. 2 mil. røkka til meir enn 20 ár í mánaðargjaldi. Fleiri hús á marknaðinum eigur at fáa prísin niður, soleiðis at ungar barnafamiljur fáa ráð at keypa hóskandi hús. 💕 Bjørg Dam 🌹 Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í ...

Tórshavnar kommuna skal brenna 50 % minni

Brennistøðin á Sandvíkarhjalla brennir í dag nærum 100% av brennikapasitetinum! Í staðin fyri eina nýggja brennistøð fyri meir enn eina hálva milliard, so skula vit taka ábyrgd fyri umhvørvinum og brenna minni og endurnýta meir! Tað er at taka umhvørvisatlit og virða náttúruna! KOMMUNUVAL 2020 Eg brenni fyri, at vit brenna minni. Eitt høgt, men ikki ógjørligt boð er, at vit skulu brenna 50 % minni áðrenn 2030!    Hvussu koma vit higar, kanst tú spyrja?   Fyrst mást tú velja meg, eina eldsál, í býráðið 10. november!    Endamálið við hesari greinini er at lýsa avbjóðingina og vísa á, at vallyftið er ikki ógjørligt.    Beinleiðis endurnýtsla  er góð! Um eg ikki kann brúka tað, so kann helst onkur annar! Borgarin, vinnan og felagsskapir eru lykilin til beinleiðis endurnýtslu, sum vit kenna tað við Dugna, Blákross, Reyðakross og Iktys, hesir gera eitt fantastiskt arbeiði í dag.    Uttanlands kenna vit býtistøðir ...

Bjørg Dam stillar upp til umboðsráðið í Betri trygging

  🌱 Vel eitt nýtt grønt samhaldsfast andlit í umboðsráðið hjá Betri! 🌱  Míni hjartamál eru :  💚GRØNARI ganga fremst í orkuumskiftinum 💚SAMHALDSFAST og betri, øll hava ráð til 💚SAMFELAGSSINNI stuðla m.a. ADHD og sálarheilsu 💚FJØLTÁTTARI tryggja trivna og fjølbroytni 💚ÁBYRGDARFULT gera íløgur í føroyska samfelagið. 💚TÆNASTUSINNI minimera avgjøld, rakstur og meirkostnað. 💚DREYMAR til veruleika hjá húsakeypara, íverkseta og fiskimanni. 💚TRYGGJARI í ferðslu og á sjógvi 💚BETRI fyri viðskiftafólk og starvsfólk.   Stutt um meg: Eri 44 ára gomul av Argjum, og búgvi nú í Birnugøtu á Ternuryggi við manni og trimum børnum. Eri sjálvstøðug vinnurekandi, útbúgvin eksportteknikari og bachelorur í føroyskum. Eri forkvinna í ADHD felagnum, aktiv politiskt og brenni fyri umhvørvinum. 👋 Eg ynski at gera mína ávirkan galdandi í umboðsráðnum, umboðandi teg, sum tryggingartakara í Betri trygging. 🌱 Øll fáa valkort sendandi við postinum. Til ber at velja talgilt ella...

Vit hava krav at vita, hví Bogi og Annika søgdu nei til tunnilsgrótið!

Hví eru vit nú í hesari støðuni, har borgarin í Tórshavnar kommunu, stendur sum stóri taparin í málinum um tunnilsgrótið. Ístaðin fyri eitt     flott inntøkugevandi vinnuøkið við streymasjógvi á Gomlurætt, fáa vit ístaðin 30.000 fultlessaðar lastbilar í gjøgnum Havnina, náttúran á Velbastað verður ongantíð tann sama og vit standa við dálkingini og rokningini. Sami Bogi Andreasen, sum varð frammi undan summarfrítíðina í fjør og segði, at einans 1,5-2 milliónir skiltu Tórshavnar kommunu og Tunnilsfelagið frá einari semju, um at nýta grótið til vinnuøki, stóð í gjár og kærdi sína neyð. Nú fær hann einki gjørt, avleiðingarnar eru blivnar so ógvusligar, og standa als ikki í mát við tær 1,5-2 mlliónirnar, sum varð í millum partarnir tá. Hettar gruggar málið, og eri eg als ikki trygg við, at býráðið tekur skilagóðar avgerðir! Tí haldi eg, at borgararnir Tórhavnar kommunu og vit, sum sótu í býráðnum og stríddust fyri at fáa vinnuøki, hava krav at vita, hví ein semja ikki kundi fá...

Børn við serligum tørvi ongan góðan í Tórshavnar býráð.

Nú skúlarnir byrja aftur, eri eg sera glað at frætta, at Vestmanna skúli hevur fingið serflokkar. Nú fáa børnini við avbjóðingum so sum ADHD og autismu í Vestmanna eitt gott og nøktandi skúlatilboð inni í skúlanum, saman við vinum og tí kenda.    Í heyst stendur føroya størsti fólkaskúli, Skúin á Fløtum liðugur.  Men tíverri hevur Tórshavnar býráð ikki sæð tað neyðugt at gera karmar ella pláss fyri serflokkum inni í stóru glasborgini á Fløtum, hóast har fara at ganga yvir 700 næmingar!  Tað er hugstoytt at hugsa, hvussu nógv børn ikki fáa nøktandi skúlatilboð í Tórshavnar kommunu! Tað er ein skandala av teimum ringastu, og tað undirstrikar, hvussu lítið innlit í serøkið og, hvussu lítla raðfesting børn við avbjóðingum hava í Tórshavnar býráð.   Tað eru 6 skúlar í Tórshavnar kommunu við fleiri enn 200 næmingum og bert ein hevur serflokkar inni í skúlanum, tað er Hoyvíkar skúli. Í restina av Føroyum eru 11 fólkaskúlar við uml. 200 næmingum og uppeftir, harav hava ...

Tórshavnar býráð: lorkað milliónavirðir burtur.

Nú fór Runavíkar kommuna avstað við restina av grótinum úr Sandoyartunnilinum Suðurstreymoyarmegin, og nógv okkara í Tórshavnar kommunu standa spyrjandi við høkuni í fanginum! Runavíkar kommuna breggjar sær av røttum í tíðindastubba 26.juni við, at teir í samstarvi við Tunnilsfelagið ynsktu at brúka milliónagrótið til okkurt skilagott, ístaðin fyri at tyrva tað! – Nú er semja funnin, um at brúka grótið til at víðka um havnarlagið.

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at ...