Skip to main content

Posts

Bjørg Dam stillar upp til fólkatingsvalið

Vel eina eldál, sum arbeiðir fyri psykiatri og sálarheilsu.  Øll skula hava ein góðan dag! Um meg Eg eri fødd í 1975 og eri gift við Høgna Egilstrøð Hansen. Saman eiga vit Gunnrið 2006, Nikael 2008 og Sofíu 2014. Vit búgva við gomlu kolonihavahúsini á Ternuryggi í Havn, og her trívast vit sera væl. Eg eri útbúgving eksportteknikari og bachelorur í føroyskum.   Í arbeiðshøpi -eri eg saman við manni mínum sjálvstøðug vinnurekandi við fyritøkuni sp/f Flis, ið byrjaði í 2015, sum ein lítil spennandi grøn verkætlan, har endamálið var at gagnnýta trø og runnar, heldur enn at tyrva tað. Í dag arbeiði eg eisini í familjufyritøkuni Thomas Dam á Hálsi.   Síðani 2019 havi eg verið forkvinna í ADHD felagnum, sum hesi árini er vaksið til eitt stórt felag við fleiri enn 400 limum. Í fjør varð eg vald í starvsnevndini í MEGD.   Politiskt havi eg tilvitað lagt eina fasta grund, at byggja mítt politiska yrki á. Hettar er 8. valið eg stilli upp og 2. fólkatingsval.  Í 2019...

UPPRÓP: 529 á bíðilista til barna- og vaksinpsykiatri!!

Nýggjastu bíðilistarnir frá LS vísa greitt, at støðan á psykiatriska økinum er alarmerandi. Umfatandi átøk eru kravd umgangandi, tí nú ryðjur undan!   - Allar góðar intentiónir og átøk frá Kaj Leo Holm Johannesen hava als ikki fingið tamarhald á økið, tvørturímóti!   -Er tíðin ikki komin til eina ADHD miðstøð, sum arbeiðir fyribyrgjandi, viðgerðandi og ráðgevandi og bjóðar eitt heildartilboð til alla familjuna?   Psykiatriin, felagsskapir og einstaklingar hava í fleiri ár ávarað og rópt varskó! Leiðslan á psykiatriska deplinum hevði í 2018-19 eina ætlan fyri eina ADHD klinikk, men sum bert fekk ein brotpart av neyðugu fíggingini. Man skuldi haft lurtað eftir og brúkt kend altjóða hagtøl fyri at framtíðartryggjað økið, so høvdu vit neyvan staðið við alinlongum bíðilistum, sum tyngja alla psykiatriina, starvsfólkini á økinum og øll tey 529 fókini og teirra avvarandi.   Orsøkin til longu bíðilistarnar er, at eitt paradigmuskifti er farið fram á psykiatriska økinum. Gjø...

Jenis, hvør skal nú veita børnunum undir skúlaaldri sernámsfrøðiligan stuðul?

  -Nú Sernám greitt meldar út í brævið til dagstovnar, at tey ikki veita sernámsfrøðiliga ráðgeving longur, vil eg stilla landsstýrismanninum í mentamálum Jenis av Rana, sum eigur børnini spurningin:   - hvør skal veita sernámsfrøðiliga ráðgeving til børn undir skúlaaldur og familjum teirra?   Vit eru sera nógv, sum í fleiri ár hava rópt um at Sernám ikki hevur røkt sínar skyldur - orsøkina síggja vit í veiktorðaðu lógini, ið bert hálvlunkað leggur nakað av ábyrgd av serøkinum á Sernám, og annað beinleiðis til landsstýrismannin!    -Landsstýrismaðurin fer helst siga, at hann hevur givið Sernámi uppgávuna at røkja, ímeðan Sernám sigur, at vit hava ikki fingið pening til at røkja uppgavuna!.    - Vit kunnu bara staðfesta, at børn detta ímillum og verða koyrd rund í skipanini í fleiri ár, og nú má greiða fáast á!   -Í fólkaskúlalógini §4 stendur, “Sernám veitir skúlum, foreldrum og øðrum, ið varða av næmingum í fólkaskúlanum, sernámsfrøðiliga og s...

Hitaætlan, vitan og royndarverkætlanir skula tryggja orkuskiftið í Tórshavnar kommunu

Vegna høga oljuprísin og størri umhvørvistilvit er nú rættilig ferð komin á orkuskiftið. Bert í ár hevur Tórshavnar kommuna fingið 201 umsóknir um jarðhita, hetta í mun til 128 í 2021, 108 í 2020 og 84 í 2019. Stóra íløgan í Fjarhitaskipanina hevur ongantíð givið størri meining enn júst í dag. Tí í dag verður latið upp fyri høvuðsleiðingini á Svínaryggi og Vesturbýurin verður knýttur í. Frá í dag av spara vit meir enn 350.000L av olju. Upp ímóti 1700 brúkarar eru í fjarhitanetinum í dag, men vit arbeiða við at kunna knýta fleiri uppí samhaldsføstu skipanina. Ætlanin er at býlingar kunnu taka seg saman og í felag fara uppí fjarhitaskipanina. Men fleiri faktorar spæla inn, tá ein skal meta um, hvør orkukelda er best fyri teg. Tað veldst um staðseting, slag av húsum, bjálving, grannalag, osv. Jarðhitin er vorðin rættiliga populerur, men har sum tætt er millum húsini, kann tað forða fyri, at fleiri í grannalagnum kunnu fáa sær jarðhitahol, tí ov stutt má ikki vera ímillum tey. Í tætt bygdu...

Loksins koma serflokkar í Eysturskúlanum og Skúlanum á Fløtum!

Á býráðsfundi í kvøld samtykti eitt samt býráð at lata pening til umbygging av hølum í Eysturskúlanum og í Skúlanum á Fløtum, soleiðis at báðir skúlarnir fáa hølir til serflokkar. Umframt, at 1-3 tilboðið í Hoydølum heldur áfram.   Hettar er ein gleðisdagur, tí eingin veit betri enn eg, hvussu týdningarmikið rætta skúlatilboðið kann bjarga trivnaðinum og skúlagongdini hjá einum barni - og ikki minst møguleikarnar at mennast og búnast í síni egnu ferð.   Sum forkvinna í ADHD felagnum møti eg nógvum knústum familjum, hvørs børn trívast illa í tí skúlatilboðnum sum er! Eisini hoyri eg vaksin seindiagnosterað minnast aftur á skúlatíðina, sum ta ringastu tíðina í lívinum. Ein svensk kanning av seindiagnosteraðum seniorum +60 ár vísir, at heili 65% nevna skúlatíðina sum hava verið ótolandi!   Hettar nýtist ikki at verða so, tí vit hava bæði vitan og møguleikar at bjóða nøktandi skúlatilboð til øll.   At skaffa hølir er ábyrgdin hjá kommununi, og hóast serflokkar hava í nóg...

Nevndin í ADHD felagnum hevur skipað seg av nýggjum. Nú eru 16 fólk í nevndini, 7 nevndarlimir og heili 9 tiltakslimir!!

  Vit eru nú yvir 350 limir í felagnum, so tað er fantastiskt at hava so nógv í nevndini, ið vilja gera ein mun innan ADHD í Føroyum Og vit mugu ásanna, at her er úr at gera! Vit hava longu nátt nógv, men enn eru nógv mál á skrá, m.a. bíðilistarnir til útgreining, hjálp og stuðul í gerandisdegnum, skúlar, stovnar, arbeiðslív osv. Og vit fara at skipa fyri enn fleiri sjálvhjálparbólkum, tí tað hevur víst seg gera stóran mun hjá fólki Og sum nakað nýtt skipaðu vit fyri fyrstu limakaféini í gjár, sum eydnaðist so væl  Ætlanin er at hava limakafé hvønn mánaða                   Nevndin skipaði seg soleiðis: Forkvinna: Bjørg Dam bleiv afturvald Næstforkvinna: Poula Patursson Kassameistari: Anne Sophie Nordendal Skrivari: Anna Nolsøe Joensen Samskipari: Maiken á Mýrini Nevndarlimir: Pætur Nattestad Petersen og Durita Brekku Dam. Tiltakslimir: Edmund Djurhuus, Rutt Ragnarsdóttir Hjaltalin, Eyð-Britt Tjaldrastein, Karolina Láberg, B...

Setunarrøða til umhvørvisvikuna 2022


    Setunarrøða til umhvørvisvikuna 2022
 Politiskar hugleiðingar um starvsfólkaviðurkenning, endurfeingi, móðurmáli, sjálvbjargni og frælsi. Góðu tit, sum eru komin her saman við mær í dag! Í góðveðrinum 19.apríl 2019, helt eg eina røðu á einum av veðurlagsverkføllunum, beint her á Speakers Corner, sum vit nú aftur standa! Og til at seta eina Umhvørvisviku er væl lov at endurnýta! Eg segði í tí røðuni nøkur orð um eitt sera høgt sett mál, sum eg droymdi um tá. Nú, er málið ikki so fjart, og alt byrjar við at seta sær eitt mál, tí vil eg deila hesi orð við tykkum aftur.  Orðini ljóða soleiðis:  “Kommunala brennistøðin hoknar undan og brennir meir enn 97% av sínum kapasiteti og brennir næstan hvønn dag og hvørja nátt. Loysnin, ið arbeitt verður við, er at byggja brennistøð, sum kann brenna enn meir, tí vøksturin á okkara burturkasti gongur liniert beint upp, eini 2,5% hvørt ár. Hví ikki heldur politiskt taka støðu til, at vit minka burturkasti við eini 20% ella kanska...