Skip to main content

Posts

Børn bíða í 18 mdr og vaksin í 15 mánaðar!

  Hetta lesa vit í svarunum, sum Jóhannis Joensen løtingsmaður hevur fingið, eftir at hava sett Kaj Leo Holm Johannesen, spurningar um bíðilistar í Sjúkrahúsverkinum. Hann spyr m.a. um “Er bíðitíðin á psykiatriska deplinum longri enn ½ ár?” og “Hvør ítøkilig loysn er í umbúna fyri at minka um bíðilistarnar?” Svarini til fyrsta spurning er: “ Spyrjarin spyr um bíðitíðin á Psykiatriska Deplinum er longri enn hálvt ár. Sambært viðmerkingunum, hevur spyrjarin sjóneykuna á bíðitíðina til Barna-og ungdómspsykiatriina,sum skipanarliga nú liggur undir Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum. -Stóra avbjóðingin er, at nógv børn afturat eru komin á bíðilista tey seinastu árini og tað hevur við sær, at tey, ið verða ávíst í dag, skulu vænta at bíða í upp til 18 mánaðir við verandi manning í Barna-og ungdómspsykiatriini. 217 børn vóru á bíðilista í barna-og ungdómspsykiatriini í januar 2022. Hyggja vit eftir teimum, sum vóru til fyrstu viðtalu í 2021, so bíð...

30 milliónir til átøk í orkupolitikkinum!

Nú fíggjarætlanin fyri Tórshavnar býráð varð samtykt í gjár við 12 atkvøðum fyri og einari í móti frá Elsu Berg, eri eg errin av, at tey fýra økini vit øll í meirilutanum lovaðu til valið ávikavíst umhvørvi, børnini, eldru og bústaðir eru uppraðfest.   Heilar 30 milliónir eru settar av til átøk á umhvørvispolitikkinum “Grøna leiðin” frá 2015 og orkupolitikkinum frá 2019.    Sum forkvinna í Náttúru og Umhvørvisnevndini, fari eg at hugleiða eitt sindur um raðfestingarnar, fyri at vísa hvørjir tankar liggja aftanfyri.    Tær 30 milliónirnar verða býttar soleiðis:   7 mil. fara til eina skiljihøll, ið skal lyfta skiljing og endurnýtslu í Tórshavnar kommunu á eitt heilt nýskapandi, betri og spennandi støði. Ífylgi ST stendur útvinningur og framleiðsla av náttúrutilfeingi fyri 50% av heimsins CO2 og fyri yvir 90% av øllum missi av globala lívmargfeldinum. Um øll í heiminum skula forbrúka sum vit, so krevur tað 4 Jørðir! - Tí muga vit halda náttúrutilfeingi í rin...

Bjørg Dam heldur fram, sum forkvinna í ADHD felagnum.

Stórur áhugi er at koma í nevndina í ADHD felagnum. Á aðalfundinum 20.mars varð avgjørt at styrkja nevndina við at økja nevndarlimatalið úr 6 upp í 7, og tiltakslimatalið úr 3 upp í 5. Eisini limaskarin er vaksin við fleir enn 200 limum seinastu 2 árini.  “Lang er eftir á mál og vit hava brúk fyri øllum hondum í felagnum” segði Bjørg Dam, sum varð afturvald á aðalfundinum eftir at hava verið forkvinna seinastu 2 árini. - Stóra framgongdin í felagnum avspeglar tørvin og frustratiónirnar hjá familjum, sum eru raktar.  Vit skilja, at tað er politiskur vilji til staðar, men vit merkja hann ikki. Bíðitíðin til útgreining er longd nógv seinasta árið, og alt ov fá fáa hjálp og viðgerð. Psykiatriin er yvirrend av vaksnum og børnum, sum vilja hava hjálp. Vit hoyra dagliga um rúsevnismisnýtslu, óarbeiðsføri, mistrivna í skúlanum, angist, tunglyndi og økt tal av barnaverndarsakum. Nógv, kanska helvtin av hesum, høvdu als ikki verið, um tey fingu røttu hjálpina fyrr. Nýggj tøl vísa, at he...

ADHD viðgerð fyribyrgir rúsevnismisnýtslu!

Tað hevur sera stóran týdning, at okkara ungu fáa røttu viðgerðina og hjálpina, so tey m.a. læra at megna at standa ímóti náðileysa rúsinum og gramma seljaranum. Norðurlendsk hagtøl vísa, at umleið 3. hvør rúsevnismisnýtari og 5. hvør rúsdrekkamisnýtari hevur ADHD! Tað er dýrabar vitan í stríðnum at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu, og fyri at fáa eina fullfíggjaða og væleydnaða rúsevnisviðgerð, tá skaðin er hendur. Alt bendir uppá, at tíðliga útgreinan og hjálp er besta fyribyrgingin ímóti at børn og ung byrja eitt misbrúk ella fara í kriminalitet. ADHD’ið ger, at tey eru í nógv størri vanda at fella fyri freistingunum, tí fysiologiskt viðførur ADHD ein mangul uppá dopamin í heilanum. Rúsevni frígeva stórar nøgdir av dopamini, og tað ger, at umframt rúsin, so føla fólk við ADHD gagn av rúsevninum, tí tey fáa minni órógv, tankamyldur og kensluna av, at vera øðrvísi og ikki passa inn. Veikleikin er eisini, at ADHD’arar eru sera impulsstýrdir, teir handla uttan at hugsa. Í kognitivari viðger...

ADHD: Øll skula sleppa í viðgerð nú!

 Vit eru í líknandi paradigmuskfti nú við ADHD, sum tá CTD var funnið. Tá orsøkin til fleiri deyðsføll kundi forklárast við ókendu sjúkuni CDT, har tey sjúku manglaðu karnitin, tá broyttist mannagongdir, hugburður, diagonoserings- og viðgerðarháttir innan heilsuverkið næstan eftir einum degi. Politikarnir avgjørdi tá, at nýgga vitanin og viðgerðin kundi bjargað lívum, og tí skuldi øll tey sjúku finnast og í viðgerð. Tí fingu allir føroyingar í boðið at lata seg kanna. Hagfrøðin metti, at umleið 1 út av 650 føroyingum hava CTD og tí visti man, hvussu nógv man leitaði eftir.   Seinastu árini er vitanin innan ADHD, har tey sjúku mangla dopamin, blivin so góð at við viðgerð kunnu øll fáa eitt munandi betri lív. Børn kunnu hjálpast so væl, at tey flestu kunnu fáa eitt normalt og gott lív. WHO metir, at 5% av børnum og 2,5% av vaksnum hava ADHD. Fylgjurnar av óviðgjørdum ADHD eru niðursett lívsgóðska og í meðal 15 ára styttri livialdur vegna fylgjum sum angist, tunglyndi, sjálvmedis...

Eldsál í býráðið!

  Tað er tað, sum tú gert ímillum valini, ið telur, sigst! Eg elski, at arbeiða fyri hjartasakum - serliga tá tað ger mun hjá fólki og hoyrist og sæst aftur í samfelagnum! - Var stolt tá Løgmaður umrøddi ADHD í ólavsøkurøðuni. Eg eri stolt, tá eg fái messengerboð um at sjálvhjálparbólkurin, er tað besta sum er hent sær! -At síggja mítt arbeiði gera mun, gevur áræði at halda áfram ! -Í býráðnum kann eg byggja víðari á arbeiði við børnum og familjum við serligum tørvi. Eisini fari eg at gera tað sama fyri umhvørvið: risa fet á grønu leiðini, betri skiljing og endurnýtslu og hugburðbroytingar. Eg havi orku og drívmegina til at fremja úrslit skjótt, men tað krevur tín stuðul í morgin. Vel meg ella annað gott umboð á lista C. Les meir á : www.Bjørgdam.fo Bjørg Dam Valevnið Javnaðarfloksins til býráðið í Tórshavnar kommunu

35.000 m2 stórt vinnuøkið gjøgnum Havnina!

Eitt 35.000m2 stórt vinnustykkið átti at staðið liðugt á Gomlu rætt í næstum. Ístaðin slær veruleikin okkum á kjaftin nú 30.000 tungt lessaðir lastbilar bókstaviligt fara at koyra vinnustykkið forbí Havnina áveg til Runavíkar. Tú skalt minnast til, at Tórshavnar kommuna var í realitetssamráðingum við Tunnilsfelagið um, at grótið skuldi brúkast til eitt 35.000 m2 stórt vinnuøkið, sum skuldi liggja í framhaldi av Gomlurætt norðeftir. Tað vórðu bert 1,5 mil. ímillum Tunnilsfelagið og Tórshavnar kommunu, tá Tórshavnar kommuna bakkaði út. Við hesum, mistu vit eitt stórt og nógv eftirspurt vinnuøkið, umframt allan skaðan, uppfyllingin í Velbastað hevur gjørt og nú, lastbilarnir fara at elva. Ístaðin flyta vinnur úr Havnini, tí eingi nýgg vinnustykkir eru gjørd! Ein stór fyritøka, sum eg havi samband við leitaði í kommununi í nógv ár, nú hevur hon fingið gott vinnustykkið á Sandoynni. Hettar ber ikki til! - Kanst tú ikki veita vinnuni karmar og góðar treytir at virka undir, so flytir hon. Und...