Skip to main content

500 nýggir bústaðir í 2020





Uppgávan hjá kommununi tá tað kemur til bústaðir er m.a., at útvega jørð til privat fólk og fyritøkur at byggja á og skipa byggisamtyktirnar.

Sitandi býráð, hevur leingi arbeitt við at bøta um bústaðarmøguleikarnar í kommununi, og hetta sæst aftur í øllum verkætlanunum, ið eru í gongd. Í 2020 verða tað sostatt yvir 500 nýggir bústaðir í Tórshavnar kommuni.

Eg haldi, vit skula raðfesta eldra- og lestrarbústaðir hægst, tí ungdómurin tímir ikki at búgva heima hjá mammu og babba, og tí velja summi at flyta av landinum. Ein háttur er, at tey ungu fáa møguleika at leiga lestraríbúðir, tá verða tey eggjaði at fara í læru ella í skúla.

Okkara eldru borgarar skula hava eitt serligt felagsbústaðarøki, har tey hava atgongd til størri felagshøli, felags køk og matgerð og neyðuga hjáp, um tørvur er á tí. Bústaðirnir skula verða hóskandi í stødd, prís og við atliti til viðlíkahaldskravi. Við hesum verða fleiri størri hús tøk á marknaðinum, til tær stóru familjurnar at flyta inn í. 

Javnaðarflokkurin fer framhaldandi at slóða fyri bústaðarbyggin, soleiðis at øll fáa ein virðiligan bústað. 

Kom við okkum til 2020. 


Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til