Skip to main content

STÓRUR PALLBORÐSFUNDUR: Brúka og endurnýta heldur enn at brenna.

Stórur pallborðsfundur um endurnýtslu og føroyska tilfeingi verður í Skúlanum við Løgmannabreyt sunnudagin 30.okt. kl. 16.

Spurningurin er: Ístaðin fyri at brenna ella tyrva virðismikið tilfeingi, hvussu kunnu vit í Tórshavnar kommunu endurnýta meir og á tann hátt, leingja livitíðina av okkara virðismikla tilfeingi?

Lagt er upp til undirhald, framløgur og heitt gevandi kjak millum valevnini, sum skal lýsa kommunalar møguleikar og loysnir. Hvør í sær, skula valevnini sannføra fundarfólkið um, hvagar umhvørvisatkvøðan er best givin.

Aslaug Gisladóttir Umhvørvisleiðari á IRF heldur framløga um Ringbúskap  (cirkulær økonomi), sum er ein háttur at nýhugsa nýtslu og framleiðslu á ein umhvørvisligan og handilsliga burðardyggan hátt, og er eitt móttrák móti ráðandi ”nýt og koyr burtur” mentalitetinum. 
Umboð frá Føroya Náttúru og umhvørvisfelag Martin á Fløghamri hevur eitt innlegg.
Umframt tónleik frá Jens Marna verður framsýning av lutum og vørum, ið vanliga ella ofta verða koyrdar burtur.

At kjakast við pallborðið verða valevni frá øllum flokkum, ið stilla upp í Tórshavnar Kommunu. Tey eru: Bjørg Dam Javnaðarflokkurin, Birita Arge Framsókn, Marin Katrina Frýdal Tjóðveldi, Ingi Mittún Sambandsflokkurin og Vivie Kirke Davidsen Fólkaflokkurin.  Fundarstjóri verður Elin Mortensen.
Tað er Bjørg Dam, sum skipar fyri.

Leinkja til tiltakið á FACEBOOK







Leinkja til plakat til pallborðsfundin:


Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til