Skip to main content

Valskráin løgd fram á Trappuni "KOM VIÐ TIL 2020"



Í morgun kl.10 varð valskráin "Kom við til 2020" løgd fram. Øll 16 valevnini vóru møtt upp og forkvinnan Bjørg Dam, bjóðaði vælkomin og presenteraði valevnini.

Brot úr vælkomurøðu míni: “ Góðan morgun øll somul, eg vil vegna Suðurstreymoyar Javnaðarfelag ynskja øllum hjartaliga vælkomin á tíðindafundin her á Trappuni. Summi halda, tað er djarvt at hava ein tíðindafund úti á heystardegi. Tað krevur dirvi at stilla upp og tað krevur dirvi at stýra Tórshavnar kommunu. 

TAÐ SKULA GÓÐIR HERAR AT BERA GÓÐAR TÍÐIR, tí stillar Javnaðarflokkurin í Suðurstreymi upp við einum góðum lista við 16 valevnum. Bæði við royndum og óroyndum, umboðandi øllum aldrum. Við 8 kvinnum og 8 monnum er javnstøða.   
Valevnini koma úr allari kommununi. Tað er gleðiligt, tí Javnaðarflokkurin er fyri øll í allari kommununi.

Fitt av fólkið vóru møtt upp. Eisini tey nógvu, ið "duttu" framá trappufundin, fingu kenslu av góða og vónríka stemninginum. Tónarnir frá Jens Marna setti sum vant, prikkin yvir i'ið.

Javnaðarflokkurin hevur sitið í 12 ár við róðri í Tórshavnar kommunu, sum er best rikna kommuna fíggjarliga. Fólkavøksturin er stórur og trivnaðurin nógv bøttur hesi árini, góða býarmenningin er farin fram. Tí siga vit, kom við okkum til 2020.  Tú veist, tú fært. Tað er tryggleiki, ið telur.

Valskráin er her: Valskrá

Myndin í erva hevur Jens Kr. Vang tikið.  Síggj aðrar myndir á ymsu portalunum.

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag        Vágaportalurin        in.fo         Portalinum

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til