Skip to main content

Megnartak fyri børn við serligum avbjóðingum

Børn við ADHD, autismu og øðrum avbjóðingum 
Øll, sum hava børn, sum tørva okkurt eyka, vita, hvussu strævið systemið er at fáast við. Nógv foreldur geva upp, ímeðan summi orka at berjast soleiðis at børnini fáa onkra hjálp. 

At tað bara eru tey sterku, sum fáa hjálp, er ein demokratiskur trupulleiki, og tað skal ikki verða soleiðis í framtíðini. Hevur eitt barn avbjóðingar ella trupulleikar, so skal familjan fáa familjuráðgeving og ein toghaldara, sum kennir skipanirnar, og sum kann hjálpa teimum. Hetta er við til at geva øllum børnum somu møguleikar í lívinum. 


Innsatsur tíðliga er besta menniskjaliga og fíggjarliga íløgan. Tí er tað sera sera týdningarmikið, at tað eru nøktandi normeringar, og at vælútbúnir námsfrøðingar eru á øllum stovum á dagstovnunum. 
Óskilið og ónøgdin á dagstovnaøkinum skal loysast! Námsfrøðingar hava ein stóran leiklut í at fáa eyga á avbjóðingarnar tíðliga, so at setast kann inn, og børnini fáa bestu møguleikar tíðliga at mennast. Sama er galdandi innan skúlaverkið.


Gjógvin burtur
Millum dagstovn og skúla er ein yvirstór gjógv, sum børn við serligum tørvi ofta detta niður í, tí hvørki stuðulstímar ella vitan fylgja við frá dagstovninum yvir í skúlan. Tey koma uppaftur kanska eftir nøkrum árum. At dagstovnar, sum hoyra undir kommununi, og skúlin, sum hoyrir undir landinum, ikki kunnu samstarva, er ein skeiv konstruktión, sum er vanlagnulig hjá summum børnum. Vit borgarar rinda fyri skúla og stovnar, so einki er til hindurs fyri at broyta hetta. Í minsta lagi skulu stuðlar og tímar fylgja barninum og yvir í skúlan.  

Serskúlastovur, har serútbúnir lærarar og námsfrøðingar starvast, er besta loysn til børn við ADHD, autismu og líknandi avbjóðingum. Sambært WHO hava umleið 5 % av børnum ADHD og fitt minni hava autismu. Tí skulu allir skúlar við 200 næmingum hava 2 ella 3 serstovur.

Frítíðartilboð skulu vera til tey, sum tørva. Hetta uttan at foreldur mugu berjast fyri tilboðnum, soleiðis at øll børn fáa javnbjóðis møguleikar. Ikki bert tey við ressursusterkum foreldrum. 
Í Nám X, Miðnám og hægri útbúgving skulu børnini fáa ein vegleiðara og møguleika at tillaga skúlagongdina. 

Øll børn við avbjóðingum skulu í “Ta góðu tilgongdina”
Almannaverkið metir, at víðkanin fer at merkja, at umleið 400 børn koma afturat teimum 180, ið longu eru í skipanini, og at kostnaðurin er umleið 7 milliónir einans!
Hettar skuldi fyri langari tíð síðani verið avgreitt. Tí í mun til tær 400 persónslagnurnar, sum stríðast dagliga við avbjóðingar, so kann tann "Tann góða tilgongdin" vera við til at tryggja okkara børnum eitt gott lív. Í góðu tilgongdini skulu avlastingartilboð, familjuráðgeving, toghaldari og annað vera. Barnaárini eru stutt, og nógv børn læra at kompensera fyri eitt nú menningarórógv við røttu viðgerðini og fáa eitt líka gott lív sum onnur, tá mált verður í heilsu og inntøku. Tí er tað altumráðandi at seta inn í barnárunum. Samfelagsliga kostar tað ein brøkpart at seta inn tíðliga. 

Viðgerðartrygd - eisini kognitivar 
Í dag fáa tey við ADHD ikki fulla viðgerð. Tey fáa bjóðað medisinska viðgerð; men ta kognitivu, ið er helvtin av viðgerðini, hava vit ikki ráð at geva. Tað svarar til at seta seg í ein koyristól uttan hjól - Tú situr væl, men kemur ikki frameftir. 

Bústaðir og tillagað starv
Serøkið er so fjøltáttað, og avbjóðingarnar so nógvar. Summi tørva vardan bústað, tá tey verða vaksin, og onnur klára seg sjálvi, men tørva kanska enn ein toghaldara og kanska heimavitjanir og hjálp til reingerð og praktisk ting. Umframt hjálp til at finna og eventuelt tillaga eitt starv.

Serligar gávur krevja serlig atlit
Fólk við avbjóðingum eru eitt tilfeingi við góðum evnum og gávum, sum kunnu kasta margfaldað aftur í samfelagið. Men tey eru viðkvom og hava øðrvísi máta at síggja og hugsa, og tørva nakar tillagingar, rúmd og hjálp.
Kenda gentan, ið byrjaði veðurlagsverkfallini, Greta Thunberg hevur skrivað søgu og verður samanborin við Pippi og Joan de Arc. Hon er júst komin á listan hjá Time yvir tey 100 fólkini við mest ávirkan í 2019. Hon er innstillað til Nobel heiðurslønina, og hon ferðast víða, har hon talar fyri heimsins leiðarum. Alt hetta hóast hon hevur autismu, kundi onkur hugsað. Men hettar er eitt sólstráludømi uppá, hvussu evnarík, klók og týdningarmikil menniskju eru, sum hava aðrar mátar at síggja heimin, enn tey sokallaðu normalu.

Latum okkum taka eitt megnartak fyri børn og vaksin við avbjóðingum. 

Bjørg Dam 
Valevni Javnaðarfloksins

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Røða: 5 loysnir 5 umhvørvismál

Umhvørvið er stórsta politiska avbjóðingin anno 2019. Í hesari røðuni, havi eg sett 5 sera týðandi mál upp, sum komandi løgting verður noytt at fyrihalda seg, viðgera og taka avgerð um. Málini eru: 1: Heimsmál nr. 12, sum er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðsla.  2: Bussleiðin,  koyra saman sparir umhvørvið. 3: Fótgangarateigar, at ganga er umhvørvisbest, men má verða trygt. 4: Burðardygg orka og oljutangar 5: Plast og órudd í náttúruni, og hvussu vit kunnu koma hesum til lívs Í røðuni, ið eg helt á veðurlagsverkfallinum herfyri, kasti eg í kjakið við mínum loysum, sum vónandi seta ferð á umhvørvisleiðina. Góðan lesihug. 

Nýggjar tíðir

  Fyri allar borgarar, náttúruna og framtíðina. Eg stilli upp fyri kommunulistan tí loysnin til størstu avbjóðingarnar í høvuðsstaðarkommununi er ein nýggj, partapolitiskt óheft og framskygd leiðsla, ið setir neyðugar skipanir í verk og byggir brýr til allar partar í kommununi. Stórar avbjóðingar eru í mun til minkandi barnatal, sosialan ójavna og umhvørvi. Ein nýskapandi leiðsla, við Kommunulistanum á odda setir neyðugu skipanirar ígongd og byggir brýr við allar partar. Minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, og tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin, um vit gera skjótt og rætt av. Í okkara kommunu seta ungu familjurnar seg í ovurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Tí skula vit lætta um fíggjarliga, eitt nú við at hækka barnafrádráttin og brúka heimildirnar kommunan hevur fingið seinastu árini til at verða við til at byggja lestraríbúðir, eldraíbúðir og lutaíbúðir. Kommunan he...