Skip to main content

Posts

Skilja burturkast: Eg brenni fyri at brenna minni.

40% av burturkastinum skal endurnýtast ár 2030 er okkara vallyfti.  Hvussu koma vit higar, spyrja nógv? Tað er spurningur um at vilja tað, skipa seg, og gera tað. Eg brenni nógv fyri, at vit brenna nógv minni og endurnýta so nógv sum gjørligt. Eg vil tað! Endamálið við hesari greinini er, at lýsa avbjóðingina og vísa á, at vallyftið er ikki ógjørligt. Beinleiðis endurnýtsla er best - Um eg ikki kann brúka tað, kanska kanst tú . Borgarin, vinnan og felagsskapir eru lykilin til beinleiðis endurnýtslu, sum vit kenna tað við

Smávinna: frá at grulva til at renna!

Eg vil arbeiða fyri betri umstøður til smá vinnurekandi, eitt nú við at tað skal kunna lata seg gera, at tekna sjálvbodna sjúkratrygging, so sum einstaklingavirkir kunna.  Sera nógv hevur verið gjørt, fyri at lætta um íverkseting av alskyns spennandi slag seinastu árini og nattúrliga gongdin er, at vaksa úr einum ívf, einstaklingavirki ella øðrum til eitt sp/f. 

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

Fáa serligu familjurnar heimaftur

Hevur tú fingið eitt barn við serligum tørvi, so verða Føroyar ofta valdar frá, tí hjálpin er betri aðrastaðni.  Okkara vallyfti hjá Javnaðarflokkinum er “Heimsins besta barnaland”. Hettar er sjálvsagt galdandi fyri øll børn. 

Heimafriður ein rættur, sum ikki er vunnin enn.

Okkara stórsta inntøkukelda er ótolandi fyri nøkur teirra, ið búgva nærhendis ljóð- og roykdálkandi skipum. - Felagið heimafriður hevur gjørt vart við hettar í longri tíð, og enn er einki gjørt, uttan at summi reiðaríir hava víst atlit, sýnt

Serflokkar: Tíverri ikki pláss fyri tær!

Ídag fara tey flestu skúlabørnini aftur í skúla. Tey flestu eru spent, vónrík og glað. Men ikki øll.   - Tíverri eru nøkur við avbjóðingum ella serligum tørvi, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð.   Tosaði við eina mammu, sum við grátandi rødd fortaldi um sonin,

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til