Skip to main content

Heimafriður ein rættur, sum ikki er vunnin enn.

Okkara stórsta inntøkukelda er ótolandi fyri nøkur teirra, ið búgva nærhendis ljóð- og roykdálkandi skipum.

- Felagið heimafriður hevur gjørt vart við hettar í longri tíð, og enn er einki gjørt, uttan at summi reiðaríir hava víst atlit, sýnt
samfelagssinni, og hava bøtt um ljóðdálkingina eitt nú við at ljóðbjálvað motorin.
Felagið skipaði fyri góðum og kunnandi kjakfundi í Dansifrøi í gjárakvøldi, har ymsar loysnir vóru viðgjørdar. Sum limur í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, fyllir hettar málið sera nógv, tí ein loysn má finnast, sum kommurnar megna at fíggja, sum er rættvís fyri vinnuna, sum kann lata seg gera hjá SEV og sum loysir ljóð- & roykdálkingina hjá borgunum.

Vinnan tekur ikki atlit til borgaran, umhvørvið ella manningina umborð, tá skipini larma og dálka. Kommunurnar eru í kapping sínamillum um skipini, og vilja sjálvsagt verja sítt kappingarføri, tí kunna tær ikki av sínum eintingum seta hægri krøv enn hinar kommunurnar. Einasta loysnin er, at landið má traðka til, og áseta somu mørk fyri dálking við kunngerð fyri allar kommunurnar.

Tíverri er tað so, at ikki øll í vinnuni av sínum eintingum vísa atlit og taka ábyrgd - Við eingin krøv at seta, verða tað tey í vinnuni, ið veruliga taka ábyrgd og gera íløgur í betrandi tiltøkum ella umhvørvisbetri skipum, sum missa kappingarføri mótvegis teimum, ið dálka og larma. Tí má landið seta ein standard.

Rættin til frið í egnum heimi, er minsta krav borgarans, sum vit í Javnaðarflokkinum vilja arbeiða fyri.

Bjørg Dam
Valevnið Javnaðarfloksins

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Røða: 5 loysnir 5 umhvørvismál

Umhvørvið er stórsta politiska avbjóðingin anno 2019. Í hesari røðuni, havi eg sett 5 sera týðandi mál upp, sum komandi løgting verður noytt at fyrihalda seg, viðgera og taka avgerð um. Málini eru: 1: Heimsmál nr. 12, sum er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðsla.  2: Bussleiðin,  koyra saman sparir umhvørvið. 3: Fótgangarateigar, at ganga er umhvørvisbest, men má verða trygt. 4: Burðardygg orka og oljutangar 5: Plast og órudd í náttúruni, og hvussu vit kunnu koma hesum til lívs Í røðuni, ið eg helt á veðurlagsverkfallinum herfyri, kasti eg í kjakið við mínum loysum, sum vónandi seta ferð á umhvørvisleiðina. Góðan lesihug. 

Nýggjar tíðir

  Fyri allar borgarar, náttúruna og framtíðina. Eg stilli upp fyri kommunulistan tí loysnin til størstu avbjóðingarnar í høvuðsstaðarkommununi er ein nýggj, partapolitiskt óheft og framskygd leiðsla, ið setir neyðugar skipanir í verk og byggir brýr til allar partar í kommununi. Stórar avbjóðingar eru í mun til minkandi barnatal, sosialan ójavna og umhvørvi. Ein nýskapandi leiðsla, við Kommunulistanum á odda setir neyðugu skipanirar ígongd og byggir brýr við allar partar. Minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, og tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin, um vit gera skjótt og rætt av. Í okkara kommunu seta ungu familjurnar seg í ovurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Tí skula vit lætta um fíggjarliga, eitt nú við at hækka barnafrádráttin og brúka heimildirnar kommunan hevur fingið seinastu árini til at verða við til at byggja lestraríbúðir, eldraíbúðir og lutaíbúðir. Kommunan he...