Skip to main content

Áheitan um nýggjar betri gonguteigar

Sir Poul á vælmerkta gonguteiginum á Abbey Road
Eingin gonguteigur við Norðurlandahúsið til bussfólkið

Havi sent soljóðandi skriv til mynduleikarnir, ið varða av okkara ferðslu og gonguteigum.

Góðu býráðslimir, embætisfólk, SMR og RFF.
Eg vil við krøktu pdf fílu GONGUTEIGAR_27mars2019 og krøktu myndum heita á land, kommunu
og Ráðið fyri ferðslutrygd um at taka upp eitt samstarv fyri at betra trygdina hjá gongufólki. Hetta við at betra um gonguteigar, hugburð til gongufólk og gera eina lítla broyting í ferðslulógini.  Hetta til gagns fyri heilsu, umhvørvi og búðskapi.
Hetta skrivið var upprunaliga bert ætlað til TK og ber brá av tí, men av tí at SMR hevur sett ein arbeiðsbólk at eftirhyggja ferðsluviðurskifti. og at nærmari kanning av ferðslulógini viðvíkjandi gonguteigar vísir seg at hava lýti, vilja vit einans røkka á mál, um allir mynduleikar arbeiða saman.  Eisini er RFF ein týdningarmikil leikari tá um broyting av hugburði ræður.  Tí verður tað sent øllum áhugabólkum og mynduleikum.

Við vón um vælvild, konstruktivt kjak og úrslit.


Vinarliga
Bjørg Dam, tlf 211428
Býráðslimur í Tórshavnar kommunu.


Áheitan: GONGUTEIGAR 27.MARS 2019

Tórshavn 28.mars 2019
Góða umsiting, politikarar, tekniska nevnd!

Eg ynski, at seta gangandi fólkið í kommununi á dagsskrá, við serligum atliti at gonguteigum í kommununi. Hetta, hvat viðvíkir hugburði, staðseting, útsjónd, viðlíkahaldi, tørvi, manglandi virðing og yvirskipað, at fáa eina politiska uppraðfestan av gongufólki í ferðsluni til fyrimuns fyri heilsu, umhvørvi og búðskap. 
Treytin hjá gongufólki er, at neyðugt er at ganga yvir um vegin har bilarnir eru. Uppgávan hjá kommununi er, at gera tað so trygt sum til ber. 
Bæði sum borgari og mamma meti eg, at manglandi gonguteigar og virðing, slitnir og lítið skjónligir gonguteigar og hugburðurin ger, at færri hætta sær út at ganga. Við at bøta um og endurnýggja gonguteigarnir, og miðvísum arbeiði fyri hugburðsbroyting fáa vit nógv fleiri út at ganga.

Hví hevur tað týding?
Nógv tora illa at ganga úti í ferðsluni, tí farleiðin er ov ótrygg. Nógv foreldur tora illa ella als ikki, at lata børnini ganga sjálvi og koyra heldur børnini í skúla, til ítriv o.a. Koyristólsbrúkarar og illa gongd kunna ikki ferðast í pørtum av kommununi, vegna manglandi gonguteigar og ov høgar kantsteinar.

Bilarnir fylla nógv og útlitini eru fyri, at fleiri og fleiri bilar verða. Serliga tá undirsjóvartunnilin letur upp. Hagtøl vísa, at bilasølan økist ár um ár. Hagtøl vísa, at lívstílssjúkur gerast alstamt vanligari, eisini hjá børnum. Umhvørvisárinini av bilum eru stór. Fíggjarliga er skilagott at ganga, og meira rørsla er góð fyri sinn og skinn.
Sostatt er eyðsæð, at tað eru sera stórir fyrimunirnir innan heilsu, búskap, trivnað og umhvørvi fyri bæði land og kommunu, um fleiri fólk ganga.

Tí haldi eg, at tað hevur alstóran týdning, at vit í Tórshavnar kommunu fara at endurskoða okkara vegir, ferðslu og kollektivu ferðslu. Serliga við atliti til gongufólkaknútapunkt so sum  busssteðgistøð, skúlar, dagstovnar, ítróttaanlegg við meira, og við verandi gonguteigar, tí teir eru á teimum tann bleyta og harða feðslan møtast. Tað er, at ganga yvir um vegin, fólk ræðast mest.

Vit eiga at fáa nýggjar betri merktar og upplýstar gonguteigar og serlig gonguteigaøki við áðurnevndu knútapunktum, og vit eiga at hyggja út í heim eftir, hvussu onnur lond uppmerkja sínar gonguteigar, tí sjálv visuella effektin við uppmálingini er ein partur av loysnini at skapa størri ans og virðing fyri sjálvum gonguteigum og gongufólki.

Hettar er mítt íkast til eitt vónandi konstruktivt kjak, sum umframt at bøta um trygdina, eisini skal verða byrjanin til eina hugburðsbroyting millum fólk, har gongufólkið skal verða tað primera í ferðsluni.

Praktiseraða ferðsluástøði: færri gonguteigar = betri trygd. 
Í dag arbeiða ferðslumynduleikarnir í Føroyum út frá tí ástøði, at ávísar fortreytir skula verða til staðar við ein gonguteig. Hesar fortreytir lúka fá vegastrekki, tí er praktiseraði hugburðurin tann, at tað eru alt ov nógvir farligir gonguteigar, og tí verða teir tiknir burtur og fáir nýggir verða gjørdir.  Hetta hóast talan er um knútapunkt fyri gongufólk. 
Orsøkin er eisini, at leiðreglar úr Danmark siga, at gonguteigar geva falska trygd fyri gongufólkið, tí gongufólkið leggur alla ábyrgd á bilføraran og gongur uttan at hyggja. Tí er hugburðurin hjá teimum, ið skipa okkara ferðslu, at um gongufólkið gongur yvirum, har eingin gonguteigur er, vil gongufólkið taka størri ábygd, og tí hyggja seg væl betri fyri. Í praksis merkir tað, at gongufólk skula antin bíða við at ganga, til eingir bilar eru, ella skula bilarnir steðga fyri gongufólkinum, sum skal skunda sær yvirum.
Nú eru so nógvir bilar á vegnum, at í meldurtíðini er sjáldan ein skái, har til ber at ganga yvirum. Tí er tað nærum ógjørligt at krossa hátrafikkeraðar vegir, um onki gonguteigaøki er.
Praksis í dag ger ikki trygdina á vegnum betri, men einans at tað er færri gongufólk, tí bert tey skjótu og djørvu hava møguleika at sleppa yvirum.

Eg haldi, at hugburðurin hevur mest støði í manglandi virðing fyri gonguteigum. Tað er hendan virðingin, vit skula arbeiða við at økja, heldur enn at taka gongurteigar burtur. 


Veruleikin er, at vit hava vegastrekki, har fótgangarar og bilar krossast, sum í sær sjálvum er og verður farligt. Okkara uppgáva er, at gera knútapunktini og trygdina so góða sum gjørligt, samstundis at lúka fortreytirnar, ferðslumynduleikarnir seta.

Avleiðingin kann setast soleiðis upp: at færri gonguteigar = færri gongufólk = fleiri bilar. Er hettar tað vit ynskja? Øvugt ber jú eisini til at seta upp soleiðis: fleiri gonguteigar = fleiri gongufólk = færri bilar=betri trygd!

Gongufólk og bilar

Tað krevur sera nógv av einum persóni, at ganga yvirum ein hátrafikeraðan veg, har eingin gonguteigur er. Illa gongd fólk, børn, fólk við barnavognum, koyristólar og annars fólk, ið eru eitt sindur bangin í ferðsluni .
Okkara bilmentan er soleiðis háttað, at tað er ikki vælsæð, at nakar gongur á vegnum, har eingin gonguteigur er. Eiheldur er lítil siðvenja at steðga fyri fólkum, har eingin gonguteigur er. Tá er eisini størri vandi fyri vinstrayvirháling av bilinum aftanfyri, tí bilførarin er ikki ávaraður um gonguteig. Er eingin gonguteigur, er eingin ávaring!
Tað eru nógvir háttir at gera gonguteigar tryggari, sjálvt har fortreytirnar í økinum ikki eru góðar. Tað krevur tó, at gjørdar verðar tillagingar av økinum, so bilferðslan má halda loyvdu ferðina, hetta við  at gera betri sjónligari uppmerking áðrenn og við gonguteigr, oyggjar, skráar, bungur, betri ljós, lægri kantsteinar o.a.
Av tí at hettar er ein størri íløga, krevur hettar politiska raðfesting.

Yvirskipað eigur Tórshavnar kommuna at ganga fremst, tá umræður at uppraðfesta gongufólkið í ferðsuni og vera við til hugburðbroyting.  Eigast skal í huga, at fótgangarar og bussleiðin hanga sera væl saman. Síðivinningur er, at ein betri bussleið viðførir fleiri gongufólk og øvugt.

Eitt sindur um gonguteigar.

Um aldarmótið 1900 komu fyrstu gonguteigarnir í USA, og mitt í øldini uppfann man í Onglandi tær tjúkku hvítu og svørtu strikurnar, tær sokallaðu “sebra” strikurnar. Á kenda Beatles plátuhúsanum á útgávuni “Abbey Road” frá 1969, sæst at vegmerkingin frá tí tíðini líkist sera nógv tí, vit hava í dag.
Hyggja vit eftir okkara gonguteigum, eru teir ikki broyttir so nógv árini. Hugburðurin hjá okkum til gongufólk er heldur ikki broyttur. Við at hyggja eftir kenda húsanum hjá Beatles “Abbey Road” frá 1969 sæst, at  gonguteigurin eru líkir okkara eru í dag, tvs. vit hava ikki ment og eftirhugt okkara gonguteigum stórvegis í 50 ár. Myndin av Sir Poul, ið krossar Abbey Road í nýggjari tíð vísir, hvussu tey í London hava loyst hesa uppgávu.


Myndir
Viðsent eru hópin av tilvildarligum støðumyndir av fótgangarateigum í Tórshavnar kommunu og myndir uttan úr heimi. Endamálið við myndinum er at vísa :
   
  • Generellu støðuna á gonguteigunum í TK
  • fótgangarateigar við týðiligum manglum
  • vegastrekkir við manglandi fótgangarateigar
  • myndir til íblástur og samanberingar, ið vísa fótgangarateigar uttanlands.
Gonguteigurin á Abbey Road 1961
Sami gonguteigur 50 ár eftir, er nógv mentur!

Abbey road.
Fyri at vísa menningina innan gonguteigar í Onglandi, síggja vit á einari mynd frá nýggjari tíð, har Sir Poul gongur yvirum, at vegmerkingin er ment við tíðini. Í dag er ein stríput strika tvørturum vegin framanfyri sjálvan gonguteigin. Hetta ger, at gonguteigurin og bilbreytin verða skild sundur, sum tvær sjálvstøðugar eindir, har tað er týðiligt, at høvuðsferðslan við ein gonguteig fer tvørturum vegin, ímeðan ferðslan, sum kemur eftir vegnum, er sekunder, og má tí steðga fyri tvørgangandi ferðsluni, sum eru fótgangarnir.
Her hevur fótgangarin sítt egna felt á vegnum, og verður týðuligari partur av ferðsluni á sjálvum vegnum, og verður í størri mun atskildur frá bilunum. Stríputa tvørlinjan er eisini við til at leinja um frástøðuna bilurin skal halda, tá fólk ganga yvirum. Her heima koyra bilar ofta heilt til sebrastrikurnar, sum er sera nær gongufólki.

Eisini sæst, at miðstrikan einar 20m framanfyri gonguteigin blívur fullt upptrekt í sigg/sagg. Hettar brýturð heilt burtur frá øðrum merkjum í vegnum, og ávarar kraftugt bilføraran um komandi gonguteig. Eisini vísir strikan, at bilar ikki skula yvirhála framanfyri fótgangarateigin.
Tað verða nýtt tvey ymisk litaði asfalt, fyri at visuelt at atskilja fótgangarateigin frá bilfeltinum.


Ein týpiskur fótgangarateigur í kommununi.
Hjálagdu myndir vísa nakrar gonguteigar í Havn, hetta gevur ikki heildarmynd av allar kommununi, umframt at tað kunna verða aðrir og betri gonguteigar eg ikki hava avmyndað. Men støðumyndirnar vísa, at fótgangarateigar í kommununi eru meir og minni útgjørdir við sebrastrípum, skelti og lyktapela. Summi nýggjari hava bungu og tern, og fáir hava oyggjar og heilt fáir hava rás á oyggini við betonggarði (við SMS)

Gonguteigaskelti er blátt og hvítt við einum fótgangara á, og stendur ovast á einum pela, sum stendur á innaru síðuni av gongubreytini. Eisini er ein bláur/hvítur endurskynsbjálki niðureftir pelanum. Nógvastaðir eru lyktapelar, sum lýsa á gongubreytina og eitt sindur út á gonguteigin. Fáa staðir eru høgir pelar við tvørliggjandi bjálka við lykt, ið lýsir væl niður á fótgangarafeltið, summi hava gult blunk og skelti eisini.

Í mun til gonguteigarnir í Onglandi eru okkara væl minni merktir og lítið sjónligir, tá ein kemur koyrandi. Tað merkir, at bilførarin verður ikki ávaraður og er minni til reiðar at steðga.

Myndirnar vísa, at tað eru fleiri fótgangarateigar við týðandi manglum, so sum manglandi skelting, manglandi lyktapelar og sebrastrikurnar eru heilt ella partvíst burtur. Myndin við Magnstøðina við Ringvegin vísir, at blunkandi yvirliggjandi skeltapelin manglar aðrumegin umframt at gonguteigurin er sera slitin.
Kvøldarmyndirnar vísa, at lyktapelarnir lýsa ikki sjálvt gonguteigin upp.

Standardir fyri gonguteigar
Vit fylgja donskum og norskum standardum og vegleiðingum innanfyri ferðslu. Tey flestu duga at síggja stóran mun á býarplanleggingini í Danmark og Føroyum, tí ber ikki til ókritiskt at brúka somu vegleiðingar her. Okkara veganet er øðrvísi og nógv meira kompakt og kringlut. Stóra gøtuneti ger, at gongufólk og bilar krýssa hvørt annað nógvar staðir. Sostatt hava vit eisini øðrvísi koyrivanar og  gonguvanar. Har tey í Danmark hava longri og beinari strekkir, er eisini nógv størri traditión fyri at súkkla. Vit hava nógvar stuttar farleiðir, ið svinga og nógvar brekkur. Danmark eru nógvar ljósreguleringar og tær broyta eisini uppá ferðslumynstrið. Vit eiga at nærhyggja eftir ferðsluni her og gera metingar út frá okkara ferðslumynstri, við donskum leiðreglum í bakhøvdinum.


Ferðslulógin.
Í ferðslulógini stendur Stk. 2. Akandi skulu hava eina eftir viðurskiftunum hóskandi lítla ferð frammanfyri gonguteig (pkt 4).
Eisini sigur lógin, at § 31e. Akfar, ið nærkast gonguteigi, má hvørki fara framum annað akfar ella framvið tí, um so er, at hetta akfar forðar fyri fullum útsýni yvir gonguteigin. 

Ein veikleiki í ferðslulógini er, at tað er loyvt at yvirhála við gonguteigar! - Tað hevði betra nógv um trygdina, um lógin varð broytt soleiðis: § 31e. Akfar, ið nærkast gonguteigi, má ikki yvirhála.  Við at broyta lógina verður greiðari hjá bæði bilførarum og løgregluni, og sleppast kann undan óvissu, torførari próvførslu og tulking.

Kommunan kann fult upptrekta linju áðrenn og við gonguteigar, helst í sigg/sagg fyri at økja um visualitetin. Til ber eisini at seta yvirhálingarforboðsskelti við gonguteigar og serlig knútapunkt.

Tað tykist løgið, at yvirháling við gonguteig er lóglig, tá tað gevur eitt klipp í kortið. Betri hevði verið, at forboðið yvirháling við gonguteig í lógini. 

 Í koyriskúla læra komandi bilførar at vera ansnir við gonguteigar, og at steðga, tá fólk skula yvirum. Vandir bilførarar nema sær koyriroyndir við tíðini, sum gera, at sansir aktiverast automatiskt, tá hann registrerar ein gonguteig. Sostatt verður bilførarin meir ansin og betri til reiðar at steðga. Hettar eigur alt annað líka at gera, at ein sjónligur og væl upplýstur gonguteigur er til fyrimuns fyri trygdina. 

Revsing er harðari við gonguteig. 
Bilførarar verða revsaðir harðari, við ákoyring av gongufólki á  gonguteigi, tí tað er mett sum skerpandi umstøður. Eitt nú verður bótin tvífaldað og førarin í flestu førum missir koyrikortið treytað og skal til nýggja koyriroynd. Um eingin gonguteigur er, er ikki heimild í lógini at frádøma koyrikortið, og tá skal løgreglan próvføra fyri skilaleysa koyring.
Gongufólk eru sostatt betri vard løgfrøðiliga, um tey ganga á einum gonguteigi, enn ikki. Um óhappið hendir, so hevur tað týdning fyri rættvísiskensluna, at førarin verður sanktioneraður. Við betri upplýsing, meira fokus á gonguteigar og rættindi hjá gongufólki, ber til at økja um tilvitið og virðingina fyri gonguteigum og gongufólki.

Í lógini eru gonguteigar løgfrøðiliga amboðið at tryggja gongufólk á vegnum. Við at taka gonguteigar burtur, missa gongufólki ta verju, lógin gevur.

Ráðið fyri ferðslutrygd 
Hevur seinastu mongu árini verið sera gott til at broyta hugburðin hjá fólki til eitt nú rúsdrekka, gáloysni og ferð.  Saman við RFF átti kommunurnar at farið í eitt samstarv um at varpa ljós á fótgangaran, hetta fyri at økja um virðingina og tilvitið um rættindini hjá gongufólki. Yvirskipað eru rættindini hjá gongufólki sera ókend millum fólk, og áttu vit at varpa ljós á tey við jøvnum millumbili, fyri at økja um trygdina hjá gongufólki.

Hagtøl

Tað ber ikki til út frá hagtalsskipanini hjá politinum í dag at síggja, hvussu nógv fólk verða árend, tá tey ganga yvirum veg, uttan so, at farið verður í hvørja sak, har persónsskaði er.


Samferðslumálaráðið og arbeiði at endurskoða ferðslutrygdina.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum hevur saman við Ráðnum fyri Ferðslutrygd tikið stig til at endurskoða Ferðslutrygdarætlanina frá 2007. Í arbeiðsbólkinum og stýrisbólkinum eru umboð frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Landsverki, Løgregluni, Akstovuni, Kommunufelagnum og Samferðslumálaráðnum. Tað er mær upplýst, at bólkurin arbeiðir við teimum bleytu í ferðsluni, sjálvsagt! -  Tí er tað upplagt, at eitt samstarv verður millum land og kommunur um at finna ein felags leist v.v. útsjónd, staðseting, upplýsing o.a. v.v. gonguteigar.  Hetta skriv verður eisini sent Samferðslumálaráðnum og RFF til kunningar, við umbøn um samstarv og viðgerð av evninum.

Áheitan til Tórshavnar kommunu.
Eg vil við hesum biðja umsitingina og teknisku nevnd taka hettar evnið upp til viðgerðar, og gera:
- Eina støðulýsing av gonguteigum í dag
- Seta orð á, hvønn politikk TK hevur um gongufólk og gonguteigar, og seta málsetningar upp.  
- Raðfesta pening til eina nýggja heildarætlan fyri, hvussu knútapunkt og gonguteigar skula visuelt og tekniskt síggja út í framtíðini. Upplagt er, at gera hettar beinanvegin, nú bussleiðin verður umskipað.
- Seta upp samstarv millum RFF og Samferðslumálaráðið, fyri at røkka settu málsetningum

Eg mæli til, at gonguteigar og gongufólk verða raðfest politiskt, at gongufólk fáa størri rúmd á vegnum og sostatt í okkara hugaheimi og at rættindi teirra verða betri upplýst. Hesi átøk verða við til at skapa økt tilvit um gongufólk, økja um virðingina og ávara bilførarar. Alt hetta fyri at gera tað tryggari at ganga og sostatt fáa fleiri at ganga.

Serlig fótgangaraøkir skula gerast við busssteðgistøð, skúlar, ítróttarannlegg og har gøtunet krossa koyriveg (dømi: gøtan við svartafoss, ið gongur niðan á vegin langa), og við knútapunkt fyri gonguferðslu..


Vinarliga
Bjørg Dam, býráðslimur í Tórshavnar kommunu 
tlf 211428

Allar myndirnar eru síggjast her:






Gonguteigur við hávatonnum, ið vísa at bilar hava víkiskyldu fyri gongufólki. Góð skelting og ljós. 

Ávaring mála á vegin um gonguteig fyri framman.












Gonguteigur á Gran Canaria, har sebrastrikurnar tilskila hvønn veg bilar skula koyra inn í gonguteigin. Fult upptrekt linja framanfyri gonguteig + litað asfalt.
Norðari ringvegur

Ginguteigur við blunki í Klaksvík






Busssteðgistøð yvirav hvørjum øðrum - gangast má yvirum manbrekku har eingin gonguteigur er.

Gonguteigur á skúlaleið, við hátrafikeraðan veg, har ferðin er høg.



Steðgistað uppiyvir Dýrindalsgøtu. Eingin gonguteigur.









Busssteðgistøð yvirav hvørjum øðrum, eingin gonguteigur





Eingin gonguteigur yvirum vegin langa. Busssteðgistað er á vinstru hond.








Slitnir gonguteigar har skeltingin er brotin/ring


Slitnir gonguteigar har skeltingin er brotin/ring





Busssteðgistað uttan gonguteig á hátrafikeraðum vegi.


Gonguteigur har gongufarleið/gøta endar


Nógv brúktar gøtur báðumegin vegin, uttan sambindandi gonguteig.









Hátrafikeraður vegur og gongufólkaknútapunkt við busssteðgistaði og gøtununna.

Hátrafikeraður vegur og gongufólkaknútapunkt við busssteðgistaði og gøtununna.




Busssteðgistað uttan gonguteig - hátrafikeraður vegur við barnagarð







Hátrafieraður vegur - illa merktur gonguteigur við gongufarleið.

Popular posts from this blog

Eik stuðlar Stella Polaris komandi 4 árini

Óskar Eiriksson, Bjørg Dam, Ólavur Jensen, leiðari á Marknaðardeildini hjá Eik, Malan Thomsen og Uni Árting. Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs undirskrivaði hósdagin 6. oktober 2016 eina 4 ára høvuðsstuðulsavtalu við Eik um tónleikakappingina Stella Polaris. Avtalan er framhald av stuðulsavtaluni, sum Eik og Musikkskúlanevndin hava havt, síðan Stella Polaris byrjaði. Endamál Stella Polaris er kapping, sum vendir sær til børn og ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping. Kappingin Stella Polaris varð á fyrsta sinni hildin í februar 2014 og á øðrum sinni í februar 2015. Kappingin hevði bæði árini stóra undirtøku millum tónleikarar, og hetta vísir okkum, at tørvur er á slíkari kapping í Føroyum. Arbeiða við at betra konseptið.  Vit í Musikkskúlavevndini eru tí sera fegin um framhaldandi stuðulsavtaluna við Eik. Hetta ber í sær, at Stella Polaris nú er komin í eina fasta legu og er framtíðartryggjað tey næstu 4 árini. Vit arbeiða áhaldandi við at betr

Áheitan um at finna pláss til og fígging til serflokkar á Skúlanum á Fløtum.

Opið bræv til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, Hjalmar Hansen stjóra í Undirvísingarstýrinum, Gunnvør Balle forkvinnu í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð og Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu. Vit í ADHD-felagnum harmast stórliga at frætta, at føroya størsti fólkaskúli sum ikki stendur liðugur enn, Skúlin á Fløtum ikki hevur serflokkar inni í skúlanum, og vilja tí heita á tykkum avvarandi mynduleikar og politikarar, um at arbeiða skjótt og finna pláss, og skipa serligt undirvísingartilboð til tríggjar serflokkar, ein til grunddeild, ein til miðdeild og ein til hádeild eftir kunngerðini frá 19.03.2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Hettar er ein syndarlig og døpur støða, tá hugsað verður um, at tað var longu í november 2013 at táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setti ein arbeiðsbólk at endurskoða sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlahøpi, sum kom til ta niðurstøðu, at

Stolt foreldur!

Sum forkvinna í ADHD felagnum og vit bæði, sum avvarandi foreldur eru sera sera errin av, at fáa høvi at leggja bil til og koyra fremst í Pridini, sum var í gjár. Vit sum foreldur hjá barni við ADHD kenna væl kensluna av, at ikki kenna seg rættan, ikki nóg góðan