Skip to main content

Bilar fyrst børn næst!

Busssteðgistaðið uttanfyri Hoyvíkar skúla flutt???
- NEI, soleiðis hugsar okkara kommuna ikki. BILARNIR skula hava bestu leið. Tí flyta vit busssteðgistaðið 100m longur frá skúlanum. Eg arbeiði fyri, at sera trygg og góð gonguteigaøki skulu gerast uttanfyri skúlar og stovnar har nógv fólk gongur. Tí tað skal verða gott, skjótt og trygt at ganga í Tórshavnar kommunu. Í hesum førinum ger man tað drúgvari og ótryggari at velja bussin. Klók bussplanlegging hevði gjørt, at bussurin koyrdi hin vegin runt Hoyvíkina, soleiðis at hann steðgaðii á "røttu" síðu á Vegnum Langa í mun til skúlan og barnagarðin longri niðrið.
- Bilarnir fyrst og fólkini síðst - Soleiðis handlar okkara kommuna tíverri. SJÁLVANDI skal ein gonguteigur verða beint uttanfyri skúlan, soleiðis at børn og vaksin til gongu hava bestu leið.

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Røða: 5 loysnir 5 umhvørvismál

Umhvørvið er stórsta politiska avbjóðingin anno 2019. Í hesari røðuni, havi eg sett 5 sera týðandi mál upp, sum komandi løgting verður noytt at fyrihalda seg, viðgera og taka avgerð um. Málini eru: 1: Heimsmál nr. 12, sum er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðsla.  2: Bussleiðin,  koyra saman sparir umhvørvið. 3: Fótgangarateigar, at ganga er umhvørvisbest, men má verða trygt. 4: Burðardygg orka og oljutangar 5: Plast og órudd í náttúruni, og hvussu vit kunnu koma hesum til lívs Í røðuni, ið eg helt á veðurlagsverkfallinum herfyri, kasti eg í kjakið við mínum loysum, sum vónandi seta ferð á umhvørvisleiðina. Góðan lesihug. 

Nýggjar tíðir

  Fyri allar borgarar, náttúruna og framtíðina. Eg stilli upp fyri kommunulistan tí loysnin til størstu avbjóðingarnar í høvuðsstaðarkommununi er ein nýggj, partapolitiskt óheft og framskygd leiðsla, ið setir neyðugar skipanir í verk og byggir brýr til allar partar í kommununi. Stórar avbjóðingar eru í mun til minkandi barnatal, sosialan ójavna og umhvørvi. Ein nýskapandi leiðsla, við Kommunulistanum á odda setir neyðugu skipanirar ígongd og byggir brýr við allar partar. Minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, og tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin, um vit gera skjótt og rætt av. Í okkara kommunu seta ungu familjurnar seg í ovurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Tí skula vit lætta um fíggjarliga, eitt nú við at hækka barnafrádráttin og brúka heimildirnar kommunan hevur fingið seinastu árini til at verða við til at byggja lestraríbúðir, eldraíbúðir og lutaíbúðir. Kommunan he...