Tað er sera gott, at Heðin Mortensen arbeiðir við at differentiera ferðafólkaprísir við strandferðsluni, soleiðis at útlendsk ferðafólk koma at rinda tann veruliga prísin ferðaseðilin kostar, ístaðin fyri at tað er skattaborgarin.
Í Tórshavnar kommunu hava vit eisini hesar avbjóðingar, at kommunan bjóðar bíligar skattafíggjaðar
veitingar, so sum túr í svimjihøllina og ókeypis býarbussar.
Hettar átti kommunan at fingið í rætt lag, alt fyri eitt, soleiðis at skattaborgarin ikki skal rinda fyri útlendingar, men at vit í staðin duga at skapa inntøku til okkum, ið búgva her.
Her, sum eg eri í skrivandi stund á Gran Canara síggi eg, at tað verður prísdifferentierað.
Sum útlendskt ferðafólk her, dugi eg ikki at síggja nakað negativt í tí!
Eg havi allatíðina verið av tí meining, at í Føroyum skula vit hava eina kvalitets ferðavinnu - og ikki kvantitet.
- Heldur fá, sum rinda nógv, heldur enn nógv sum rinda lítið. Tí skula tílíkar prísdifferentieringsskipanir setast í gongd beinanvegin bæði hjá landi og kommunum.