Skip to main content

Tjóðleikhúsið má ikki steðga upp

Endiliga er glotti at hóma hjá Tjóðleikhúsinum, sum øll hava bíðað eftir í áravís, nú samgongan júst hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, um at fáa heimild at leita eftir fígging til tjóðleikhúsið.

Býráðið tók annars eina avgerð, og peikaði á, at tað skal liggja á Skálatrøð.  Nú tjóðleikhúsið nærkast sigur formaðurin í
vinnunevndini, at fyrst skula tey fáa skil á parkeringsviðurskiftunum í Havn, áðrenn talan kann verða at byggja tjóðleikhúsið á Skálatrøð. 
Tað vita vit hvat merkir, tí parkeringviðurskiftini verða ikki loyst við bræði tí bilatalið veksir við einum 1500 bilum um árið umframt at Eysturoyartunnilin skjótt verður liðugur.
 - og tí kann hendan útmeldingin tíverri merkja áravís av seinkingum afturat. Hettar er sum at hála teppið fyri ljósglæmuni, ið varð at hóma.

Hevði býráðið veruliga vilja eitt tjóðleikhús, so høvdu tey funnið eina hóskandi staðseting, sum flest øll høvdu kunnað livað við bæði vinna, borgarar og leikarar. Nógvir leikarar siga, at teir leggja ikki so nógv í hvar í Havn tað liggur, bara tað verður bygt skjótt. Vinnan í býnum savnar undirskriftir í hesu løtu ímóti byggingini. Nógvir borgarar ivast ella eru beinleiðis ímóti staðsetingini.
- Tí haldi eg, at skal glið koma á tjóðleikhúsið, so átti formaðurin heldur at víst á eina nýggja staðseting, heldur enn at blanda tingini saman og áleggja tjóðleikhúsinum ta vanlagnu, at fyrst skal Gordiski knúturin loysast, tí tað er júst tað parkering í Havn er. Semjist tit heldur um eina nýggja staðseting beinanvegin, soleiðis at arbeiði ikki steðgar upp.

Bjørg Dam,
Býráðlimur í Tórshavnar kommunu.

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Røða: 5 loysnir 5 umhvørvismál

Umhvørvið er stórsta politiska avbjóðingin anno 2019. Í hesari røðuni, havi eg sett 5 sera týðandi mál upp, sum komandi løgting verður noytt at fyrihalda seg, viðgera og taka avgerð um. Málini eru: 1: Heimsmál nr. 12, sum er um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðsla.  2: Bussleiðin,  koyra saman sparir umhvørvið. 3: Fótgangarateigar, at ganga er umhvørvisbest, men má verða trygt. 4: Burðardygg orka og oljutangar 5: Plast og órudd í náttúruni, og hvussu vit kunnu koma hesum til lívs Í røðuni, ið eg helt á veðurlagsverkfallinum herfyri, kasti eg í kjakið við mínum loysum, sum vónandi seta ferð á umhvørvisleiðina. Góðan lesihug. 

Nýggjar tíðir

  Fyri allar borgarar, náttúruna og framtíðina. Eg stilli upp fyri kommunulistan tí loysnin til størstu avbjóðingarnar í høvuðsstaðarkommununi er ein nýggj, partapolitiskt óheft og framskygd leiðsla, ið setir neyðugar skipanir í verk og byggir brýr til allar partar í kommununi. Stórar avbjóðingar eru í mun til minkandi barnatal, sosialan ójavna og umhvørvi. Ein nýskapandi leiðsla, við Kommunulistanum á odda setir neyðugu skipanirar ígongd og byggir brýr við allar partar. Minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, og tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin, um vit gera skjótt og rætt av. Í okkara kommunu seta ungu familjurnar seg í ovurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Tí skula vit lætta um fíggjarliga, eitt nú við at hækka barnafrádráttin og brúka heimildirnar kommunan hevur fingið seinastu árini til at verða við til at byggja lestraríbúðir, eldraíbúðir og lutaíbúðir. Kommunan he...