Skip to main content

Bongijump, fløskuinnsavnan og glitrandi armband, ið ikki varð gull.

Bongijump, fløskuinnsavnan og glitrandi armband, ið ikki varð gull. 
- Ólavsøkan var ein tann besta, men kundi hon verið betri? 

Ja! - Eg hevði vilja broytt 3 ting, øll ting kommunan varðir av. 

1: TIVOLI umfata av armbandi hevði 8 aktivitetir, ið royndi at spenna seg til børn í øllum aldrum - og í realitetinum vóru tað bert eini 4 ting fyri tey smáu og eini 4 til tey stóru. Bert tey mitt ímillum uml. 7-10 ár høvdu stødd og aldur
til flestu aktivitetir. 

Tað var minimum 1 tíma kø við trampolinirnar, og so at siga bert kø til tær. Tí skuldi tað verið 5 ferðirnar so nógvar trampolinir! Børn í øllum aldrum elska trampolinir! 

Einki nýtt, einki stórt ei heldur einki spennadi var, undantikið at nú kundi keypast gullband til allar dagar. Men børnini tímdu, sum sagt allar best trampolinirnar, og har var køin upp í 2 tímar! og køin var allatíð! - Alt sum er gylt er ikki gull! 

Einaferð leyp eg bongijump á Ólavsøku, einaferð varð eitt risa parisarhjól, einaferð varð okkurt skeg við nógvum farti á, sum fekk hjarta at leypa eitt slag um! Hetta bar til fyrr!! Eisini stuttlig simpul ting hava áður verið, sum at kasta bóltar og ein klovnur dettur niður! - eingin vinningur- einki skrambul at taka við heim at koyra í skrell!

Í ár var einki undirhald og sera sera sera vánaligur matur. Gamlan gummiturran toast og køld poppkorn! - HVAR vóru poppkornini hjá KFUM??? 

- Vit eiga absolutt at arbeiða við hugskotinum at broyta konseptið og møguliga flyta ella uppdeila økið, eisini skula vinningarnir broytast, tí kommunan eigur at ganga fremst tá talan er um góðsku, umhvørvið og livitíð á leikum. 

2: HVAR ER FLØSKUINNSAVNINGIN. 
Fyri nøkrum árum síðandi kom ein fantastisk fløskuinnsavnan, sum størru børnini gleddu seg mest til! - sera uppdragandi, jaligt og gott átak, sum nú heldur ikki er raðfest! Nú liggja fløskur og dósir og rekast allastaðir! Fløskubrot, ið annars ikki vóru at síggja, mynda aftur býin. 

3: BUSSLEIÐIN skuldi sjálvandi koyrt einaferð um tíman alt samdøgrið. Kommunan er blivin so stór, at tað er sera langt at ganga úr býnum. Hýrivognsvinnan megnar als ikki at nøkta tørvin, tí muga bussarnir koyra alt samdøgrið. 

Sum eg byrjaði við, so var hettar ein sera góð ólavsøka. Sera sera nógv góð fólk hava halgað sína tíð og orku uppá ólavøkuna, og tað sæst eisini. Takk fyri tað! Men eg ynski, at hesi tingini kunnu blíva enn betri. Persónliga hæddarpunktið varð, tá eg varð so heppin at ganga mín fyrstu skrúðgongu sum býráðslimur og sjálvt um tað var sunnudagur, ja so koyrdi bussurin! 


Myndina við Tinghúsið er lænt frá Ólavur Frederiksen

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Nýggjar tíðir

  Fyri allar borgarar, náttúruna og framtíðina. Eg stilli upp fyri kommunulistan tí loysnin til størstu avbjóðingarnar í høvuðsstaðarkommununi er ein nýggj, partapolitiskt óheft og framskygd leiðsla, ið setir neyðugar skipanir í verk og byggir brýr til allar partar í kommununi. Stórar avbjóðingar eru í mun til minkandi barnatal, sosialan ójavna og umhvørvi. Ein nýskapandi leiðsla, við Kommunulistanum á odda setir neyðugu skipanirar ígongd og byggir brýr við allar partar. Minkandi burðartal, eldra- og lestraríbúðir Vit eru í tí góðu støðu í mun til onnur lond, at okkara barnatal júst er farið at minka, og tí kunnu vit eisini venda gongdini beinanvegin, um vit gera skjótt og rætt av. Í okkara kommunu seta ungu familjurnar seg í ovurhondsstóra skuld, fyri at fáa eitt heim. Tí skula vit lætta um fíggjarliga, eitt nú við at hækka barnafrádráttin og brúka heimildirnar kommunan hevur fingið seinastu árini til at verða við til at byggja lestraríbúðir, eldraíbúðir og lutaíbúðir. Kommunan he...

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at