Skip to main content

Láturgasstrupuleikin er eisini í Føroyum.

Í fjør byrjaðu vit, hjá Thomas Dam á Hálsi, at leggja til merkis, at fleiri ung komu inn at keypa hesar patrónur, ið eru ætlaðar til rómasproytur (sifong).
Økta sølan og ungu keyparnir tyktist løgið, og vit høvdu illgruna til, alt her ruggaði ikki rætt!



- Eg googlaði, og tað var ikki tespiligt at finna útav, at ung brúka gassið úr hesum patrónum at rúsa seg við 😞

 
Vit avgjørdu, at taka tær av hillini, og selja nú bert til køkar, kokkar, kókikonur o.líkn.

- Í Danmark hevur stórt fokus verið á vaksandi trupulleikan, har minst tvey eru deyð av at sniffa láturgass. Stórur meirluti fyri at stramma upp á reglurnar fyri sølu!

- Nú veit eg ikki, hvussu stórur trupulleikin er, og hvussu nógv missnýta láturgass í Føroyum! - Men tað hevur sera stóran týdning at vit fylgja væl við, hvat hendir millum tey ungu.

Tí tað kann vera sera freistandi at royna láturgass, og tað ljóðar kanska harmleyst - veruleikin er, at ovurnýtsla er skaðandi og kann m.a. geva iltmangul, har ein kvalist til deyðis.

Tað koma allatíð nýggj rúsevni, nýggir hættir at rúsa seg og nýggjar avbjóðingar. Vit muga fyribyrgja, við at vit borgarar, sølufólk og mynduleikin fylgja væl við, soleiðis, at vit kunna upplýsa okkara ungu um vandan. Um trupulleikin er ella blívur stórur, so muga tiltøk setast í verk, har reglur verða strammaðar upp fyri sølu.

DR hevur viðgjørt trupulleikan og tú kanst lesa meira her

Bjørg Dam
Valevni Javnaðarfloksin til løgtingsvalið.

https://www.dr.dk/nyheder/regionale/oestjylland/boligkvarter-flyder-med-lattergaspatroner-kagevaerktoej-bruges-til?fbclid=IwAR0414sXa633kcwJfMMwx-ifd93w_TSsUII-9sX4l--1POAxHjuisRgKnZA



Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til