Skip to main content

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at
tyrva grótið” stendur at lesa í málinum.
Eisini stendur at lesa, at á borgarafundinum á Velbastað 20.3.2019 var ein stórur meiriluti fyri at gera íðnaðarøki. Náttúrufriðingarnevndin og Umhvørvisstovan hava eisini sagt gott fyri íðnaðarøkinum.

Í býráðnum hava 3 nevndir einmælt tikið undir við, at kommunan skal rinda 28 milliónir fyri íðnaðarøki, tó við teirri treyt, at Tunnilsfelagið skal planera stykkið, eitt arbeiðið, ið kostar hasar 1,5 - 2 milliónirnar, sum skilir partarnar.

Ein lítil krúlla so er málið loyst, fáa vit í andstøðuni at vita.

Tað næsta vit so hoyra er, at nú skal grótið tyrvast uppi yvir Velbastað ??

Vit í minnilutanum royndi at hála í neyðbremsuna á býráðsfundi 20.juni 2019, við at krevja málið aftur í nevnd. Meirilutin atkvøddi ímóti.

Sum ta allar seinastu royndina at finna eina loysn, royndi Landsstýrismaðurin í samferðslumálum Heðin Mortensen at kalla Eystur- og Sandoyartunlar og Tórshavnar kommunu til fundar 6.august. Borgarstjórin gav tó avboð.  

Tað sum gruggar málið er, at ístaðin fyri eitt íðnaðarøkið við stórum vakstrarmøguleikum fyri aling á landi, havferðavinnu, orku á havi o.a. í framtíðini, og sum “øll” eru samd um, hevur samgongan í Tórshavnar Kommunu nú gjørt av, at bara eitt festi skal fáa fíggjarligan ágóða av teirri ovurhonds stóru nøgd av gróti, sum fer at koma úr Sandoyartunnlinum..

Bóndin fær nevnliga 80.000kr fyri mist bit í minst tvey ár og 1,65 milliónir á festikontoina umvegis Búnaðarstovuna. Eisini hevur Búnaðarstovan sett óvanliga høg krøv til tyrvingina, har grót og mold skal blandast, soleiðis at lendið skal latast aftur sum klassa A sláttijørð, eisini hóast partar av lendinum ikki vóru háttað soleiðis áðrenn. Hettar kostar Tunnilsfelagnum 5 milliónir eykað.

Sostatt fær eitt festi á Velbastað ein fíggjarligan ágóða í reiðum peningi og í virði á fleiri milliónir.

Hvussu kann eitt mál, taka so krappa og skilaleysa vend, frá at verða ein skilagóð langtíðaríløga øllum borgarum at gagni til einans at koma einum borgara at gagni? Hví setur Búnaðarstovan serliga høg krøv í hesum førinum?

Er gegnið í lagi?
Í innlitið frá Samferðslumálaráðnum verður sett spurningur til gegnið. Búnaðarstovan og festibóndin eru í tætta familju umvegis høgtstandandi politikara í býráðnum, sum eisini er forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini. Sostatt er festarin svágur stjóran í Búnaðarstovuni. At tað eru so tøtt sambond í skilaleysum avgerðum, fær meg at ressast við, tí málið á ongan hátt verður loyst við skili.

Sigast skal, at konan/systurin hevur ikki luttikið á fundum, har málið hevur verið frammi, men fakta er, at ein ein breið semja um eitt virðismikið íðnaðarøki onkursvegna, varð broytt til eina avgerð, sum einans kemur heilt fáum til góðar, og tað er tað, vit í andstøðuni og nógv við okkum standa spyrjandi um!

35.000 m2 av vinnuøki í Gomlurætt gleppur okkum av hendi

Vinnan og vit borgarar kundu fingið í minsta lagið 35.000m2 av íðnaðar- og vinnustykkjum, sum liggja til streyma sjógv við óendaligum nógvum inntøkumøguleikum í framtíðini, og sum her og nú, loysa ein stóran tørv - tí vinnan skríggjar eftir vinnustykkjum.

Eisini Landsverk hevur ligið framvið at fáa grótið, ið hevur eitt virði á einar 70mil. kr, í eina grótgoymslu at byggja vegir o.líkn. við. Tað hevur eisini verið nevnt, at nógv umrødda bakkaverjan í Kirkjubø kundi verið ein møguleiki at gagnnýtt grótið til eina win-win støðu.

Búnaðarstovan hevur verið frammi í miðlunum við, at grótið fer ikki til spillis, tí góð slátturjørð fæst burturúr til einar 15-20 mjólkikýr. Tað kunna ikki verða vakstarmøguleikarnir í sjálvari slátturjørðini, ið liggja til grund fyri avgerðini, tí dyrkilendi reint fíggjarliga genererar negativan pening, tí landbúnaðurin verður stuðlaður. Orsøkin má liggja aðrastaðni?

Henda ætlanin má steðgast
Royni nú enn einaferð at tala at, at Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn í Tórshavnar Kommunu taka tílíkar avgerðir, sum so týðiliga hvørki eru fíggjarliga skilagóðar, umhvørvisliga góðar og bert dryppa egnan veg, og sum beinleiðis beina fyri hesum møguleika, at fáa grót til sjáldsamt havíðnaðarøki, sum annars hevði kostað kommununi fleiri 100 tals millónir at farið undir sjálv.

Hví restina av meirlutanum taka undir við hesari skilaleysu avgerð, standi eg enn meira spyrjandi yvir. Hvat munna Annika, Bogi og hini fáa burturúr?

Politikkur má snúgva seg um meira enn at raka til sín sjálvs.

Her hava vit borgarar, vinnan og okkara eftirkomarar so dyggiliga mist á stokkinum.

Sum einasta seinastu roynd, at fáa partarnar at koma aftur til borðið og finna hasa 1,5 milliónirnar sum skilir partarnar, fari eg at biða um at fáa málið aftur í vinnunevndina.

Bjørg Dam
Býráðslimur í Tórshavnar kommunu og limur í vinnunevndini.





https://bjorgdam.blogspot.com/2019/08/skandala-at-tunnilsgroti-endar-i-haganum.html
https://kvf.fo/greinar/2018/03/22/radarin-tunnilsgrot-og-pensjonsnyskipan
http://kvf.fo/greinar/2019/08/12/grot-ur-undirsjovartunli-verdur-til-bo
https://www.in.fo/news-detail/news/hetta-er-als-ikki-at-lata-grotid-fara-fyri-skeyti/
https://kvf.fo/netvarp/sv/2018/12/20/20181220grotidaglyvursnestilflogvoll
https://kvf.fo/greinar/2019/05/22/einki-vinnuoki-gomlu-raett-kortini

Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Eik stuðlar Stella Polaris komandi 4 árini

Óskar Eiriksson, Bjørg Dam, Ólavur Jensen, leiðari á Marknaðardeildini hjá Eik, Malan Thomsen og Uni Árting. Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs undirskrivaði hósdagin 6. oktober 2016 eina 4 ára høvuðsstuðulsavtalu við Eik um tónleikakappingina Stella Polaris. Avtalan er framhald av stuðulsavtaluni, sum Eik og Musikkskúlanevndin hava havt, síðan Stella Polaris byrjaði. Endamál Stella Polaris er kapping, sum vendir sær til børn og ungar klassiskar tónleikarar, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping. Kappingin Stella Polaris varð á fyrsta sinni hildin í februar 2014 og á øðrum sinni í februar 2015. Kappingin hevði bæði árini stóra undirtøku millum tónleikarar, og hetta vísir okkum, at tørvur er á slíkari kapping í Føroyum. Arbeiða við at betra konseptið.  Vit í Musikkskúlavevndini eru tí sera fegin um framhaldandi stuðulsavtaluna við Eik. Hetta ber í sær, at Stella Polaris nú er komin í eina fasta legu og er framtíðartryggjað tey næstu 4 árini. Vit arbeiða áhaldandi við at betr

SKANDALA AT TUNNILSGRÓTIÐ ENDAR Í HAGANUM

Nú hendir tað ringasta, at tungtlessaðir lastbilar fara at koyra grót úr Sandoyartunnilinum niðan í hagan, har Tunnilsfelagið hevur fingið loyvið at tyrva 1/3 av tí hálva millión kubikkmetrunum, ið koma upp Steymoyarmegin. Tórshavnar kommuna fekk borið upp í lógvarnar møguleikan at brúka virðismikla tilfeingi til