Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2019

Við endan á ælaboganum er ein gullpottur, sigst.

- Í morgun varð sjón fyri søgn. Hoydalar er ein dýrgripur og hann skula vit í mestan mun varðveita, Ein náttúruperla við nógvari felags søgu, bæði gleðiligari og sorgarbundnari, tá tuberklasjúklingar lógu á Sanatoriunum. Eg fekk mítt HF prógv her, gullverdan lærdóm og lívslong vinarløg. Tó bestu minnini eru saman við Abba mínum Nikael, ið var pedellur eitt mannaminni har niðri. Hann røktaði bygningar og havan sera væl. Enn standa rhodod endronir so flottar, og hvørja ferð tær síggjast á pisumyndum, minnir tað meg um abba. Áðrenn mína tíð, búðu omma og abbi á Sanatoriunum. Mamma mín og mostrarnar slitu sínar barnaskógvar har. Nú verður barnalátur aftur at hoyra í dalinum, tí kommunan fer at leig leysu skúlalonurnar til dagstovn frá landinum, men bert til og við 2020. Dalurin er sera væl egnaður til ein úti- og náttúrudagstovn, her kann okkara gull spæla, mennast og trívast í tí best hugsandi umhvørvinum vit kunnu bjóða. Tí eigur kommunan at arbeiða við at fáa eina varandi loysn ílag.