Skip to main content

GRUNDSJÓNARMIÐ


MÍNI GRUNDSJÓNARMIÐ
Byggja á javnaðarhugsjónina um samhaldsfesti, javnstøðu og javnrættindi.

Eg leggi dent á fylgjandi:

TRYGGJA SKJÓTT ORKUSKIFTI, SKILJA BURTURKAST OG STEÐGA NÁTTÚRUDÁLKING  Tórshavnar kommuna skal verða ein góður og konstuktivur samstarvspartur og verða við til at skunda undir grøna orkuskiftinum. Eisini skula vit seta í verk og fylgja spillvatsns, drekkivatns- og burturkastætlanini. 

 
JAVNSETA SÁLARHEILSU VIÐ KROPSLIGA Sum forkvinna í ADHD-felagnum arbeiði eg fyri at broyta lívið hjá teimum við ADHD. Við røttu viðgerðini ber til, at ADHD verður ein góður fylgisveinur, sum er við til at ríka lívið hjá tí einstaka og okkara samfelag.  

VIÐGERÐARTRYGD  Øll hava rætt til viðgerð, eisini sálarliga viðgerð. 

HÓSKANDI BÚÐSTAÐ TIL ØLL   Øll skula kunna búgva í hóskandi bústaði. Land og kommuna skula samstarva um at byggja lestraríbúðir, eldraíbúðir og lutaíbúðir. 


SJÁLVSTØÐUG VINNUREKANDI SKULA FÁA TILBOÐ UM SJÁLVBOÐNA SKJÚKRATRYGGIN so sum einstaklingafyritøkur kunna í dag. Eisini haldi eg, at fyritøkur ikki skula rinda kringvarpsgjald. 

TRIVNA Í DAGSTOVNAR OG SKÚLAR Øll okkara børn eru líka verd og skula hava javnbjóðis møguleikar at mennast og trívast. Serøkið skal raðfestast so øll kunnu fáa ein góðan og tryggan barndóm.

VIRÐING FYRI NÁTTÚRUNI við tað, at vit troyta tilfeingi og náttúru við skili. At vit stuðla undir øllum átøkum, har vit gagnnýta okkara tilfeingi. At vit eggja til grøna íverksetan og endurnýtslu, og at vit vera meira umhvørvistilvitaði. 
 
TRYGT LAND har vit hjálpa hvørjum øðrum. Har vit lyfta í felag. Har rúm er fyri ymiskleika, og fleiri fakligar og heitar hendur eru um okkara børn og gomlu, og teimum, ið tørva.

FØROYSK VINNA FREMST hetta krevur, at land og kommunur samtykkja ein innkeypspolitikk, sum í størstan mun stuðlar lokalum vinnum. Hetta skapar íverksemi, vinnu og stoltleika yvir egna framleiðslu, og tað skapar eitt fjølbroyttari, grønari og ríkari vinnulív.










Popular posts from this blog

:) x XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX XXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXXX

FÓLKATINGSVALIÐ 2015 Hjartaliga tøkk til tykkum 5666, ið setti krossin við lisa C. Ein serlig innarlig tøkk til 103 tykkara, ið setti krossin við meg persónliga. Úrslitið er so fantastiskt og yvir allar vónir og væntanir. 1000 takk fyri  smile emoticon  Nú eri eg veruliga tendrað til løgtingsvalið, og málið er at tvífalda atkvøðurnar og koma inn. Einki minni enn tað!

Mín dreyma eldrabústað vil eg geva tær.

Nú eg stilli upp, hitti eg nógv nýggj fólk, eisini eldri. - Eg spyrji inntil teirra lív og hvør lívsstøðan er - sum vant, eru bústaðir afturgangandi trupulleikin. Sera nógv, av teimum meta seg ikki verða føran fyri at halda húsini og ynskja heldur ikki so nógvar fermetrar at fara um.  Húsini eru blivin ein tungur trupulleiki. Teirra størsta ynski er, at fáa okkurt minni hóskandi eittplans heim at blíva gamal í. Dreymurin er ein eldrabýlingur við felagshúsum fyri einsamøll og pør, har møguleiki fyri felags matgerð, kortspæl, hugna og einum góðum práti - og við møguleika at bjóða familjuni til størri tiltøk. Eitt heimligt umhvørvið, har eingin nýtist at sita einsamallur, har stutt er til hjálp. Ein tílík loysn, er bæði praktiskari, bíligari og tryggari fyri borgaran í mun til eini stór hús. Stórir samfelagsvinningar er við mobilari bústaðarmarknaði, m.a. tí stór hús, er eitt aktiv í samfelagnum sum minkar í virði, um tað ikki verður viðlíkahildið. Hús teirra er møguleiki...

Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð, sum dryppar á tey nærmastu.

Formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar Kommunu  var frammi áðrenn summarfrítíðina og segði, at einans 1,5 - 2 milliónir skilja partarnar í málinum um at brúka tunnilsgrótið úr Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum umsitingin “metir, er ein munandi betri loysn enn at