Einans 28% av uppstillaðu valevnunum eru kvinnur. Eg eri annars ikki fyri, at velja eina kvinnu, bara fyri at velja eina kvinnu! Av okkum 48, ið stilla upp, eru so nógvar skilagóðar, rættvísar og dugnaligar kvinnur, tí kundu vit saktans mannað alt løgtingið, um tað skuldi verið. Hugsið tykkum, hvat hevði hent, um kynsbýtið bleiv øvugt av tí, tað hevur verið hettar valskeiðið tvs. mikudagin 2.september sótu 10 mans og 23 kvinnur á tingi. Ja, ímynda tær, hvørja fiskivinnunýskipan høvdu vit valt? Hvussu loystu vit sjúkrahúsknútin? Høvdu vit sloppið av við lønarmunin millum kynini? Ja, ímynda tær alt vit høvdu fingið av skafti, rudda upp í, sortera burtur og fingið skil í. Ja, ímynda tær tað ramaskríggj frá monnunum. 10 av 28 er okkara veruleiki í dag! Kvinna, vit skula broyta 10/28 til 50/50 týsdagin. Bjørg Dam, kvinna fyri C