Higartil í dag, 26.okt. nú klokkan er 16.00, hava gott 4500 fólk koyrt í okkara bussum. Saman koyra vit grønari, tí er tað sera gleðiligt, at fleiri og fleiri taka bussin. MEN eg stúri. Tí fleiri av hinum flokkunum leypa nú í valstríðinum á okkara bussleið. - Ístaðin fyri at útbyggja okkara bussleið, vilja teir niðurlaga hana. - Hettar eru fólk, sum ikki sjálvi koyra buss. Tí duga tey ikki at síggja stóra virði og tørvin á einari bussleið. Vælsignaðu menn og kvinnur, komið heldur við í bussin. Latið bilin standa og kom við... Tess fleiri vit eru sum koyra, tess betri grundarlag fyri einari betri bussleið. - Mítt mál er ein betri og grønari bussleið tí fari eg at verja hana alt eg eri ment. Hon skal koyra so bilurin kann standa, tí saman koyra vit grønari. Kom við til 2020 Bjørg Dam Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu. Les meir á bjorgdam.blogspot.com
Eg arbeiði fyri einum betri, samhaldsfestari og rúmligari samfelagið. - Tað skal so lítið til at gera tað gott, tá øll taka í!