Áheitan til politikarnar um at GRÍPA inn. Har sótu vit, lesandi á Føroyamálsdeildini og blivu kunnaði um nýggju ætlanirnar at taka 250kr pr. ECTS stig frá teimum stakgreinalesandi. Ein av teimum lesandi var maður og restin vóru kvinnur. Kjak var aftaná, og tá eg gjørdi vart við nøkur viðurskifti so sum: - Føroyskt er hótt mál, jú fleiri lesa, jú betur skuldi verið. - Tað ber ikki til at fáa førleikagevandi undirvísing í føroyskum á hægri stigi aðrastaðni. - mín leysliga meting var, at 80-90% av teimum stakgreinalesandi á FMD eru konufólk. Ífylgi heildarætlanina um "Fólkaflyting og Fólkavøkstur" skuldi setast inn, at fáa betri lestrarmøguleikar og serliga til konufólk og hetta kostnaðartiltakið fer beint ímóti ætlanini. Tað ber til at seta vinningin hjá Setrinum upp nakað soleiðis: um talan er um 20 stakgreinalesandi á Føroyamálsdeildini harav 10 aktiv, sær roknistykkið soleiðis út, um hesi taka í meðal 20 ECTS stig um árið: 10x20x250kr=50.000kr. V.ø.o vinnur Setr
Eg arbeiði fyri einum betri, samhaldsfestari og rúmligari samfelagið. - Tað skal so lítið til at gera tað gott, tá øll taka í!